Eg lifri ikki fyri lesaranum – men eg virði hann

Tað sigur Carl Jóhan Jensen, sum hevur skrivað nýggju skaldsøguna “Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik”.

Ó-sögurnar endaðu við
orðunum: Her byrja søgurnar fyribils. Er henda framhald av Ó-søgum?
 

Nei, tað er hon ikki. Hasi loka-orðini
vórðu helst sett har til at arga lesarin eitt sindur. Eg helt meg ongantíð hava
bundið meg til at skriva eitt framhald av teimum sögunum og tað hevði nú eisini
verið eitt sindur torfört soleiðis sum tann bókin varð gjörd og skipað, nakað
sum ein bíbliusöga um tað illa ella djevulskapin. Henda nýggja bókin afturímóti
er meira sum ein hevdbundin skaldsöga ella ið hvussu so hevdbundin sum nakar
kann vænta av mær.

  


Er hetta so annað
bindið í einum tribindsverki?

Hesar bökurnar hava tað felags, at
baksýnið í teimum er sama söguliga tíðarskeiðið við öðrum orðum seinna helvt av
nítjandu og fram um miðja tjúgundu öld. Ella öðrvísi sagt tað hvarvið í söguni,
tá ið föroyska samfelagið eins og onnur samfelög um okkara leiðir remba
miðöldina av sær bæði búskaparliga og mentunarliga og verða til tað, vit kenna
í dag. Eg havi ið hvussu er eina bók afturat í umbúna, har tær söguliga
umstöðurnar eru tær somu. Hinvegin haldi eg tó at bökurnar, tað vil siga Ó-, nýggja
bókin og henda sum er í umbúna, eru sera ólíkar bæði hvat tema og framseting
viðvíkur.

Undirtittulin er: Forspæl til ein gleðileik. Hvat
meinar tú við?

Hatta er tað, tey rópa upp á ironi,
hugsi eg. Samtíðin í bókini er seinsummarið 1939, dagarnir beint upp undir, at
seinni heimsbardagi brestur á. Orðið gleðileikur
er ein týðing av orðinum Comedia, soleiðis
sum vit kenna úr titlinum á stórverkinum hjá Dante Divina Comedia og sipar til kríggið, sum er í hondum. Forspælið fyri sín part sipar partvíst
til lívið hjá hövuðspersóninum, íslendska skaldinum og vinnulívsævintýraranum
Benedikti Einarssyni, sum er föddur miðskeiðis í átjanhundrað og trýss árunum
og partvíst til tann söguliga samanhangin sum Benedikt útinnir sína ævi í upp á
gott og ilt.  

Tú kallar hövuðspersónin
vinnulívsævintýrara. Slíkar menn kenna vit aftur úr norðurlendskum bókmentum,
t.d. August hjá Knut Hamsun, er tað ikki eitt sindur tugt?

Tú meinar, eri eg ávirkaður av slíkum
lýsingum? Eg haldi ikki sum so, men tað kunnu onnur döma um. Eg skal ikki dylja
fyri, at í lýsingini av Benedikti havi eg tikið mær fyrimynd eftir einum
sannsöguligum persóni, sum veruliga var bæði skald og vinnulívsævintýrari,
Einari Benediktssyni. Men eg vil taka fram, at hetta á ongan hátt er ein
ævisögulig lýsing av honum. Hetta er reinur skaldskapur. Men annars er einki at
taka seg aftur í, at persónleikar av hesum slagnum eru áleypandi í
rembingartíðum eins og teimum, ið her verða lýstar. Fólk sum spreingja allan
ásettan veruleika av sær við sínum ætlanum, hvörjar tær so eru.

Umframt Einar Benediktsson kundi í
íslendskum samanhangi verið vert at nevnt Jón Ólafsson, ritstjóra. Hann ætlaði
á sinni, í samráði við amerikanskar myndugleikar, at flyta einar tíggjutúsund
íslendingar til Alaska við tí fyri eyga at gera íslendingar til eitt stórveldi
og íslendskt til eitt heimsmál. Tað stórætlaða sinnið vil gjarna ama harmleikin
upp á seg. Helst er tað tað, sum fangar hugan bæði hjá hövundum og lesarum.

Tú segði í eini
útvarpssending fyri stuttum, at hesin Benedikt livir í spenninginum
ímillum tvær øldir. Hvat var so hugtakandi við skiftinum inn í 20 øld?

Eg haldi ikki at tað er nakað serstakt
við nökrum aldaskifti í sjálvum sær. Eitt aldaskifti er sum so bara eitt skifti
eins og eitt árskifti, eitt mánaðarskifti ella fyri tað eitt vikuskifti. Tað,
sum vekur mín áhuga í sambandi við tjúgundu öldina, er, hvussu knappliga hon
kemur á. Við ein brest so at siga. Við tí krígnum, sum byrjaði fyri júst
hundrað árum síðani. Og tað var ikki bara eitt skifti, tað orðið er ov
smáfingið til lýsa hetta siðmenningarliga skriðulopið, ta endavendingina av
öllum veruleika, öllum virðum. Tað hevur ikki verið sum at siga tað at liva
hetta, at lofta sær andliga í slíkum tilveruligum bólti. Og tað gav eisini at
bíta í eftirspælinum eftir heimsbardagan, í teimum sokallaðu millumkrígsárunum. 

