Vit takka hjartaliga fyri hetta bókaárið

Nú hava vit skjótt lagt 2012 aftur um okkum. Tær seinastu útgávurnar eru farnar í bókabúðirnar, og tann seinasta klubbabókin er á veg til klubbalimirnar. Vit hava við bókunum kagað inn í so mangar sjaldnar og áhugaverdar tilverur í 2012, at tíðin er bara farin ógáað afturvið. Á marknaðin eru í ár komnar 52 pappírsbøkur og 77 e-bøkur frá Sprotanum. Vit halda fram í 2013 við góðum treysti, ynskja øllum okkara lesarum mangar fjálgar bókaløtur í vetrarmyrkrinum og takka øllum hjartaliga fyri hetta bókaárið.