Sprotatíðindi fara í summarfrí
Fólk stákaðust við Gjógv, fólk tustu mannsterk niðan á Slættaratind, jóansøkubálini brunnu um alt landið, og landið bygdi upp eitt crescendo av tjóðskaparligum fagnaðarrøðum. Tað var longsti dagur ársins, veðrið var til vildar, lagið gott, og allar røðurnar søgdu tað sama sum steinstólpan á sinni, tá ið hon snaraði sær til stararnar og segði: “Ja, gott er Føroya grót”.
Landið skiftir gir, tí nú er summar í
Føroyum. Eisini her á Sprotanum taka vit okkum av
løttum í nakrar vikur og leggja ikki sprotatíðindi út aftur fyrr enn eftir
ólavsøku.
Føroyum. Eisini her á Sprotanum taka vit okkum av
løttum í nakrar vikur og leggja ikki sprotatíðindi út aftur fyrr enn eftir
ólavsøku.
Meðan grønskan dýpist í hvørji líð, leggja
vit seinastu hond á fleiri bøkur, sum skulu út í heyst. Manningin er lítil, so
vit savna okkum um henda arbeiðssetningin og kýta okkum at gera heystskránna so
áhugaverda sum til ber.
vit seinastu hond á fleiri bøkur, sum skulu út í heyst. Manningin er lítil, so
vit savna okkum um henda arbeiðssetningin og kýta okkum at gera heystskránna so
áhugaverda sum til ber.
Vit vóna, at vit øll fáa nógvar góðveðursdagar,
nógv lýggj og still summarkvøld, so vit kunnu seta okkum í brekkuna, njóta
stillu løtuna og siga sum Karl á Bakka
Nú
hvílir mín grasgrøna oyggj við títt fang,
tú
blikandi silvitnisvág
og
summarløtt skýming sær smýgur um tang,
so
mjúklig um heyg og um lág –
Vit hava fingið 9 nýggjar bøkur út
hesar fyrstu mánaðirnar í ár. Nakrar fara til prentingar nú og verða á
marknaðinum í august. Tá ið sólin aftur er lækkað á himmalinum, og bókaárið
komið í hæddina, ætla vit, at ein nýggjur stakkur av góðum Sprotabókum liggur á
borðinum.