meira av tí góða – kemur út 2. maj

30 ár er liðin, síðan Hotel Føroyar flutti niðan á Kerjar tað bjarta várið 1983, tá ið vit umframt hotellið fingu Norðurlandahúsið og Norrønu. Eitt sjaldsama hendingaríkt vár, sum boðaði frá framburði og framfýsni. Eisini eru 80 ár síðan Hotel Føroyar fyrstu ferð byrjaði sítt virksemi á Kongabrúnni.

Hotellið hevur verið karmur um mangt og
hvat forvitnisligt og serstakt hesi 80 árini. Serligir gestir, serligir
døgurðar, serligar skráir, ráðstevnur og fundir á hægsta stigi.

Bókin er ikki skrivað sum eitt minnisrit,
men hon fagnar hotellvinnuni, matlistini, undirhaldinum og tí góða lívinum.

 

Søgan um 80 ára longu leiðina av
Kongabrúnni niðan í Kerjar er ein partur

av fagnaðarferðini. Ein líka stórur partur
eru søgurnar um øll tey støðini í

miðbýnum í Havn, har Hotel Føroyar hevur
sítt virksemi.

Tær søgurnar vísa okkum, at trivnaðurin og
fagnaðurin hjá fólki er best,

tá ið tíðirnar hava verið góðar. Tær søgurnar
vísa okkum eisini, at á summum

økjum var ikki so stórur munur at ganga í
gøtunum í London og í Havn.

 

Við virðing fyri søguni og øllum teimum
húsum, har hotellið í dag hevur

staðsett seg, er hetta ein roynd at lýsa
Rybergshandilin í Vágsbotni, Fabrikkina

hjá Østrøm í Rættará, Sjómansheimið,
Vertshúsið og Hotel Djurhuus og

spírandi hugin hjá Trónd Hansen at planta
trø, urtir og blómur.

Søgan um húsini, har Hotel Føroyar byrjaði
á Kongabrúnni, er serlig og

egin við tí skyldskapi, sum var millum hetta
húsið og Vertshúsið. Nú er hetta

eisini søga, men andin av Kongabrúnni
flutti við niðan í nýggja hotellið.

Bókin kemur á marknaðin hósdagin 2. maj.

Úr bókini:
Várið bjarta

–         

Nýtt
hotell, Norðurlandahús og Norrøna

 

Fólk trokast á Havnargøtum.
Serliga eru tað fremmandafólk, sum tysja aftur og fram,

inn og út úr krambúðum, út á
Tinganes og Skansan, og summi bara vála oman og niðan

eftir Áarvegnum.

 

Okkurt hendir í Havn í hesum
døgum fyrst í mai 1983. Nógvu útlendingarnir eru komnir

higar í sambandi við, at Norðurlandahúsið
skal lata upp. Spildurnýggja Hotel Føroyar

á Oyggjarvegnum hýsir flestu
gestunum, og tey, sum ikki halda seg hava megi í beinunum at ganga niðan á
hotellið eftir loknan dag, leska hýruvognsvinnuna í høvuðsstaðnum.

Tað er dagur í viku hvønn dag
hesa fyrstu vikuna í mai. Ikki bara fyri fremmandafólkini,

men eisini fyri
Havnarborgarar. Her yður av norðurlendingum. Tað liggur ein farri av altjóða

dámi yvir býnum, og tað er
ikki sørt, at ein spírandi vælferð er at hóma. Og føroyingar hava ikki bara fingið eitt altjóða
hotell og eitt savnandi mentanarstað. Miðlarnir bera

hvønn dag tíðindi um nýggja
ferðamannaskipið Norrønu, sum fær síni seinastu málingastrok

í Flensburger Schiffbau í Týsklandi.

 

Nøkur av hesum strokum eru á stóra
skorsteininum,

har listamálarar eru í holt við at

mála búmerkið hjá reiðarínum –
smyrlahøvdið,

sum Ingvør Nolsøe, grafikari, hevur

sniðgivið.

Nýggja hotellið millum Marknagil og

Oyggjarvegin

var nakað heilt serligt. Tað lá

so sjónligt í landslagnum, men gjørdi
kortini

ongan háva burtur úr sær sjálvum, tí

tað bretti sær ikki á. Heldur toygdi tað
seg

kurteisliga fram við lendinum.

 

Men í opna landslagnum bar ikki heilt til

at fjala seg, meðan byggingin fór fram.
Fólk

høvdu sæð alt virksemið, hvar tey enn vóru

í býnum, og tey hugdu forvitin, tá tey
koyrdu

niðan á Oyggjarvegin.

Á hendan hátt gjørdist

hotellið fólksins ogn, longu áðrenn tað
læt

upp. Fólk tóku tað til sín og frøddust um,
at

tað fór at taka tey til sín.

 

Nú hotellið stóð liðugt, var tað við síni

nýløgdu flagtekju ein partur av
landslagnum

og náttúruni, skorið inn í lendið við
hamrum,

sum í endurskininum frá glasvindeygunum

mintu um røkur, eygu og
skortar, har búfuglar

fjølgaðust, tá sólarglæman
spakuliga

sníkti seg vesturum.