Mangur kom at standa úti í andgletti,
roynandi til fánýtis at halda nítjandu öldina um seg sum einum knappaleysum
frakka. Tak eitt nú Oswald Spengler, ta í senn flogvitugu og fáfongdu mynd,
hann kýtist við at skapa söguna í, í bókini Untergang
des Abendlandes
. Tað er sum heldur hann seg kunna byrja söguna av nýggjum
upp á síni egnu kor. Og okkara maður, Benedikt Einarsson, er somuleiðis klovin
í sínum hugburði, hann vil verða ein ímynd av tí nýggja, hann vil slóða fyri vökstri
og vælferð í Íslandi, men hansara virðisgrundarlag er nítjanda öldin eins og
hon var fyri 1914, hann er eitt sanngitið barn av tí framtíðarleysa bjartskygni
og áliti á, at tökni og vísindi borgaðu fyri kristnari, vesturlendskari
siðmenning um allar ævir.

Eitt umskiftið sum tað, ið brast á
vesturlond í 1914, er enn óbrostið á okkum, sum nú liva. Ikki fyri tann skyld, at
okkara samtíð ikki hevur havt tevin av slíkum umskifti. Tað hevur hon síðani
Berlin-múrurin fall. Og tað hevur ikki staðið á fyriboðanum heldur. Eftir
yvirgangsálopið í New York 11. september 2001, meðan trýstibylgjurnar frá tí
enn settu gjögnum fjölmiðlarnar, varð jabbað upp í saman, at nú ridlaði undir
vesturlendskari siðmenning, nú fóru hóttafallini at koma kropp á kroppi. Gaman
í elvdi yvirgangsálopið kríggj av sær í Irak og Afganistan, men heimurin
stendur kortini toluliga samur eftir, og hamskiftið, sum verða skuldi, vísti
seg fyri tað mesta at vera retorikkur, bert hava til endamáls at staðfesta eina
nýtslugalna siðmenning og surra tær valdaskipanir, sum tíðin hevur spent um
hana.

Tú hevur gjørt vart
við, at ein høvundur má hava sítt egna mál. Hvat meinar tú við?
Eg hugsi um, at
stílurin í hesi bókini er líka sermerktur sum altíð hjá tær, og eg haldi, at ein
ávísur vandi er fyri, at málið kennist mongum so öðrvísi, at tey rætt og slætt
ikki hætta sær undir tekstin?

Eg haldi tað vera sjálvsagt, at eitt
listafólk skapar sær sína egnu framseting. Hvussu skuldi tað öðrvísi verið,
álvaratos. Tú sigur, at málið er sermerkt og rör framundir, skilji eg teg rætt,
at eg við mínum málsliga stíli misvirði lesaran onkursvegna, ella ið hvussu er
ikki taki atlit til lesaran.

Eg haldi beint tvörturímóti. Sum eg
segði í áðni: tað er ikki ovsagt at kalla okkara samtíð nýtslugalna.
Einstaklingurin hevur bert gildi sum brúkari. Brúkarin er fremstur av öllum og
við brúkaran hevur tú onga samröðu. Tú lifrar fyri brúkaranum. Sölufólk lifra
fyri keyparanum. Politikarar lifra fyri veljaranum. Og tey seinnu árini er tað
vorðið eitt krav, eitt alsamt harðnandi krav í almenna rúminum, at sum
listafólk skalt tú eisini lifra. Rithövundurin skal lifra fyri lesaranum.
Myndlistafólkið fyri teimum listáhugaðu. Sjónleikarin fyri áskoðarunum o.s.fr.
List er ein vöra, verður sagt eins og öll onnur vöra, sum sápa, bilar,
uttanlandsferðir, sjónvarp, vesipappír o.s.fr.

Men lifr hevur einki við virðing fyri
nökrum at gera. Tvörturímóti. Sölumaðurin lifrar pengarnar frá kundanum, men
krevur hvörki at virða kundan ella kæra seg um, annaðhvört kundin hevur brúk
fyri vöruni ella ei. Sama er galdandi um politikaran, ið lifrar atkvöðuna frá
veljaranum. Eg fyri mín part virði lesaran, men eg lifri ikki undir nökrum
umstöðum fyri honum. Samskifti millum hövund og lesara má byggja á eina
javnvág, eina sínámillum virðing, har hövundinum í sínum lagi loyvist at vera
heilur í síni listarligu stremban, men lesarin fyri sín part hevur krav upp á
dygd, bókmentaliga sum málsliga.

Alt annað er reindyrkað
undirhaldsfasisma.

Eg síggi teg betur í myrkri – Forspæl til ein gleðileik fæst sum pappírsbók (248,-) og sum e-bók (129,-)