Júst útkomin! Navnleysir vegir eftir Einar Már Guðmundsson

Søgan er sólin, ið skínir á kavan, meðan vit ganga móti bjartari tíðum. Tað var einaferð, tá ið íslendingar einki annað ljós kendu. Már sigur ikki frá stórum og týðandi hendingum, men um lívið hjá almúguni, sum líður nógva sorg, og frá tíðini, sum tey livdu í. Hóast bøkurnar hjá honum snúgva seg um lívsins døpru síður, so eru bøkurnar bjartskygdar, tí høvundurin dugir so væl at meitla út djúpar persónar, at lýsa hendingar við humori.

Søgugongdin er í Íslandi í krígnum. Landið er hertikið, og barakkir eru bygdar, og lesarin verður tikin við av øllum hendingunum, ið lýstar eru við rámandi humori. Úr stóra syskinaflokkinum fylgja vit aloftast Ragnari og Ívari. Ragnar er taxasjafførur, Spanialandsfari og kommunistur, og Ívar er náttúruheilivágsfrøðingur. Einar Már borðreiðir sum altíð fyrst við teirri hjartanemandi søguni hjá einstaklinginum og fer síðan yvir í eina meira samfelagsliga niðurstøðu. Enn ein heilarívandi íslendsk tjóðarsøga, javnvigað millum søguligar heimildir og hugflog, frá meistarans hond

Skrivistílurin hjá Einari Már er at blása upp ímyndaðar persónar til at gerast mynd á okkurt meira universelt og samfelagsliga viðkomandi, uttan tað, at hesir gerast parodiir, tí tað gerast teir so løgið tað enn kann tykjast ongantíð. Og her hitta vit Julius Blomberg, ella Júlla Blomm, sum er ímyndin av einum pengasjúkum jøda. Tað er undrannarvert, hvussu væl Már klárar at lýsa samfelagsligar trupulleikar, sjálvt fleiri ár áðrenn teir, sum nú, komu fram og elvdu til altjóða kjak. Er Júlli Blomm ikki ein nágreinilig lýsing av Evelyn Rothschild, kann verða spurt?

Miðilin hjá Einari Már til hetta undarliga stað í sálini, sum hann rakar so væl og sum eitur: at síggja støðuna, sum hon veruliga er, er gjøgnum humor, sum sprettir úr tí harða og ógvusliga íslendska gerandisdegnum, tá ið fíggjarlig kreppa er, á sama hátt sum ímyndin av føroyingum, sum velta og bróta upp úr nýggjum, seigliga, dag fyri dag og ár fyri ár. Tó er tað skeivt at bera Már í skaldsligu viðgerð síni saman við eitt íslendskt ross, tí tá fært tú ikki humorin við, tó at tú fært tað stigjavna strevið. Már er av allarstuttligastu og gløggastu norðurlendsku høvundum.

Navnleysir vegir er ein undarliga heilarívandi bók, sum fevnir um fleiri lagnur, sum kundu verið okkara egnu ella tann hjá okkara børnum, søgd við innlivingarstíli og merkiliga spádómsligum samfelagsligum og søguligum varhuga. Vilt tú verða íslendingur, ella seta teg inn í tað samfelagið og tann hugburðin og ta tjóðarsøguna, so mást tú lesa Már, og serliga Navnleysar vegir.

Bøkurnar hjá Einari Már eru odur til tey fólk, sum ganga á odda fyri at fáa modernitetinum innrás í Íslandi, teirra offur, teirra samanhald og kærleika.