Innbjóðing – klubbalimir
Nú er heystið á okkum aftur. Stillu kvøldini eru spakuliga farin at leingjast, gerandisdagurin hevur funnið stevið aftur og eisini á Sprotanum.
Í ár hava vit sett okkum fyri at skipa fyri onkrum hugnakvøldum í sambandi við útgávurnar, ið liggja fyri framman. Fyrsta kvøldið verður í Hornahúsinum í Havn mikukvøldið 5. september kl. 20, og verður tað um bókina Kristin Lavransdóttir 1, sum klubbalimir júst hava fingið.
Allir bókaklubbalimir eru hjartaliga væl komnir til løtuna og væl komnir at taka sær ein gest við.
Gleða okkum at síggja teg.