Andarhald
Okkara fólkakæri trubadurur Martin Joensen er farin undir nýggja fløgu. Hann hevur skrivað 12 nýggjar yrkingar og sett løg til. Her eru tveir brellbitar.
Andarhald
Eitt andarhaldímeðan løtan líður
– undrist yvir hvagar tíðin flýgur
og um hon man koma fram umsíður
og so eitt lítið andarhald afturat
tá ið eg var
ein tíðarleysur drongur
ætlaði eg mær at vera kongur
tað ætli eg mær slettis ikki longur
tí so hevði eingin verið eg
og klokkan slær
sjálvt um eg einki havi gjørt
hvat hundan billar hon sær inn?
eg slái aftur, men tað er so eiðasørt
at tað rørir lítlapinn
– tað er so eiðasørt
nú ringir meðaneg siti og tonki
galið nummar, frægari enn einki
so fekk eg reist meg upp frá mínum beinki
at rørast sigst at vera sera sunt
eg siti her
ímeðan sólin følnar
stari eftir kaffinum, ið kølnar
og eg tódni meðan kvøldið bólgnar
busti tenn og sleppi mær í song
og klokkan slær ….
so liggi eg
í songini og droymi
hetjudreymir sum eg altíð gloymi
um alt eg kundi gjørt í hesum heimi
so upp at hita kaffi frá í gjár
———————-
brotið bil
norðlýsið á kvirrum hválvi
treður gandadans í kvøld
mitt í túsund millióna stjørnufjøld
sást tú stjørnuskotið loga
omanfyri Lítlagil
eins og eg ein heppin glæma
eitt brotið bil
spyr meg hvat eg ynski meira
eg havi einki svar
eg vil bara vera saman
her í rúmdini við tær
var tað tú ið valdi vegin
ella hann ið valdi teg
tungir tankar Millum Gilja
tøla meg
hoyrdi eg teg missa mælið
tó tað var bert eitt sekund
sást tú at vit bæði hava
ongan skund