“…Sig frá…” – harðskapur og kynsligur ágangur ER til
Miðjan juni koma tvær bøkur út á forlagnum Sprotanum, sum bæði eru kærkomnar, men sum ein við einum hjartasuffi eisini hevði viljað verið fyri uttan, tí tær snúgva seg um harðskap og kynsligan ágang á børn og ung. Onnur bókin er vaksnamannabók “… sig frá …”, sum við dømum lýsir viðkvæma evnið á fjøltáttaðan hátt og týðiliga skynir millum, hvussu rættarsamfelagið hoyrir og dømir, og hvussu vanliga samfelagið – tú og eg – lurta, virða og lata tey sleppa at siga frá. Hin bókin, Eg eri eg! Mín eg, er samrøðubók ætlað børnum at læra tey at gera vart við seg og sínar kenslur, at geva teimum dirvi at seta mørk og at koma til ein vaksnan við sínum loyndarmálum, um tey hava tað fyri neyðini.
Harðskapur og kynsligur ágangur í Føroyum
At kasta ábyrgdog álit frá sær er tað lætta, men er tað tað rætta?
Í bókini verður fleiri ferðir nevnt, at tey, sum hava verið fyri ágangi, mugu sanna, at allir trupulleikar verri enn so verða loystir, eftir at tey umsíðir hava hættað sær at siga onkrum frá tí, sum tey hava upplivað. Eitt er, at vaksna álitisfólkið trýr tí, sum sagt verður, tá ið barnið vendir sær til viðkomandi, men verður farið víðari við málinum, skulu børnini siga søgu sína fleiri ferðir, og kemur tað so langt sum rættarinnar veg, so kunnu tey vænta, at ivi verður sáddur um frágreiðingina, tí soleiðis er rættarskipanin. Óneyðugt er at siga, at hetta fer illa við fólki – bæði tí, sum hevur verið fyri ágangi, men eisini næstringum, vinfólki og kenningum. Eingin ivi er um, at Margrethe W. Aasland heldur tað vera týdningarmikið, at fólk eru, sum hoyra og síggja hesi sakleysu ólukkudýrini, ið hava verið fyri ágangi. Tað er týdningarmikið, at offrini kenna á sær, at tey eiga onkran góðan, sum tey í trúnaði kunnu siga alt við. Ein, sum trýr teimum, stuðlar og í verki vísir á, hvar tey kunnu fáa hjálp, so tey fóta sær og eiga eina framtíð.Í “… sig frá …” vísir Margrethe Wiede Aasland á gongdar leiðir, tó at talan als ikki er um lættar loysnir. Men eins og í barnabókini har bæði børn og vaksin fáa nøkur góð mennandi amboð at seta orð á alskyns kenslur og ódámlig loyndarmál, fær tann vaksni vónandi nøkur amboð, sum gera, at ein hevur dirvi at lata eygu og oyru upp, tí alneyðugt er, at fólk eru før fyri at geva teimum ans, sum hava verið fyri misbroti. Tað snýr seg um at vísa offrunum, at tey trygt og órædd kunnu siga sína søgu, sama hvør møguligur rættarúrskurður verður.
Øll hava rætt at verða hoyrd og sædd, men tá er eisini neyðugt, at onnur fólk eru, ið hava førleika at síggja og hoyra tað, sum vanliga verður dult sum mansmorð, tí tað júst er so trupultat seta orð á. Í sambandi við harðskap og kynsligan ágang er skommin eitt, men kenslan av sviki er næstan tað ræðuligasta! Barnið, sum hevur verið fyri ágangi, kennir seg kanska svikið, men í teirri løtu at tað sigur søgu sína, kennir tað eisini, at tað svíkur onkran. Einki barn í verðini eigur uppiborið at standa í slíkari støðu, men eru eingi oyru, ið hoyra, og eingi eygu, ið síggja, so eru útlitini døpur, og misbrótarin, maður ella kona, mamma ella pápi, omma ella abbi, kann halda á og fær heldur ikki hjálp!
Í fororðunum í bókini sigur Gunnar Stålsett biskupur:
Tað snýr seg um at gera verju um barnsins friðhalgaða mannavirði.
Í einum samfelagi, sum byggir á kristna og humanistiska mannaáskoðan, átti hetta at verið sjálvsagt. Men so er tíverri ikki. Mannavirði og mannarættindi hjá børnum eiga støðugt at verða viðgjørd í samfelagskjakinum. Tí takka vit fyri hesa bók, sum í ramasta álvara viðger barnsins mannavirði neyvt og veruliga. Kanska fer hon at birta skilagott orðaskifti um batar um barnins óreingiliga rætt. Tað er barnsins likam og sál, ið her ræður um. Tað er stríðið vert. (“…Sig frá…”, s. 11)
Og í fororðunum í barnabókini, sum Ada Sofie Austegård fakligur leiðari á Stine Sofie Stiftelse eigur, verður víst á, hvussu barnalyndið er, og hvussu trupult tað er hjá vaksnum at verja tey, um ein ikki júst setur álit sítt á teir førleikar, sum eru í tí at duga og hava dirvi at seta mørk. Og tað mugu tilkomin fólk læra børnini, so tey hava ein kjans at fóta sær.
