Oyruni á Buster
Tá ið Eva er sjey ára gomul, ger hon av at myrða mammu sína – tíggju ár seinni ger hon álvara av tí. Sálarfrøðilig drama um kærleika og umsorganarloysi.
Skaldsøga eftir Maria Ernestam
Hvussu kann tað enda so illa? Tað verður avdúkað lag eftir lag í dagbókini, sum Eva á 56 ára føðingardegi sínum fær frá ommubarni sínum. Hon er vøkur við rósum á kápuni, Eva yndar rósur, men tær blonku síðurnar ræða. Seinar náttartímar verður hon tó drigin móti teimum og fer at hugsa nærri um tilburðir og kenslur, ið hon, sum árini eru liðin, hevur gjørt alt fyri at krógva og gloyma.
Mamman er framasøkin kvinna, henni dámar veitslur og glæstur og vil sleppa at liva lívið, og tað má heimalívið bøta fyri. Úteftir tykist húskið normalt, hóast grannalagið man undrast á, hví mamman altíð hevur okkurt ilt at bera dóttrini. 12 ára gomul upplivir Eva upp aftur eitt stórt svik, og hon endurnýggjar avgerð sína um at beina fyri mammuni, og lesarin fylgir nøtrandi við, hvussu hon fyrireikar seg og venur seg, so at hon er til reiðar til at endaligu uppgerðina.
Hendingarnar verða sæddar úr barnsins eygum, men sagt verður frá teimum við teirri frástøðu, sum 40-50 ár geva. Partleysi lesarin kann seta spurnatekin við frásøgufólksins trúvirði, men tað vikar ikki tann veruleika, at ein verður drigin inn í hesa sjáldsomu søguna; tú grunar okkurt, og í næsta kapitli fáa vit eitt vet afturat, hugsa: ”Nei, tað kann ikki bera til”, men so kemur upp aftur ein avdúking.
Men hvat er við hundsoyrunum í heitinum á bókini? Jú, hundurin Buster er tann fyrsti, sum má lúta fyri 12 ára gomlu Evu. Áðrenn hon limar hann sundur og jarðar hann, sker hon oyruni av honum og leggur tey í ein posa, sum ein verndargrip, og ígjøgnum alla bókina eru hetta einastu oyruni, sum lurta eftir tonkunum hjá hesum barninum, ið kennir seg einsamalt.
Av sonnum ein ógvislig søga.
Forljóð í skaldsøguni Oyruni á Buster eftir Mariu Ernestam
Havi eg greitt tær frá um hvalirnar? Ikki? So skal eg greiða tær frá um hvalirnar í íshavinum. Hvussu teir elskast.
Vit menniskju ganga upprætt. Vit fetta okkum á og toyggja okkum upp, so væl sum til ber, og vit hyggja upp á luftina, sum vit hava yvir okkum. So seta vit annan fótin fram um hin, aftur og aftur. Tað er okkara máti at flyta okkum fram ímóti tí máli, vit hava hugsað okkum, um vit nú hava hugsað okkum eitt mál og ikki bara vála í kring í miðleysum ovfarakæti.
Satt at siga hevur tað ongan týdning, tí rørslan er tann sama. Annar fóturin fram um hin og í upprættari støðu. Gloym ikki tað.
Stórhvalirnir í íshavinum harafturímóti, teir berjast við aldurnar við bøkslunum og bólta sær í stórhavi sínum og lata tað skola seg reinar úr øllum heraðshornum. Teimum nýtist ikki støðugt at seta nakað fram um nakað annað, men kunnu við teimum yndisligastu rørslum lata sveivina føra tann yvirvaksna kroppin hagar, teir vilja. Tá ið hvalirnir skulu taka seg fram, so eru tað ikki nakrir neyðarsligir føtur, sum koma fyrst, men tann stóri grúkurin. Hvalirnir liggja, tá ið teir taka seg fram. Tað mást tú heldur ikki gloyma.
Tá ið menniskjuni elskast, vilja tey eisini liggja. So kunnu tey hyggja upp á ástarvin sín, rannsaka instu tankarnar, finna tað ósagda og umskapa tað til veruleika. Menniskjuni nerta hvørt við annað við hondunum, sum ikki longur hjálpa til við rørsluni fram eftir, men til at røra hvørt við annað. Er alt gott og í lagi, kunnu tvey menniskju sameinast í onkrum, sum er størri enn tey sjálv, tá ið tey leggja seg niður at elskast. Eisini hetta er umráðandi, at tú ikki gloymir.
Tá ið tveir hvalir møtast í kærleika, leggja teir seg ikki niður. Vit menniskju síggja tað fleiri kilometrar burturfrá. Tveir yvirvaksnir skapningar, sum sporðreisast upp úr sjónum,tann váti blásturin, sum spruttar út í einum froysandi fagnaði til kynshugin, kropparnir, sum eru kroystir tætt saman. Hvalirnir í íshavinum elskast uppreistir og fáa tí ikki hugt upp í eyguni hvør á øðrum í ástarleikinum, tí eyguni sita hvørjumegin við á dryppandi, bøllutu kúluni og venda aftur eftir. Teir kunnu tískil ikki hyggja upp á stjørnurnar, sum eru stroyddar eftir luftini, ella rannsaka loyndarmálini hvør hjá øðrum við eygunum. Hvalirnir fáa heldur ikki hálsfevnt hvør annan við bøkslum sínum, men ástarhugur teirra er so sterkur, at hann fær hundraðtals tons at skelva. Hvussu skulu vit menniskju, ið ikki viga so mikið sum eitt neyðars lítið tons, við okkara avmarkaðu tonkum kunna ímynda okkum, hvussu stórur, hvussu víðfevndur, hvussu óendaligur hesin ástarhugur er, hvussu víðfevnd henda ástarsameiningin er?
Og tá ið hvalirnir at enda glíða hvør frá øðrum, so søkka teir niður aftur í íshavið, nøktaðir og undirgivnir, eru aftur í sjónum, umgirdir av havinum. Hvalirnir vakna til nýtt lív við at teir fara undir.