Veggurin

VEGGURIN er skaldsøga eftir Marlen Haushofer. Bókin viðger viðurskiftini millum menniskja og náttúru og menniskju sínámill­um á ein hátt, sum ikki er minni viðkomandi nú, enn tá bókin kom út í 1963; og tí kemur hon framvegis í nýggjum útgávum. Bókin er eisini gjørd til film, sum er frumsýndur í 2012 (Die Wand). VEGGURIN kom út á Sprotanum í mai.

Ein kona fer saman við skyldfólkum at ferðast nakrar dagar í einari veiðismáttu í fjøllunum í Eysturríki. Skyldfólkini, eini hjún, spáka ein túr oman í bygdina – og koma ongantíð aftur. Morgunin eftir fer konan at leita, men komin til munn­an á dalinum rennir hon ímóti einum ósjónligum veggi, sum eingin sleppur ígjøgnum. Hinumegin veggin er alt stirðnað – fuglar, djór og menniskju. Í dalinum er konan avbyrgd frá øllum; og saman við djórum sínum – einum hundi, einari kettu og einari kúgv – knógvar hon seg gjøgnum vár, summar, heyst og vetur. Gjøgnum hetta stríðið lærir hon at kenna likam sítt, fortíð sína og ikki minst náttúruna og støðu menniskjans í henni.

Um høvundan
Marlen Haushofer var fødd tann 11. apríl 1920 í Frauenstein í Eysturríki. Hon las málvísindi í Wien og Graz og búði seinni saman við manni og tveimum børnum í Steyr. Marlen Haushofer doyði tann 21. mars 1970 í Wien. Hon hevur fingið heiðurslønir fyri fleiri av bókum sínum. Hóast heiðurslønirnar gjørdust bøkurnar hjá Marlen Haushofer ikki av álvara kendar fyrr enn eftir, at hon var deyð, og bøkur hennara eru týddar til nógv mál. Bókin VEGGURIN verður mett sum høvuðsverk hennara.

VEGGURIN kostar 188,-. Elin Henriksen hevur týtt úr týskum.