HEIMSATLAS ella HEIMASTÝRISATLAS ?

Vit, sum gingu í barnaskúla í 1950-unum, sótu í landalærutímunum við einum atlasi, har ið Danmark, sum vera man, átti høvuðsplássið. Og vit minnast síðuna, har ið Grønland og Føroyar stóðu skorðað ávikavist uppi í vinstra og høgra horni.

Heimurin hjá føroyskum skúlabørnum skuldi skoðast úr donskum sjónarhorni.

Sum 20. øld tók at halla, fekk tann stovnur, ið varðar av føroyskari skúlabókaútgávu, so frægar fíggjarvánir, at hann hættaði sær at fara at geva út eitt
føroyskt heimsatlas.

Skúlabókagrunnurin vendi særtil serfrøðingin Rolf Guttesen, sum tá var í starvi á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Rolf skuldi týða atlasnøvnini til
føroyskt.Er tað, sum skrivað er um hetta málið, rætt, lá Rolf oman á hesum tilfari í millum tvey og trý ár. So varð litið øðrum manni til at týða nøvnini.

Heimsatlasið hjá Skúlabókagrunninum kom út í 1993, og søluliga hevur tað fingið óføra undirtøku. Um 11.000 eintøk eru seld. Og tey, sum sjey ára gomul sluppu
at kveita í hetta atlasið á fyrsta sinni, eru nú 25 ár.

Skúlabókagrunnurin hevur gjørt av at endurskoða atlasið og hevur aftur vent sær til Rolf Guttesen, sum nú hevur heitið “adjungeraður lektari í søguligari
geografi” á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Sum sæst av blaðskriving, sum tikið hevur seg upp í sambandi við hesa útgávu, hevur hann aftur borið seg undan, nú grunnurin hevur biðið hann týða
navnatilfarið. Og grundin tykist vera, at grunnurin ikki frammanundan kann tryggja honum, at hann sum tann einasti av høvundunum, ið arbeiða fyri grunnin,
sleppur undan meginregluni, at øll handrit skulu viðgerast: fakliga, námsfrøðiliga og málsliga.

Henda dagin, útvarpið prátaði við Rolf, fekk málið tó eina skemtiliga vend, tí har kom fram, at ein høvuðsgrundin til, at hann ikki vildi týða, var, at hann
vildi tryggja sær, at atlasið skuldi endurspegla ríkisrættarligu støðu okkara. Politikarar úr fleiri flokkum (eisini onkur vrakaður politikari) stíga nú fram
og taka undir við hesum hjálandakenda sjónarmiði. Og so eru vit aftur afturi í 1953, tá ið eg fór í skúla: føroyskir skúlanæmingar skulu tvingast at skoða
heimin av Frúu plássi.

Tú ógvast við og spyrt teg sjálvan, um vit veruliga eru í 2011. Og skulu vit nú í øllum lærugreinum og á øllum floksstigum taka atlit til
ríkisfelagsskapin, tá ið undirvísingarmiðlar verða framleiddir?

Rolf Guttesen sigur í grein á Vágaportalinum pálsmessukvøld, at høvuðsreglurnar atlasinum viðvíkjandi, soleiðis sum hann kundi hugsað sær tær,eru
einfaldar:

1: Skriva nøvnini soleiðis, sum er vanligt í teim ymsu londunum
2: Loyvt er at brúka konventionell ella hevdvunnin nøvn (Keypmannahavn, Týskland)
3: Minkað mest møguligt um exonymir (fremmandur skrivimáti í fremmandum londum. Ikki Venedig men Venezia, ikki Grønhøvdaoyggjar men Kap Verde).

Her kann vísast á, at longu í 3. grein brýtur Rolf regluna, sum nevnd verður í 1. grein:

Grønhøvdaoyggjar eru portugisiskar (ikki danskar) og eita á portugisiskum (og eisini á sponskum) Cabo Verde. Hví skulu vit so í einum føroyskum atlasi
eftir nevndu høvuðsreglum skriva Kap Verde?

Ein góður vinmaður, eg hitti um dagarnar, svaraði spurninginum, tá ið hann um atlasmálið skemtandi helt fyri:

“Hvør er grundin til at geva út føroyskt atlas, um nøvnini ikki skulu endurgevast við støði í føroyskum ljóðreglum, men at tey heldur skulu endurgevast,
sum tey verða endurgivin í donskum atlasum?”

Av sonnum ein skilagóður spurningur.

Árni Dahl