Ársins pressumynd
“Tá ið vit fóru undir EXIT Føroyar bókina, vildu vit hava fólk av kjøti og blóði at siga søguna um trupla føroyska spurningin um fólkaflyting úr fantasiska landi okkara. Serliga søgan um kvinnuundirskotið var týdningarmikil at fáa við. Ætlanin var, at søgan skuldi sigast við orðum, men so sannliga eisini í myndum. Hesin parturin verður oftani niðurraðfestur, men nógv tíð og orka varð nýtt til at fáa myndirnar at siga søguna saman við tekstinum.”
Grundgevingarnar at velja júst hesa myndina vóru m.a.
verður ikki sørt ovfarin at frætta, at ein mynd úr eini bók verður vald ársins
pressumynd. Tað var ikki gamalt! Vanliga seta vit orðið “pressumynd”
í samband við bløð og ikki bøkur.
Men
bókin boðar í royndum fyri nøkrum, vit hava roynt at slóða fyri á Sprotanum í
fleiri ár. Vit vita um allar teir góðu heilar, ið fara í útlond at nema sær
kunnleika. Tey taka prógv – hvørt fínari enn annað. Men vit síggja tey ikki
aftur í kjakinum í Føroyum, hoyra alt ov fá aftur í útvarpinum, síggja alt ov
fá aftur í bløðunum. Hvat verður av teimum góðu heilunum við teimum góðu
útbúgvingunum?
Vit
vilja fegin hava ungar lesandi føroyingar ella nýútbúnar føroyingar at gera
vart við seg og leggja til brots í samfelagskjakinum.
Fyri
nøkrum árum síðan royndu Heini í Skorini og Páll Holm Johannesen seg við bókini
Krossvegum, sum var um ymsar
áskoðanir á gudtrúgv. Tað eydnaðist væl. Bókin varð nógv lisin og birti gott kjak.
Seinni
komu Janus á Ryggi og Heini í Skorini út við bókini Guð – er hann deyður? Bókin var framhald av ráðstevnu, ið var
í Norðurlandahúsinum.
komu Høgni Reistrup og Heri á Rógvi út við tíðargreinasavninum um vanlukkuligu
fráflytingina úr Føroyum. Bókin birti kjak, var grundarlag undir
pallborðsfundum og ráðstevnu og tvingaði politikararnar út í fjølmiðlarnar at
siga, hvør teirra støða var til spurningin – og ikki minst, um teir høvdu nakað,
ið bar á eina loysn.
Vit
vóna, at fleiri fara at nýta sama høvi, blanda seg í kjakið og blaka nýggj,
áhugaverd og væl lýst evni inn á vøllin at kjakast um.
við at fáa tilfarið út á marknaðin. Og myndin, ja hon eigur ikki minni leiklut enn teksturin. Ársins pressumynd 2013 er framúr, og vit ynskja Tróndi hjartaliga til lukku.