Heiðra Jens Pauli Heinesen
Í dag endurútgeva vit stórverkini “Á ferð inn í eina óendaliga søgu” og “Tú Upphavsins Heimur”.
Vit vilja heiðra Jens Paula og varpa ljós á skaldaverk hansara. Sonur Jens Paula, Janus á Húsagarði, hevur gjørt litføgru permurnar, og innihaldið er veruligar perlur í føroyskum skaldskapi.
Stórt hátíðarhald verður í Norðurlandahúsinum í samband við 80-ára føðingardag Jens Paula Heinesens.