Myndaorðabók

Til teirra, ið vilja læra seg enskt og samstundis lesa um Mumi, er myndaorðabók komin í handlarnar.

Myndaorðabókin úr Mumidali er ein stuttligur og einfaldur máti at læra seg grundarlagið í enska málinum. Bókin er full av hentum orðum og litríkum myndum.

Við Myndaorðabókini úr Mumidali er tað lætt hjá børnum í øllum aldri at betra um sítt enska orðatilfeingi. Í myndaorðabókini eru meira enn 1200 spennandi orð
og áhugaverd orð innan ymisk øki. Her finnast orð fyri litir, skap og mótsetningar. Vit práta um veðrið og árstíðirnar og spyrja, hvat klokkan er. Tekningarnar
hjá Tove Jansson er fullar av smálutum, so nógvir møguleikar eru at siga frá tí, tú sært!

Við Myndaorðabókini gongur tað sum eftir ánni at læra seg eitt nýtt mál.

Bókadeildin gevur bókina út. Hon er innbundin og 128 bls. við føroyskum-enskum og enskum-føroyskum orðalista aftast. Karl N. Hansen hevur týtt úr enskum.