Og Føroya fólk vórðu ikki
vónsvikin, tá tað

leið móti tí degi, at hotellið
skuldi standa

liðugt. Í fj.lmiðlunum bjóðaði
Hotel Føroyar

øllum áhugaðum at vera
vælkomin at síggja

nýggja hotellið seinnapartin
dýra biðidag 29.

apríl.

 

Har var fult hús. Og komandi
dagarnar

var somuleiðis fult í hvørjum
reiðri. Vikuskiftið

beint undan, at hotellið
alment var

tikið í nýtslu týsdagin 3.
mai, hevði leiðslan

á hotellinum bjóðað Meginfelag
teirra Brekaðu

í Føroyum og pensjónistum úr
Suðuroy,

Vágum, Norðoyggjum og úr Havn
at búgva

á hotellinum í tveir dagar.
Hetta var ein

staðfesting av, at hotellið
var fyri allar føroyingar.

 

Forrætturin hendan dagin var
havtaska

við grønmetiseggjasós, og
høvuðsrætturin

var fylt kalkun við
waldorfblandi og sm.rhitaðum

eplum, og aftur við var gott
vín.

Aftaná søgdu fleiri av
pensjónistunum, at

hetta var eitt hitt besta
vikuskifti í lívi teirra.

Tað var sum í brúdleypi allar
dagarnar, maturin

var fyrsta floks, og
starvsfólkini vóru

avbera fitt og blíð. Undirhald
av ymsum slag

fingu tey somuleiðis, tíðin
fleyg avstað, og tey

fingu ikki stundir at keða
seg.

 

Tey sóu film frá fiskiskapi
føroyinga í Grønlandi.

Varabiskupur Eivind Vilhelm
vitjaði.

Tita Vinther greiddi frá,
hvussu hon hevði

vovið seingjarteppini og
áklæðini á stólun-

um.

Marius Johannesen tosaði ein
av døgunum

um at eldast í Føroyum, og
Lina Larsen

undirhelt við einrøðuleiki.

 

Sunnukvøldið fóru fólk upp á
gólv, og

seinni var eingilskur dansur.
„Vit mugu hittast

aftur her um fimm ár“, segði
ein. „Fimm

ár“, svaraði ein annar, „tað
er alt ov leingi, tað

má vera fyrr enn so!“

 

Nýggja Hotel Føroyar bar boð
um eina

nýggja tíð í Føroyum.
Hotellplássini í Føroyum

høvdu verið avmarkað, og hetta
hevði

verið ein forðing fyri at
leggja stórar ráðstevnur

í Føroyum. Hotellið hevði 108
dupultkømur,

og øll pláss vóru umbiðin frá
tí degi,

hotellið læt upp og langt
tíðarskeið fram.

 

Útsýnið yvir Havnina,
Nólsoynna og fjørðin

var framúr. Sama, hvar tú
vart, á matstovuni,

í veitsluhøllini ella á
kamarinum, so

hevði tú alla dýrdina framman
fyri tær. Sjálvt

tá heystið kom, og dagarnir
gjørdust styttri,

vart tú tikin á fótum so
mangan morgun, tá

sólin reis undan Nólsoynni.
Gleðin og nøgdsemið

tvífaldast slíkar morgnar, tí
tað óvæntaða

góða kemur so óvart á teg.

 

Spildurnýggja hotellið gjørdi
seg nú til

reiðar at taka ímóti 200
norðurlendskum

gestum, sum skuldu gista á
hotellinum í

sambandi við, at
Norðurlandahúsið um fáar

dagar somuleiðis skuldi takast
í nýtslu.

 

Umframt blíðskap var
pensjonistavitjanin

um vikuskifti eitt slag av
aðalroynd fyri

starvsfólkini á hotellinum, og
um kv.ldið á

krossmessu 3. mai skuldu so
bæði køkurin og

veitsluhøllin standa sína
roynd fyri hundraðtals

innbodnum gestum, nú hotellið
alment

læt upp.

 

Og væl hilnaðist hetta várkvøldið.
Við talum,

sangi, undirhaldi og góðum
mati var

punktum sett fyri tíðina hjá
hotellinum á

Kongabrúnni,

har Tryggingarsambandið
yvirtók

allan bygningin. Samstundis

var sett á

eina nýggja byrjan við einum
nýggjum hotellhugburði,

sum saman við
Norðurlandahúsinum

og Norrønu kundi selja Føroyar
sum

ferðamannaland á ein øðrvísi hátt, enn gjørt

hevði verið frammanundan.

 

Tormóður Djurhuus málbar seg
sera beinrakið,

tá hann royndi sínar
skaldagávur í einum

prologi undir borðhaldinum,
har seinastu

ørindini vóru

Og um tú vitjar hendan veg,

Tú finnur nakað fyri seg,

Tí forn er rót, væl litir
falla,

Og fríð er ferðin millum
fjalla.

