Bókmentakvøld og nýggjur føroyskur e-bókaportalur verður latin upp
Bókasavnið við Løkin í Runavík verður karmur um áhugavert bókmentatiltak hóskvøldið 25. oktobur kl. 19.00.
Tiltakið er fyriskipað sum samstarv millum bókasavnið og okkum. Fjølbroytt og sera forvitnislig skrá er sett saman við framløgum, upplestri og tónleiki.
Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum, hevur eina framløgu um bókaárið 2012
Nýútkomna “Brævabókin” eftir viðgitna russiska høvundin Mikhail Sjisjkin verður umrødd. Vit hoyra brot úr samrøðu við russiska høvundan, tá hann vitjaði í Føroyum í farnu viku, og Páll Danielsen fer at lesa brot úr bókini
E-bókaportalurin VITRA verður latin upp, og almenningurin sleppur inn
Heri á Rógvu greiðir frá bókini “EXIT Føroyar”, sum hann og Høgni Reistrup hava ritstjórnað. Bókin leggur upp til kjak og loysnir, ið kunnu liggja fyri stavn
Heini Olsen vísir eitt stutt filmbrot frá tíðini hann arbeiddi sum ungur verkfrøðingur niðri í Persia í fimmtiárunum. Hann hevur skrivað bók um lívsroyndir sínar millum muhameds menn og kvinnur
Steðgur og bókasavnið bjóðar drekkamunn og okkurt gott afturvið
Elin Henriksen fer at umrøða bókina “Vegginurin” eftir Marlen Haushofer
Edvard Olsen fer at umrøða bókina “Kristin Lavransdóttir 1”, og Páll Danielsen fer at lesa brot úr hesi bók
Jonhard Mikkelsen greiðir frá bókini ”Heilsan Pól F” og vit hoyra vit brot úr samrøðu, gjørd var við Pól F., tá ið hann fylti 70 ár. Hanus G. Johansen fer at leggja koll í kvøldið við tveimum løgum, hann hevur sett til yrkingar hjá Pól F.
Bókasavnið bjóðar aftur drekka og okkurt afturvið, og fólk kunnu práta og hugna sær. Tiltakið er alment og ókeypis. Byrjað verður klokkan 19 og skráin røkkur væntandi til uml. klokkan 21.