Vegurin hjá ormi yvir klettin
Torgny Lindgren (f.1938), sum er navnframur svenskur rithøvundur og m.a. limur í Svenska Akademien, fekk sær útbúgving sum lærari í Umeå, har hann hitti komandi konu sína, sum eisini gekk á læraraskúlanum. Hann var lærari í nøkur ár, kommunupolitikari. Hann er ættaður úr Västerbotten eins og viðgitnu starvsfelagar hansara, P. O. Enquist og Sara Lidman.
Ritverk Lindgrens er eyðkent av uppvøkstrinum í Västerbotten, av áhuga hansara fyri heimspeki (í søgum hansara finna vit árin frá m.a. Schopenhauer og Kierkegaard og kristnu trúnni). Í søgum sínum er hann stundum hvassorðaður samfelagsrevsari við spei sum vápni. Gamansemin í verkum Lindgrens er ofta sniðfundig og tvíbotnað.
Vegurin hjá ormi yvir klettin (Ormens väg på hälleberget) er skaldsøga eftir Torgny Lindgren frá 1982, sum forlagið Nýlendi gav út á føroyskum í 1993. Skaldsøgan gjørdist endaliga frambrot Torgny Lindgrens sum rithøvundur, bæði heima í Svøríki og úti í heimi, varð týdd til mong mál og gjørd til film, og bæði lesarar og bókmentaummælarar fagnaðu henni við føgrum lovorðum. Skaldsøgan er partur av einari aldu av svenskum bónda- og verkamannaromantiskum bókmentum, sum eyðkendu 1970- og 1980-árini við verkum sum Samuels bok (Sven Delblanc), Musikanternas uttåg (P.O. Enquist) og Nabots sten (Sara Lidman) eru góð dømi um. Bókin er stutt til tað og er mest sum øll skrivað á västurbottniskum málføri.
Skaldsøgan:
Frásøgnin kenst ógvuliga verulig, og vit fáa innlit í eitt annað og sannari Svøríki enn tað, sum vit t.d. kenna frá romantisku bóndasøgunum hjá Astrid Lindgren. Veruleikin er hóast alt tann, at út ímóti 1 millión menniskju rýmdu til USA undan fátækdøminum í gamla Svøríki. Matneyð, innannøring, analfabetisma, drykkjuskapur og annar vesaldómur nívdi Svøríki seinna partin á 19. øld.
Í stuttum er at siga, at skaldsøgan fer fram í upphugsaðu bygdini Kolmýrarlíðini við Vindelälven inni í Västerbotten í seinna helmingi av 19. øld. Høvuðspersónurin Johan Johansson, “Janni”, verður borin í heim í 1849 sum elsti sonur í torparahúskinum, har abbin í móðurætt orsakað av vánaligum handilssansi hevur mist ognarrættin til heimið til handilsmannin í bygdini. Hann eitur Ol Karlsa. Janni er tann, sum í bókini sigur okkum alla søguna.
Tá ið abbin og seinni eisini faðir høvuðspersónin doyggja, stendur húskið eftir á berum. Eingin er at breyðføða tey, og handilsmaðurin Ol Karlsa velur nú at krevja leigugjaldið fyri jørðina við at krevja kynsligar tænastur av móður Janna, sum eitur Tea.
Tá ið Ol Karlsa er deyður, heldur sonur hansara, Karl Orsa, fram at krevja leiguna á sama hátt. Í fyrstuni frá Teu, men seinni eisini av dóttur Teu, Evu (sum eisini er hálvsystir hansara), og tá ið hon er deyð í barnferð, krevur hann leiguna av konu Janna, sum eitur Jóhanna.
Vegurin hjá ormi yvir klettin er fleirfalt virðislønt meistaraverk, sum fer fram í gamla svenska bóndasamfelagnum. Tá ið rithøvundurin las bókina upp í útvarpinum, setti lurtaratalið met, og stutt eftir tað gjørdi Bo Widerberg skaldsøguna til film.
Einkjan Tea býr í einari bygd millum Lycksele og Norsjö inni í Västerbotten. Inntøku hevur hon onga, og aftur fyri fátækdømi sítt noyðist hon at rinda keypmanninum við kroppi sínum á sovibríkini.
Frásøgnin um lagnu hennara er løgd í munnin á Janna, sum er sonur hennara. Hann greiðir frá skuld og krøvum, sum eirindaleyst ganga í arv ættarlið eftir ættarlið, men sum til endans verða strikað av einari óvæntaðari hending.
“So er sagt, at á upphavsins morgni var mannakroppurin tað einasta, sum kundi nýtast, tá ið okkurt skuldi málast. Tí at við tí máli, sum tit mála, skal tykkum aftur verða mált, hevur tú sagt, Harri, og tey orðini vóru eisini ætlað Karli Orsa.”
Onnur viðgitin verk eftir Torgny Lindgren eru umframt hesa skaldsøguna m.a.:Merabs skönhet, Batseba, Legender, Ljuset, Till sanningens lov, Humluhunang, I Brokiga Blads vatten, Pölsen, Döden ett bekymmer, Maten, Minnen.