Skal lívið toppa í topphúgvu, 
mást tú vera skammleyst óræddur


Bókin um landsliðsmálmannin í topphúgvuni er útkomin. Trukkførarin arbeiddi seg fram til stjóra í Vaðhorni. Einki løgið er í tí, tí hann leyp av trukkinum í áttatiárunum og bjóðaði evropisku fóbóltsmillióningunum av. Tað krevur meira enn vanligt áræði.

Føroyar savnaðu hesar trukkførarar, bakarar, elektrikarar, bilmekanikarar, húsasmiðir og annað gott fólk í eitt gott lið. Málmaðurin læt seg í ein hvíta topphúgvu, og saman flongdu teir Eysturríki. 



Eysturríkarar skelva framvegis fyri húgvuni, landsliðsvenjarin hjá eysturríkarum tá hevur marruna enn, og føroyingar eru framvegis heitir um hjartað, tá ið hugsað verður um løtuna. Nú hevur Jens Martin Knudsen sagt sína fótbóltssøgu og lýsir hetta lívið innanífrá. 

Úr málinum, úr umklæðingarrúminum, úr einseminum á kømurunum um kvøldið umframt spenningin at standa í mál, frøina at skora mál og endiliga at koma á mál sum sigursharri. 



Søgan ber boð um ókúgandi vilja, dirvi og seiggi – og hon er ikki keðilig.

MAÐURIN VIÐ TOPPHÚGVUNI fæst á føroyskum, enskum og týskum.