Føroyskir rithøvundar á svensku bókamessuni
Skráin hjá svensku bókamessuni í Gøteborg verður almannakunngjørd í dag. Og í ár eru føroyskir rithøvundar við í skránni!
Millum
25. og 28. septembur savnast norðurlendsk bókmentaáhugað aftur á Gøteborgbókamessu
at leita sær kunning um nýggjastu útgávur á marknaðinum, fara tilupplesingar
við rithøvundum frá allari verðini og fundast um rættindi forløginiímillum.
FarLit hevur seinastu tvey árini virkað sum bókmentastovnur og umboð fyriføroyskar
rithøvundar uttanlands, og í hesum tíðarskeiði hevur vøkstur verið bæði íáhuga og
sølu av føroyskum tittlum til útlendsk forløg.
Í ár hava
vit fingið møguleikan at seta rithøvundaseminar á skránna hjá bókamessuni,og
luttakararnir vera Sissal Kampmann, Marjun S. Kjelnæs og Katrin Ottarsdóttir.Eins og
nógvir av norðurlendsku felagum teirra, skriva tær í hægri mun umkropsligheit
og sálarligu avkrókarnar. Seminarið verður 45 min. langt, og evnini fevnam.a. um
hvørjar avbjóðingar tær standa við sum rithøvundar, kvinnur og føroyingar;hvussu
ein arbeiðir sum ‘eksilrithøvundur’; og hvussu tað er at vita, at grannin oglærarin
hjá børnum tínum eisini er tín lesari.
Føroyskar
bókmentir hava ikki verið nakað serligt frammi á svenskabókamarknaðinum
í nógv ár. Vit halda tí, at hetta er gyltur møguleiki at vísa svenskuog norðurlendsku
lesarunum, hvat vit hava at bjóða. Tískil fara vit eisini at geva savnút í
svenskari tý.ing við yrkingum hjá teimum trimum saman við seminarinum.Gøteborg
bókamessan, ið eisini kenst undir heitinum Bok och Bibliotek, er væl vitjaðhesar
tríggjar dagar, hon varar, og seinastu trý árini hevur vitjanartalið ligið nær
við100.000.
Umframt básarnar hjá forløgum og áhugafeløgum, er eisini rættindamiðstøðog fleiri
pallir og deildir á messuni, ið bera fram serlig rák og rithøvundar, eitt núkjakpallur,
granskingartorg og norðurlendski básurin. Brasilien er heiðursgestur í ár.Vit vóna,
at áhoyrarar møta fjølment at lurta og gleða okkum til eitt gott seminar.
Sissal
Kampmann hevur givið út trý yrkingassøvn, og við frumútgávu sínari, Ravnará
ljóðleysum flogi, í 2011 vóru ummælarar og lesarar samd um, at hetta var avbera
flottavrik.
Árið eftir vann hon Klaus Rifbjergs debutantvirðisløn fyri lýrikk frá DanskaAkademiinum.
Katrin
Ottarsdóttir gav Eru koparrør í himmiríki? út í 2012 og vannMentanarvirðisløn
M.A. Jacobsens árið eftir. Yrkingasavnið nemur við tabuevni, iðeru
trupul at tosa um, eitt nú at hava sálarligar trupulleikar, og hvussu børn
uppliva atvaksa
upp við sálarliga sjúkum foreldrum. Katrin er í ferð við at leggja síðstu hond
áfilmin
LUDO, ið tekur sama evni til viðgerðar.
Marjun
S. Kjelnæs er vælumtóktur barna- og ungdómsbókarithøvundur og hevurklárað
seg væl í útlondum við ungdómsbókini Skriva í sandin, ið er seld bæði tilDanmarkar,
Noreg og Ísland og vann fleiri heiðrar. Samstundis hevur hon eisiniskrivað
yrkingasavnið Rót Tripp í 2012 og leikin Tóm Rúm, ið fekk sera góða
móttøku
til frumframførsluna á Tjóðpalli Føroya í ár.