Eitt ár eftir at lítla dóttir mín Stine Sofie, 8 ár, og vinkona hennara Lena, 10 ár, vórðu ógvusliga neyðtiknar og tiknar av lívi í Baneheia í 2000, siti eg á eini trampolin saman við einum 5 ára gomlum smádreingi. Hann spyr meg, hví Stine Sofie fór við teimum báðum monnunum, sum ikki vóru fittir, niðan í skógin. Eg svaraði, at menninir lugu fyri gentunum og søgdu, at tær skuldu síggja nakrar fittar kettlingar, sum máttu flytast til tryggari stað. Smádrongurin sigur so hissini: “Um onkur, eg ikki kenni, spyr meg, um eg vil síggja kettlingar, so sigi eg nei.” “ So ert tú sera raskur,” svari eg. Hann verður í døpurhuga og starir at mær eina løtu, áðrenn hann spyr: “Men um nú onkur spyr, um eg vil síggja eina kanin…?”
Hvat skuldi eg nú svara? Tað er júst hetta, tað snýr seg um, hvussu forða ella fyribyrgja vit, at børn verður lumpað? Henda samrøða segði mær okkurt; eg havi ongantíð gloymt tann vísa spurningin, ið hesin smádrongur setti. (Eg eri eg! Mín eg, s. 7)
Rithøvundurin sigur í einum øðrum broti, at tá ið hon var ung og nam sær útbúgving, tá var lítið og einki tosað um hetta evnið, og tað gav at bíta, tá ið hon nøkur ár seinni hevði ampa av eini gentu á dagstovninum. Hon visti ikki akkurát, hvat tað var, ið hon bar ótta um, men alt ruggaði ikki rætt, og hon vendi sær til leiðaran:
Fyri mongum árum síðan var eg í døpurhuga um eina smágentu, ið var 2 ár. Tað var ”okkurt ”, ið órógvaði meg. Leiðarin í barnagarðinum svaraði mær, atmamman hevði eitt ógvuliga sjáldsamt hársnið, og at eg tí átti at skilja, at gentan av tí sama var heldur sjáldsom; tað var so tað, eg skuldi ikki hugsa meir um tað. Júst tí at mamman hevði eitt so rárt hársnið, kendi eg hana aftur 12 ár seinni, tá ið eg av tilvildum hitti hana. Hon greiddi mær frá, at hon og dóttirin vóru í Oslo og fingu hjálp, tí pápin hevði kynsliga gjørt seg inn á dóttrina frá hon var 0 ár, til hon var 11 ár, og at hann var dømdur fyri tað. Gentan var tá 14 ár og hevði verið skøkja og narkomanur. Eina slíka samrøðu unni eg ongum. Hevði lagnan hjá dóttur og móður verið ein onnur, um eg hevði gjørt okkurt ta ferðina, eg var so ørkymlað, 12 ár frammanundan?
Ert tú stúrin ella ørkymlað/ur, ger so okkurt. Ikki er vist, at barnið ella tann ungi verða kynsliga misnýtt, men hugsa um álvaran og hjálp alt, tú kanst. Og hittir tú hann ella hana aftur 10 – 15 ár seinni, veitst tú, at tú gjørdi tað, tú kundi. Hugsa um álvaran og ivan, sum kanska fara at níva. Ger okkurt, hugsa teg um, vend ongum bakið! Kanska hjálpti tað, tú gjørdi, kanska ikki, kanska versnaði – vit, sum hava við fólk at gera, vit mugu liva í óvissuni. (“…Sig frá…”, s. 19-20)
Ivaleyst man onkur vera, ið kennir seg aftur í summum frágreiðingum, men bókin dømir ongantíð, heldur verður víst á, hvørjar møguleikar ein hevur at hjálpa og stuðla. Gjørt verður vart við, at øll sum ein hava ábyrgd og skyldu at gera nakað við slíkt mál, men greitt verður frá muninum millum ymsu fráboðanarskyldurnar, ið eru treytaðar av serligum starvi og vanligari borgaraskyldu. Ein skilur eisini á lagnum, at ein ikki skal halda, at hini kunnu taka sær av slíkum máli. Øll – ikki bara tey, sum hava prógv sum umsorgarpersónar (pedagogar, sjúkrasystrar, lærarar o.fl.)– eru umsorgarpersónar,tá ið tað snýr sum harðskap og kynsligan ágang.