Víst duga tey ungu at lesa!

So komu aftur úrslit av eini PISA-kanning, og alt er á gosi. Ein triðingur av næmingunum í 9. flokki dugir ikki nóg væl at lesa til at fáa eina útbúgving ella røkja eitt arbeiði.
 
Løgin kanning.

Víst duga nógv teir flestu næmingarnir í 9. flokki at lesa. Spurningurin er bara, hvat tú gevur teimum at lesa. Tey nógvu fáa syndarliga lítið burtur úr
einum fakligum teksti eitt nú innan náttúruvísindi.

Men um nú uppgávurnar í fakligari lesing í PISA-kanningini snúðu seg um ítrótt, tónleik, film, ferðing, teldu ella fartelefonir, so ivist eg ikki í, at tey
høvdu klárað tær bara heilt væl.

Sum lærari í framhaldsdeildini í náttúrulærugreinum møti eg hvønn dag næmingum, sum duga væl at lesa, men sum aldrin hava sæð øll hesi løgnu orðini, sum standa
í einum fakligum teksti. Ja, har kunnu vera so nógv púra ókend orð, at tey bara leypa alt um og gevast á hondum.

Og talan er væl at merkja ikki bara um fakheiti á ymsu økjunum, men orð, sum hjá flestu vaksnum eru púra vanlig gerandisorð. Men hesi vanligu gerandisorð hava
vit vaksnu ognað okkum í einum uppvøkstri, sum var fullkomiliga øðrvísi enn tann, sum børn og ung nú á døgum hava. Tí er orðatilfeingið heldur ikki tað
sama.

Eitt lítið dømi: “Halt jarntráðin í loganum, til hann gløðir.” Næmingar: “Hvat er tað, tráður?” Lærarin: “Ja, er tað nakar, sum veit?” Næm: “Band.”
“Sovorðið tá mann seymar.” Lær: “Ja, ein tráður er nakað, sum er sera langt og sera klænt. Kann vera úr ymiskum tilfari.” Næm: “Hvat er tað, loganum?” Lær:
“Nakar, sum veit, hvat ein logi er?” Næm: “???” Lær: “Tá ið okkurt brennur, síggja vit ein reyðgulan loga, hann er øgiliga heitur.” Næm: “Á, er tað flamman?”
Lær: “Ja, soleiðis verður tað eisini nevnt.” Næm: “Hvat er tað, gløðir?” Lær.: “Nakar, sum veit?” Næm: “???” “At hyggja; sum tá ið mann situr og gløðir :-)”
Lær: “Í hesum føri merkir tað nakað annað. Hava tit onkuntíð sæð okkurt sum brennur, og so verður tað reytt og sera heitt; tað er glóðin, sum liggur og
gløðir.” Næm: “Á ja, endin á einari sigarett, ein glóð!”

Her er ikki talan um serundirvísing ella tílíkt, men ein púra vanligan 7. flokk við fittum og skilagóðum næmingum. Og eg havi hoyrt ivaleysa nógvar líknandi
søgur frá lærarum til, at eg loyvi mær at halda, at hetta ikki er nakað undantak, men heldur umboðar nakað púra vanligt. Eitt annað og væl kent dømi er, tá
næmingar til fráfaringarroynd fólkaskúlans í greiðslurokning (tekstuppgávur) leggja uppgávurnar frá sær – ikki tí at teir ikki duga at rokna, men tí at teir
hava onga sum helst hóming av, hvat ein stórur partur av orðunum í uppgávunum er fyri nakað.

Orðatilfarið speglar tær upplivingar, sum viðkomandi hevur havt. Tað, sum eitt barn ongantíð upplivir saman við onkrum vaksnum, sum kann seta orð á, tað kann
barnið heldur ikki hava orðatilfar um. Fjølbroyttur lesnaður hjálpir, men tað er ikki nóg mikið.

Í mínum eygum er størsti trupulleikin ikki tann, at so nógvir skúlanæmingar ikki duga at lesa ella at fáa eitt innihald burtur úr einum vanligum teksti, men at
ein “vanligur tekstur” yður í orðum, sum tey aldrin hava hoyrt ella sæð áður, og sum vísa til fyribrigdi, ið tey aldrin hava møtt – ella sum eingin vaksin
hevur givið sær stundir til at seta orð á.

Tí haldi eg tað vera púra burturvið at vilja royna at loysa hetta vandamál við at seta børnini enn yngri og enn longur á skúlabonk. Summi børn læra seg sjálv
at lesa, áðrenn tey fara í skúla. Men tað merkir ikki tað sama sum, at øll børn eru búgvin at læra at lesa longu 5-6 ára gomul. Tað er roynt so nógva
staðni; og tá ið børnini gerast eldri, er eingin munur á lesiførleikanum hjá teimum, sum vórðu lærd at lesa tíðliga, og hjá teimum, sum fingu loyvi at bíða
(www.proalliance.dk/alliance). Eg kenni nógv dømi um børn, ið ikki lærdu at lesa, fyrr enn tey vóru 10 ára
gomul (tí tey fingu frið at bíða, til tey vóru til reiðar), og kortini stutt eftir lósu á jøvnum føti við javnaldrar sínar – ella betur. Kanska ræður tað nógv
meira um at fáa børn at hava lesihug, tá tey eru 10-11 ár og eldri, enn at øll skulu duga at lesa í 2. flokki.

Eingi prógv eru fyri, at lesiførleikin hjá ungum batnar av, at tey verða noydd at læra at lesa 5-6 ára gomul. Tað er so nógv annað, sum hevur týdning.

Í skúlabólkunum í dagstovnunum verður eitt gott og miðvíst arbeiði gjørt fyri at geva børnunum nógvar og fjølbroyttar upplivingar úti í náttúruni og úti í
samfelagnum; og nógv verður gjørt fyri at hjálpa børnunum at seta orð á upplivingarnar. Eg ivist ikki í, at fleiri lærarar í yngstu flokkunum eisini fegnir
vildu arbeitt meira tann vegin – men har er normeringin av vaksnum pr. tal á børnum so nógv verri enn á dagstovnunum. Hinvegin fáa pedagogar á dagstovnum onga
tíð til fyrireiking (1 tíma um vikuna!), so teir mugu fyrireika seg óløntir í síni frítíð. Tað skuldi verið so púra sjálvsagt, at pedagogar fingu minst 15% av
arbeiðstíðini til fyrireiking.

Sjálvandi hava foreldrini eisini sína ábyrgd við at tosa nógv við børnini, geva teimum møguleika fyri ymiskum upplivingum, nevna lutir og fyribrigdi við navni
og seta orð á upplivingar. Helst bíða við at koyra børnini á stovn, til tey hava lært at tosa, og vera røsk at lesa bøkur fyri teimum.

Og tað er so nógv, nógv annað, sum kundi verið gjørt heldur enn at koyra børnini yngri og longur í skúla, um ætlanin er at bøta um lesiførleikan – eisini til
fakligan tekst. Bara fyri at nevna nøkur dømi úr rúgvuni – hvørt teirra er nóg mikið til eina heila grein:
Forrit við føroyskari orðabók og stavara til allar fartelefonir.

Skuldi tað hent seg, at hendan PISA-kanningin eins og tann fyrra (royndarkanningin) letur upp fyri pengaposanum, so vóni eg, at avvarðandi myndugleikar eru
førir fyri at hugsa í øðrum møguleikum enn at koyra børnini fyrr og longur í skúla – hóast tað er tað, sum fær mest umrøðuí fjølmiðlunum.