Møðandi kunning

Fá tora at viðganga, at tey drukna í floyminum av upplýsingum, sum samskifti í modernaða gerandislívinum setir tey andlits til andlits við. Tað svarar helst til at royna at eta fleiri og fleiri máltíðir sama dag uttan at siga seg kenna nakra mettu yvirhøvur. Og máltíðirnar koma á einum flutningsbandi, sum ongantíð hvílir.

Nógv umrødda, og eitt sindur umstrídda, “vitanarsamfelagið” kann lýsast
uppá nógvar mátar. Tað er eitt av teimum hugtøkunum, sum fólk blaka upp í loft
viðhvørt, men ofta eisini missa niður á gólvið. Vitan kann millum annað knýtast
til upplýsing. Og upplýsing kann sum oftast knýtast til “inntak” av nøkrum, sum
vit sansa, lesa, tulka osfr. Men ov nógvir upplýsingar um ov nógv ymisk
viðurskifti uppá ov stutta tíð er ein hóttan ímóti einhvørjari verkætlan, sum
menniskju sum einstaklingar seta sær fyri. Megna vit at sodna allar upplýsingarnar,
er tann gylti spurningurin, sum vit noyðast at taka fram og viðgera í
samfelagnum. Fá tora at viðganga, at tey (næstan) drukna í floyminum av upplýsingum,
ið samskifti modernaða gerandislívsins setir tey andlits til andlits við. Tað
svarar helst til at royna at eta fleiri og fleiri máltíðir sama dag uttan at
siga seg kenna nakra mettu yvirhøvur. Og máltíðirnar koma á einum
flutningsbandi, sum ongantíð hvílir. Trupulleikin kann vaksa seg so stóran, at strongdi
einstaklingurin púra missir yvirlitsmyndina í lívinum vegna endaleysu
detaljurnar, sum í stóran mun eru eitt slag av ertandi ókrúti, ið fjalir vøkru
víðmyndina aftan fyri. Ongin kennir hetta so væl sum teldufólk, men eru vit
ikki øll vorðin “teldufólk” í dag?

Hetta er eitt samfelagsviðkomandi evni, tí tað kann senda dýrbara tíð og
orku – pengar, til dømis – niður í eitt svart hol, sum onki “úrslit” kemur
burturúr. Í prinsippinum kann ein ungur evnaríkur og framsøkin persónur brúka
tað mesta av sínum vaksna lívið til at svara emails og sms og øðrum hátøkniligum
elektroniskum boðum, uttan at nakrantíð koma til tað, hann “í grundini” ætlaði
sær at gjøgnumføra. Tað er eitt sindur sum í bókini Slottið hjá Franz Kafka.
Hvørja ferð slottið tykist at nærkast, so er tað kortini eitt sindur longur
burturi.  Eitt sindur kensluleyst
kann sigast, at samskiftið, ið inniber “upplýsinga-spjaðing” av onkrum slag, er
ein háttur at skúgva aðrar uppgávur til viks. Tó er talan fyrst og fremst um
eina – frá einstaka borgarans síðu – ótilætlaða avleiðing av, at nýggir miðlar
koma fram, ið yvirtaka samskiftið millum menniskju. Og tey, sum halda at evnið
einans er partur av einum sveimandi kjakið hjá ástøðiligum sosiologum kunnu
fara til Dr. David Lewis (bretskur sálarfrøðingur), sum er komin við “Information
Fatigue Syndrom”-hugtakinum, sum fleiri og fleiri serfrøðingar granska í. Sjálvandi
er hetta ikki nakað, sum øll fólk beinleiðis kenna seg aftur í, hóast upplýsingafloymurin,
ið serliga kemur við nýggju miðlunum, á ein ella annan hátt ávirkar lívsrútmu
teirra – bæði heima og til arbeiðis.

Tað, ið fyrst og fremst er hent síðstu 10-20 árini er, at tað er blivið so
ómetaliga lætt at samskifta við so ófatuliga nógvum fólkum tvørtur um øll
hugsandi mørk við rúkandi ferð. Ongin hevur nakað yvirlit yvir nøgdirnar av
upplýsingum, ið skifta eigara hvørt sekund og hvønn minutt kring friðleysa heim
okkara. Hetta er í sær sjálvum eitt slag av magi, sum vit halda okkum skilja. Nýggj
vitan verður framleidd skjótari, enn vit megna at fata tað. Vit eru, við øðrum
orðum, ongantíð, hóast harða stremban, heilt “dagførd”.  Eitt annað, sum er hent tey síðstu árini
er, at vit eru farin at brúka sera nógvar ymiskar miðlar til samskifti og
kunning í senn – til dømis útvarp, sjónvarp, bløð, telefonir, heimasíður, Facebook,
Twitter osfr. Og, ikki at gloyma, ovurstóru nøgdirnar av upplýsingum, sum vit
hava beinleiðis atgond til, eru eyðkendar av andsøgnum og serstakiliga óneyvum
lýsingum. Ongin veit við vissu hvat, ið hvør høvundar, avritar ella tillagar í
upplýsingunum í samskiftisrenslinum. Hetta er við til at skapa ein næstan
varandi ótryggleika, ið skapar djúpan iva og máttloysiskenslu: veit eg nóg nógv?
Havi eg nóg nógvar upplýsingar? Dugi eg at grundgeva fyri hesum? Osfr.

