Kvinnur í bíbliuni (1)
Sum øll vita, eru tekstirnir í bíbliuni vorðnir til í einum túsundáraskeiði, so tað sæst sjálvandi aftur, at ymiskar tíðir hava ymiskan hugburð, og tað er eisini galdandi, tá vit spyrja eftir kvinnunum í bíbliuni.
Men tað, sum ikki er broytt í hesum 1000-áraskeiði, er, at bíblian ógvuliga eintýtt lýsir eitt patriarkalskt samfelag og eina patriarkalska mentan og hugburð.
Og tað verður innanhýsis í bíbliuni ongantíð sett spurnartekin við, um tað kanska ikki er tað einasta rætta.
Tey vøkru orðini hjá Paulusi um, at Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein
maður í Kristi Jesusi (Gal 3,28) sipa einans til Guðsviðurskiftini og einki annað. Maðurin var yvirhøvdið allastaðni, lógirnar í GT eru skrivaðar til menn,
eisini tá tær koma inn á spurningar um kvinnur (t.d. 3. Mós 12,1-2 Og Harrin talaði við Móses og segði: v2 »Tala til Ísraelsmenn og sig: Tá ið kona
verður við barn og føðir sveinbarn, skal hon vera órein í sjey dagar; sama dagatal, sum hon er órein av mánasjúku síni, skal hon vera órein), ognarrætturin
fór frá faðiri til son (undantak 4.Mós 36, 6-9 um nakrar døtur, sum skulu arva faðir teirra, men við teirri treyt, at tær giftast monnum úr faðirættini, so
arvaluturin verður verandi í ættini). Løgfrøðiliga høvdu kvinnur ongan status, undantøk vóru, um tær vóru einkjur, fráskildar ella prostitueraðar osfr.
Men so eru tað sjálvandi undantøk, har sum kvinnurnar hava gjørt vart við seg upp á gott ella ónt:
Debora (Dóm 4,4) var dómari og profetur, Mirjam (2.Mós 15,20) og Hulda (2.Kg 22,14) vóru profetkonur og Nóadja (Neh 6,14) spákona. Tað vóru eisini bara menn,
sum fóru í kríggj, og tað var stór skomm fyri ein mann at verða særdur ella dripin av eini kvinnu, sum (Dóm 9,52ff) tá Ábimelek gjørdi álop á eitt torn, haðani
ein kona kastaði ein kvarnarstein í høvdið á honum og smildraði høvuðskalla hansara. Tá rópti hann á sín vápnasvein og bað hann bregða svørðinum og drepa
seg, til tess at tað ikki skuldi verða sagt, at hann var vigin av konu. Menn høvdu skyldu til at vera við í guðstænastulívinum, konur høvdu bara í summum
førum loyvi til at vera við. Men sum vit vita, so er GT eisini fult av frásagnum um konur, sum hava stóra ávirkan, t.d. Sára hjá Ábrahami (1 Mós 17,15f),
einkjan Tamar (1 Mós 38,13) sum ikki fekk tann hjúnafelagin, verfaðir hennara hevði biðið hana bíða eftir, so tók hon sakina í egnar hendur og gav seg út fyri
at vera skøkja og syrgdi fyri at blíva uppá vegin við verfaðiri sínum, har er Jael (Dóm 4), sum við vakurleika sínum lokkar krígsmannin Sisera inn til sín og
við hamara slær ein tjaldhæl gjøgnum høvdið á honum, har er skøkjan Ráhab (Josva 2f), sum hýsir og hjálpir Josva og monnum hansara í Jeriko, har er Batseba
(2.Sám 11), sum dáraði Dávid, tað er tann vakra einkjan Judit úr apokrýfunum, sum bjargar býnum við at geva seg út fyri at vera skøkju, so hon sleppur framat
at høgga høvdið av persaranum Holofernes, har er Ábigail (1 Sám 25f),kona Nábal, sum var harður og illur í sær, meðan hon var vitug kona og fríð í
ásjón, sum hjálpi Dávidi og heri hansara móti vilja Nábals, og sum síðani fór frá manninum fyri at vera kona Dávids, har erRebekka (1.Mós 24f), sum hjálpti
Jákupi at snýta bæðiÍsak og Esav, har er tann djarva Ester, sum livir útlegd millum aðrar persiskar jødar og sum við snildum vinnir sínum folki sømdir
(farbróðir=Mordokai, Haman sum vil útrudda jødar), og har er Rut, sum er so trúføst móti familjuni hjá deyða manni sínum, og sum gerst ættmóðir hjá Dávidi
kongi.
