Prentsmiðjustjórin Jón Hestoy sigur ósatt

Sprotin hevur havt ábyrgdina av at framleiða bókina ‘Loysingarpolitikkur í 1940-árunum” og vil ikki hava sitandi á sær, at ikki verður biðið um prenttilboð í Føroyum. Hvørja ferð ein heilbindsbók er prentklár, biður Sprotin Føroyaprent um tilboð. Sjálvandi eisini í hesum føri.

Sprotin
fekk tilboð frá Føroyaprenti 9. desember 2013. Tilboðið hevur nummarið 102964,
skuldi Jón havt hug at kanna eftir, hvørji tey røttu tølini vóru.     

Tilboðið
var ov dýrt, tí varð ikki tikið av. Tað varð boðað Føroyaprenti frá nakrar
dagar seinni.

 

Sprotin
letur enn sum áður marknaðarkreftirnar ráða og prentar, har vit fáa mest fyri
peningin. Sama hvat innihaldið í bókini er.

Føroyaprent
stóð seg ikki í kappingini um hesa bókina, og tað er helst har, ið frensurin er
grivin.

At
vit ikki bóðu aðrar prentsmiðjur í Føroyum gera arbeiðið kemst av, at tær klára
ikki at avgreiða heilbindbøkur uttan at binda bókina inn í Danmark. Tó hevur prentsmiðjan
Prenta júst nú fingið stóra prentmaskinu, sum helst fer at broyta mynstrið.

 

Vit
hava í fleiri ár lagt nógvar eins stórar og størri bøkur til rættis. Til dømis
Vestmanna søgu, Klaksvíkar søgu, Hotel Føroyar og mangar aðrar. Allar eru
prentaðar í útlondum, og tað er bara EIN einføld orsøk til tað: føroysku
prentsmiðjurnar standa seg ikki í kappingini.   

Onkrar
av stóru bókunum vórðu lagdar til rættis á Estra í Gøtu og sendar haðan út í
heim. Fólk sótu uppi í erva á prentsmiðjuni og løgdu bøkurnar til rættis. Hví
fóru tey ikki niðurundir og prentaðu hana í kjallaranum? Tí Estra hevur ikki útgerðina
at gera slíkar bøkur.

 

Men
Føroyaprent? Klára tey ikki allar slíkar uppgávur? Nei, Føroyaprent hevur heldur
ikki maskinurnar, ið krevjast at gera heilbindbøkur av øllum handa slag.
Føroyaprent sendir tilfarið til Danmarkar at binda inn, og so verða bøkurnar
sendar aftur til Føroya at handa kundanum. Eyðvitað kostar tað, so tað er ikki
so ringt at skilja, hví prentsmiðjan ikki stendur seg í kappingini, so leingi sum
marknaðarkreftir ráða.

 

Sprotin
sum forlag stendur einsamallur fyri framleiðsluni av Loysingapolitikkur í 1940árunum. Vit hava fingið hesa uppgávu upp
hendur, sum vanligt er – sum Vestmanna kommuna, og Klaksvíkar kommuna og fleiri
einstaklingar hava biðið okkum gjørt. Vit fáa handrit og myndir og síggja til
at bøkurnar verða rættaðar, umbrotnar og prentaðar.

Fólkatingsgrunnurin,
ið onkur hevur hug at draga inn í málið, hevur fingið hetta stórverkið í lag og
goldið fyri søgufrøðiliga arbeiðið, ið gjørt er. Annars hevur
Fólkatingsgrunnurin einki við útgávuna at gera.

Sprotin
stendur einsamallur við ábyrgdini, øllum arbeiðinum og øllum prentútreiðslum. Og enn einaferð: Sprotin letur enn sum áður
marknaðarkreftirnar ráða og prentar, har ið mest fæst fyri peningin. Sama hvat
innihaldið í bókini er, og sama um prentsmiðjan eitur Føroyaprent ella okkurt
annað.

Jonhard Mikkelsen