Upplýsingarmøði, ið er eitt úrslit av, at persónar arbeiða við ovurstórum
nøgdum av upplýsingum, sum ikki kunnu sodna, elvir javnan til strongd og máttloysiskenslu.
David Lewis, sum skrivaði frágreiðingina “Dying for Information?”, sigur millum
annað: “at hava ov nógvar upplýsingar er eins vandamikið og at hava ov fáar”. Og
onki tól, ið framleiðir og spjaðir upplýsingar, kann nakrantíð samanberast við
mannasinnið; sjálvt um túsund súrepli detta niður á einari teldu, sigur Lewis
argandi, so fer hon ikki at skapa tyngdarlógina! Í 2009 kom “Information
Fatigue” – upplýsingarmøði – á fyrsta sinni inn í Oxford English Dictionary.
Avbjóðingin hjá hvørjum einstakum borgara, og hjá samfelagnum sum heild, er at
læra at skilja millum “áhugavert” og “viðkomandi” í øllum upplýsingunum, ið eru
til taks. Alt er áhugavert fyri onkran persón okkurt tíðarbil, men hvussu
viðkomandi eru upplýsingarnar? Hóast skúlabørn og lesandi á hægri lærustovnum
hvønn dag verða biðin um at loysa hendan knútin, so hava vit í veruleikanum
onki alment háttalag, ið kann fáa okkum at lúka tað óneyðuga og óviðkomandi
burtur úr rúgvuni av tilfari.

Fyrr var vanligt, at skjøl vórðu hildin tætt at kroppinum fyri at verja seg
ímóti mótpartinum í einhvørjari trætu av politiskum, løgfrøðiligum,
búskaparligum ella mentanarligum slag. Í dag verður tað øvugta ofta roknað sum
ein betri mannagongd. Mótparturin verður díktur undir við upplýsingum, ið gera
hann í ørviti, so at hann als ikki finnur “svarið”, ið liggur krógvað í
floyminum av tilfari. Tað sama uppliva nógv, tá tey fara út á alnetið á
upplýsingaveiðu. Tey finna ov nógv svar, sum tey ikki duga at brúka til nakað.
Og tann, sum fær øll svarini beinanvegin, hann hevur ofta ilt við at taka nakra
avgerð. Lat okkum siga, á fiskivinnumáli, at øll veiðan er hjáveiða, men at
hjáveiðan tó ikki verður blakað fyri borð! Tá upplýsingafloymurin loypir ræðslu
á fólk, so sláa tey viðhvørt heilan frá og taka púra skeivar avgerðir, sum
kunnu hava ræðuligar fylgjur fyri nógv fólk. Til dømis kann skurðlæknin ella
flogskiparin í nøkur fá sekund missa yvirlitið og vera so óheppin at taka eina
skeiva avgerð, ið illa kann rættast upp aftur. Og tíðin er sjálvandi ofta ein
kjarni í trupulleikanum. Klokkan gongur skjótari enn arbeiðsuppgávurnar, sum
vit ætla okkum at avgreiða.

Upplýsinga-ovfyllu kann í ringasta føri verða ein vanlukka fyri starvsfólk
ymsastaðni í modernaða samfelagnum. Email – teldubrøv – vera ofta tikin fram
sum eitt høvuðsdømi um nýggju avbjóðingarnar. Nógv starvsfólk føla at alt fleiri
koma inn í postkassan hvønn dag, og alt strævnari gerst at lesa, viðgera og
svara brøvunum. Brøvini verða eisini longri og longri, mangan eru stór samansett
skjøl eisini viðheft. Í USA verður dúgliga kjakast um, hvussu nógvar milliardir
dollarar tíðin, ið einans fer til at putla við teldubrøv kostar samfelagnum
hvørt ár. Trupult er at rokna seg fram til nakað endaligt tal, tí sjálvandi
kunnu teldubrøv eisini vera sæð sum inntøkuskapandi. Møðin av
upplýsingar-ovfyllu kemst eisini av, at fólk flest ynskja at hava samband við
samskiftis- og kunningartøkniligu skipanirnar 24 tímar um dagin. Ræðslan fyri
at fáa tað “nýggjasta nýggja” ov seint at vita, og harvið at dragna aftur úr í
vitanarsamfelagnum, fær fólk at dragsa teldur og telefonir við sær líkamikið um
tey eru til fjals, til sjós ella uppi í himlinum. Og meðan tit hava brúkt tíð
til at lesa hendan lítla tekstin, so hava tit lesarar óivað fingið nógv nýggj boð
inn á fartelefonir, teldupostar, blogs, heimasíður og aðrastaðni, ið tit
ferðast. Spurningurin er so, um teksturin er “viðkomandi” ella ei; um hann skal
í ruskílatið ella í skjáttuna.
Firouz Gaini