Tá vit koma til nýggja testamentið (NT), er samfelagið uppaftur meira patriarkalskt, kvinnan varð vird sum húsmóðir og móðir, men hennara luttøka í tí almenna
og guðstænastuliga lívinum var ógvuliga avmarkað. Tað ber ikki til at siga, at tað sum Jesus segði og gjørdi var nakað beinleiðis ella stórvegis álop á ta
patriarkalsku skipanina. Teir tólv lærusveinarnir vóru menn, hóast eisini konur vóru við í fylginum (Mark 15, 40-41), t.d. sigur Markus í samband við
krossfestingina Men har vóru eisini nakrar kvinnur, sum stóðu langt burtur frá og hugdu at; millum teirra var bæði Maria Magdalena og Maria, móðir teirra
Jákups lítla og Jóses, og Salóme, tær, sum høvdu fylgt honum og tænt honum, meðan hann var í Galileu; og mangar aðrar kvinnur, sum høvdu verið í ferðini við
honum niðan til Jerúsalem.
Men tá Jesus brýtur reinleikareglurnar t.d. í sambandi við konuna við blóðsótt (Mark 5,25ff), og tá hann tosar um lærusveinarnar sum sína sonnu familju (Mark
3, 34.35) og um trúnna sum tað, ið frelsir eisini kvinnuna (og ikki tað, at kvinnan er mamma) (Luk 11,28), tað hevur saman við so mongum øðrum verið uppfatað
sum álvarslig brot á sið og skikk, meðan t.d. herðingin av boðnum um hjúnaskilnað (Mark 10, 11f) hevur virkað øvut.
Í Jesu egnu tíð er ikki hend nøkur stórvegis broyting í tí patriarkalska hugsanarháttinum, men tað broytist so hvørt sum tað jødiska og palestinensiska
kvinnusýnið kemur í samband við tað rómverska, sum var nógv fríari.Lukas evangelistur, sum hevur skrivað evangeliið uppímóti ár 100, og skrivað tað til
hellenistar, ikki til jødar, er sermerktur, tí tað er næstan við matematiskum neyvleika, at hann fær kvinnusøgur við: Hevur Zakarias sungið lovsong, so hevur
Maria eisini(1,67-79 &1,46,55); er Símun nevndur, so má Anna eisini nevnast (2,25-32 &2,36-38); skal Jairus við við dóttir síni (8,41), so skal eisini
einkjan í Nain við við syni sínum (7,12); við tann lógkøna tosar Jesus um hetta lívið (10,25), men við Martu tosar hann um uppreisn (10,38); skal Sakeus
kallast ein Ábrahams sonur (19,9), so skal ein kropin kona eisini kallast – gott nokk ikki Sárusa, men Ábrahams dóttir (13,16); hevur ein maður eitt
sinopskorn, so hevur kvinnan súrdeiggið (13,18-21); til hirðan, sum missir ein seyð, svarar ein kona, sum missir eina drakmu (15,1-10); og er Pætur úti við
grøvina hjá Jesusi, ja so eru kvinnurnar sjálvandi eisini til staðar, vóru enntá fleiri og fyrst og vóru sostatt tey fyrstu uppreisnarvitnini (kap
24).
Í ápostlasøguni og í brøvunum hjá Paulusi eru bæði menn og kvinnur vertar fyri kirkjuliðinum, t.d. (Áps 16,13ff) í Filippi fór Paulus og fylgi, sitat: Og
hvíludagin fóru vit út um bygdarliðið, fram við eini á, har sum vit hugsaðu, at ein bønahaldsstaður mundi vera, og vit settust niður og talaðu við kvinnurnar,
sum har komu saman. Og ein kona, Lýdia, at navni, sum handlaði við purpuri, úr bygdini Týatiru, ein kona, sum óttaðist Guð, lýddi á, og Harrin opnaði hjarta
hennara, so at hon gav gætur eftir tí, sum Paulus talaði. Og tá ið hon var doypt og hús hennara, bað hon og segði: »Um tit halda meg vera Harranum trúgva, tá
komið inn í hús mítt og verðið har.« Og hon noyddi okkum. Í Korint var Priskilla (Àps 18,2ff) og í Rómverjabrævinum (16, 1-16) skrivar Paulus: Eg leggi
eitt gott orð inn fyri Føbe, systur okkara, sum er tænari hjá kirkjuliðinum í Kenkreu, at tit taka ímót henni í Harranum, sum tað sømir heilagum, og dugna
henni í hvørjum føri, sum hon kann treingja til tykkara; tí at hon hevur verið ein stuðul hjá mongum og hjá mær sjálvum við. Heilsið Prisku og Akvilasi,
starvsfeløgum mínum í Kristi Jesusi, sum hava sett sítt egna lív í váða fyri lív mítt, og ikki eg einsamallur takki teimum, men eisini øll kirkjulið
heidninganna, og heilsið kirkjuliðinum í húsi teirra. Heilsið Epænetusi, mínum elskaða, sum er frumgróðurin úr Ásiu fyri Krist. Heilsið Mariu, sum hevur
arbeitt nógv fyri tykkum, og onkur onnur kona verður eisini nevnd.
