Náttin hin ljósa
Náttin hin ljósa hon legst nú um fjørð
kylir í strá um dimmligu skørð.
Kærleikin rumsast í míni verð,
kallar á teg, mítt elskaða fljóð,
hoyrist um dimmið eitt kvøldarljóð,
syngur: eg elski teg.
1.
Náttin hin ljósa hon legst nú um fjørð
kylir í strá um dimmligu skørð.
Kærleikin rumsast í míni verð,
kallar á teg, mítt elskaða fljóð,
hoyrist um dimmið eitt kvøldarljóð,
syngur: eg elski teg.
2.
Lotið, tað nemur títt dúnlætta lín,
flúgv nú sum fuglur so lættan um sýn,
út undir kærleikans lítla ker,
hvílir tú tá við mín sovandi arm,
sangfuglur, við mín fløvandi barm,
andar: eg elski teg.
3.
Rím ei, tá náttin í rodnandi glóð,
bliknar og doyr út á morgunin móð.
Elskaða genta, mær tørvar teg.
Bíða, til náttúran svevur sín blund,
bíða til varrarnar vakna um stund,
teska: eg elski teg!
lag: Mogens Schrader, 1930
orð: D. Schrader 1930
umyrking: Frits Johannesen, 1. okt. 2010