 

Og ikki skalt tú úti stá,

Tí her er herbergi at fá,

So fjálg er hendan høll at
gesta

– jú væl varð sátt, og væl er
heystað.

 

Týdningurin av Hotel Føroyum
varð mikil.

Tað gjørdi stóran mun fyri
hotellvinnuna í

síni heild, tað gjørdi mun
fyri ferðavinnuna

og tað gjørdi mun fyri
føroysku tjóðina, at

tað nú bar til at skipa fyri
stórum ráðstevnum

her. Hotellið var við til at
gera Føroyar kendar

úti í heimi, og góðu
umstøðurnar spjaddu

umdømið av føroysku náttúruni,
føroyskum

mati, føroyskari list og
føroyskum gestablídni.

 

Tað rumblar í Havnargøtum. Og
tað hoyrist

langan veg. 1983 var eins og
hini áttatiárini

merkt av sterkum politiskum
sjónarmiðum,

har fólk vórðu sett í bás alt
eftir, um tey vóru

í parti við USA ella
Sovjetsamveldinum.

Tað var eystur ella vestur.
Hjá teimum, sum

stýrdu høgravenda Dagblaðnum,
var tað

næstan deyðsynd at taka undir
við rørslum

sum „Fólk fyri friði“.

 

Vanligt var at ganga
friðargongur annan

hvítusunnudag úr Havnini niðan
í Mjørkadal,

har fólkafundir vórðu hildnir.
Men nú

snórurin skuldi klippast í
Norðurlandahúsinum

sunnudagin 8. mai, var eitt
gylt høvi

hjá friðarrørsluni at gera
vart við seg. Tey

skulu ganga av Vaglinum, og
endamálið er

at koma fram við
Norðurlandahúsinum stutt

fyri vígsluna, so allir
veitsluklæddu gestirnir

kundu fáa ein føroyskan
avdubbingarboðskap,

tá teir komu oman av
hotellinum.

Nú tey koma fram við
spildurnýggju

svimjihøllini

í Gundadali, hoyrast tey
betur.

Og friðarskeltini síggjast
langan veg. Tað snýr

seg um at gera enda á kalda
krígnum. Men

sambært høgrapressuni er
friðarrørslan bara

vend móti USA og tess
sameindu, og tað er

hetta, sum skapar stóru
spenningarnar í føroyska

fólkinum.

 

„Frændur vælkomnir“, stendur á
einum

skelti. Friðargongan er
sostatt ikki móti

Norðurlandahúsinum

ella móti øllum teimum

fínu norðurlendsku gestunum.
Sum eitt

av mótmælisfólkunum segði,
hetta varð ikki

gjørt fyri at meinskast inn á
gestir okkara úr

hinum Norðurlondunum ella inn
á Norðurlandahúsið,

men fyri at gera vart við,
eisini

út um landamark, at nógvir
føroyingar óttast

hernaðardubbingina uttan um
okkum og tí

ikki longur tigandi vildu
hyggja at.

 

Jú, sanniliga, tað hendir
nakað í høvuðsstaðnum.

250 fólk eru komin upp í
mótmælisgonguna.

Ein er ikki taldur við, tað er

myndamaður Dagblaðsins.

 

Avdúkingin kemur í
mikudagsútgávuni

hjá blaðnum. 13 fólk úr
rúgvuni eru avmyndað

og verða húðflett og gjørd til
láturs. Stutti

teksturin á heilsíðuni saman
við persónsmyndunum

sigur nógv um spentu politisku

støðuna í hesi somu viku, sum
Hotel Føroyar

læt upp, Norðurlandahúsið varð
vígt og

Norrøna

gjørdi seg klára til
heimferðina.

Yvirskriftin var: „Perlu-trøll
og Setur-snobbar

í ørindagongu fyri KGB.“

 

„Ein vesalur skari av
hopp-høvdum,

kommunistum,

kirkjubøingum, vinstrahallum

skúlalærarum og akademiskum
snobbum

setti ein meiri skemtiligan
dám á mentaligu

grýluveitsluna seinasta
vikuskiftið.

 

Við Williami Heinesen á odda
seinastu

200 metrarnar nærkaðist
karnevalið Norðurlandahúsinum, har løgreglan mátti skilja

lort frá pannukøkum og vísa
rekavættunum

burtur frá mentanini.

Trupulleikin er bara, at
helvtin av ørindasveinunum

hjá KGB var innboðin til
vígsluna

av Norðurlandahúsinum.“

 

At vísa fingur var ikki
uppfunnið ella komið

til Føroya í 1983. Í staðin
brúktu partarnir

hvøss orð móti hvørjum øðrum í
bløðunum,

serliga Dagblaðnum og
Sosialinum. Men

onnur vápn vóru eisini tikin í
brúk. Møttust

tveir av víðgongdastu mótstøðumonnunum

á gøtuni, gálvaðu teir eftir
hvørjum øðrum.