22.juli 2011
Nøkur orð um tað, ið hendi 22. juli á Útøya.
Tað stendur ein standmynd
av einum manni
á eini útoyggj
við eitt sveitakent vatn,
har eygu stara út í tóman heim,
og kroppur og andlitsbrøgd eru sálarleys.
Illkynjað spjørr
liggur um kropp,
arm, barm
og byrsumúla,
og hvør kúla
ber sítt navnabretti
av devulssettum
tramansskapi
úr heljareyga,
sum eltirsótsvart
krútdoyggj
á eini útoyggj
við politiskum,
fasistiskum,
oyðandi boðskapi:
“Slá í hel!”
Óndskapurin stendur millum kross og hosu –
millum rivjabein og vargaeygu:
“Eg vil drepa!
Eg vil drepa,
drepa ungar sálir
ein summardag,
sum elska lívið ogfrælsið
við ljósum dreymum
um opinleika, rættvísi, brøðralag,
millum allar tjóðir,
fólkasløg og bygdaløg
á Guðs grønu jørð!”
Blóðið rann millum silkigras
og litríkar útoyggjablómur,
smáar tinnur
og brimbrýnt malargrót
og litaði deytt vatn reytt.
Blóðið reinsar –
í kærleikans –
og bardagaliti.
Vaskar fjøruklett
við blóði reyðum
av ungum sálum deyðum,
ið lótu blóð
til frælsi, brøðralag
ein ljósan dag í juli.
Frits 22.juli 2011
Mynd: Heðin Kambsdal