Men tá vit nú í tíðini yvirhøvur spyrja eftir kvinnunum í bíbliuni, so er tað sjálvandi, tí at vit ikki longur hava eina patriarkalska skipan, men javnstøðu.
Spyrja vit t.d. hví Matteus sigur, at Jesus mettaði 5000 menn, umframt konur og børn (Matt 14,21ff), hann er væl úti uppá at nevna eitt so stórt manntal sum
gjørligt, sum varð mettað av fimm breyðum og eini greipu av fiski, so hevði hann talt øll við, kundi hann sum einki havt sagt 20.000 fólk, og tað hevði
tá ljóðað av meira. Men tað fellur honum bara ikki inn, og tað er kanska ikki so løgið, tí tað var ikki vanligt – hvørki hjá jødum ella rómverjum – at nevna
kvinnur í nøkrum útrokningum ella listum. Hvørki fíggjarliga ella juridiskt, men so heldur ikki í vanligum fólkatosi. Heilt bókstaviliga fatað taldu tær ikki
við.
Tað er tann vitanin, sum t.d. eisini setir spurnartekin við, hvat Maria skuldi í Betlehem á sinni: Tað kundi ikki vera til fólkateljingina – um
tað altso var nøkur fólkateljing tá: tað er ivasamt – tí har skuldi hon ikki teljast við. Tað var heldur ikki til ta skattaútskrivingina, sum var
um tað mundi og er søguliga prógvað, tí har taldi hon heldur ikki við. Men til Betlehem skuldi hon so, helst bara fyri at “skriftirnar skuldu ganga út”, og tað
kom hon so kanska eisini…
Av aðrari samtíðarsøgu er tað kanska meira til stuttleika vert at nevna, at onkur rabbinari helt, at kvinnan var so destruktiv, at tað var betri at skriftin
varð brend upp, heldur enn at falla í kvinnuhendur. Fyri ikki um at tala – og tað stendur í Pirke Abot, sum er eitt slag av tátíðar Emma Gad, har tað
strangliga verður rátt frá at skifta orð við kvinnur – fyri ikki um at tala, hvat skuldi hent tí pápanum, sum misrøkti sína uppgávu so, at hann læt dóttir sína
læra at lesa: Tað kundi jú hent, at hon fór at lesa í Móselógini! Alt tað var altso ein partur av tí umhvørvinum, sum kristindómurin varð til í. Og tað hava
guðfrøðingar altíð vitað og tikið við í sínar metingar, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at tilfarið er savnað saman og systematiserað, og tað eru tað
mest kvinnur í okkara øld, sum hava gjørt.
Eitt annað dømi er at kveita til tær apokryfu skriftirnar (t.e. tey, sum ikki vóru tikin við í bíbliuna), t.d. Mariu-evangeliið ella Maria Magdalenusa
evangelium, sum tað eisini verður kallað. Tað finst nú bara í brotum, men eitt brot lýsir, tá ið Maria Magdalena situr og fortelur lærusveinunum ymist, sum
Jesus hevur sagt henni. Pætur – sum altíð var skjótur hvønn vegin – loypir upp og spyr, um Jesus veruliga man hava tosað við eina kvinnu uttan um teir? Skal
hon verða lærari okkara nú? spyr hann. Og tá Maria verður kedd og spyr, um hann heldur, at hon lýgur um Harran, so blandar Levi seg uppí og sigur:
Pætur, tú øsir teg altíð upp! Tú tosar ímóti kvinnunum júst sum fíggindar okkara! Tú veitst, at Harrin kendi hana væl, og at hann helt meira av henni
enn av okkum.
Bara navnið Maria Magdalena, sum merkir Maria úr Magdala, sigur jú, at hon var sín egin: Hon verður ikki nevnd sum kona nakran, dóttir, systir ella mamma
nakran – og kanska er tað ein av grundunum til, at hon í traditiónini altíð hevur hildin vera skøkja, at tá hon ikki hoyrir til nakran ávísan mann, so má hon
hoyra til allar! Men hon var so til langt upp í miðøldina roknað sum apostul. (framhald)