Desember

So fer hann, desember. Stormur. Skrið. Onkrir sólglottar. Í nakrar dagar er tømingur, turrur vindur sunnaneftir. Úti á víðum havi berjir “Norrøna” seg gjøgnum sjóvarilskuna, og flogførini lenda í øllum góðum. Tað lítla flogfelagið strevast fyri at gera viðskiftafólki sínum til vildar. So er tað eykalutir, sum verða fluttir, so sjúklingar, so tónleikarar, og sum dagarnir í desember ganga, síggjast okkara kæru “flytifuglar”, tað unga fólkið, sum er í útbúgving uttanlands, fjølgast á gøtum og strætum. Tey vilja heim í desember. Heim til brimdunið og hvirlur millum fjøll. Heim til desembermyrkrið og regnið, men eisini heim til ljósið í eygunum á teirra kæru.

Tú vaknar tollaksmessumorgun í bølamyrkri, nú ið heglingur so grovur sum smágrýti berjir inn á rútin.

Uttanfyri sleingjast mínar smáu elektrisku perur higar og hagar. Tær vórðu longu hongdar út á tey smáu granntrøini í november. Hví í november? spyr ein. Jú, tí
vit, sum liva so norðarlaga á jarðarkúluni, hava brúk fyri ljósi, smáum bjørtum geislum, sum bleiktra í myrkrinum.

Tað hevur einki við jól at gera. Fyri mær kundi Jesus tað sama verið føddur á ólavsøku í árinum 6. Fyri meg var og er hann sami fantastiski boðberin, sami
stóri nýhugsarin.

Men nú hava nøkur vís fólk eina ferð langt síðani latið hann føðast um sólstøður, og tað er fínar greyðir.

Tó tað halda ikki øll. Til dømis skírir eitt av okkara mætu skøldum jóltíðina”jólalygnina”.

Hann heldur jólini vera “kapitalisma við turbo”, og hann heldur eisini, at tú og eg keypa okkum fyrigeving fyri alt tað skeiva, vit hava gjørt gjøgnum árið. So
østur er yrkjarin, at hann hevur hug at blaka eina hondgranat inn í heila fratið.

Vit skilja hann upp á mangar mátar. Tó – eingin verður tvingaður at fara inn í eina kapitalistiska turbo, tí jólini verða aldri annað enn tað, vit sjálvi gera
tey til.

Desember er háárstíð hjá konsertunum. Her er alt, sum tú kanst droyma um: Havnar hornorkestur spælir jólasálmar undir Gamla bókhandli,útgávukonsertir eru við
ungum framherjum, her eru barnafløgur, ráur rokkur, symfoniskar familjukonsertir, og “tað gráa gullið” fer eisini á pall. Tey kom bak á bak higar at syngja og
spæla. Her eru oratoriir, frumframførslur, kamarkór, kirkjukór, kallakór, Suð, Dropar, Vox, matinéir. Føroyingar lyfta upp sínar røddir í túsundatali, tí
jólini gera nakað við okkum. Tey eru av sonnum eitt
Magnum Mysterium.

Eg upplivi, at erkleraðir fríteinkjarar sláa ring og dansa rundan um tað grøna træið, syngjandi halleluja, halleluja.

Hallo!!

Í útvarpinum spenna tey seg út. Í ein knappan mánað verða vit undirdíkt í søtum jólatónum. Bing Crosbyog Frank Sinatra. Her eru ringlandi bjøllur, dalandi
flykrur, her eru reinsdjór, sletur og vaniljukransar.

Í november- desember gravi eg meg niður í orgultónleikin. Inn í ta friðsomu atventina, sum upprunaliga av sonnum var alt annað enn kapitalisma við turbo, men
ein føstutíð. Teir gomlu tónameistararnir hava í eini 900 ár givið okkum tilfar, sum heldur, tí tað tolir slit. Johan Sebastian Bach ber prísin. Hann málar við
litríkum penslum, og sum tann trúgvandi matematikarin hann er, er nótamyndin full í symbolikki. Urgulkoralirnar eru rætt og slætt ein spegilsmynd av tekstliga
innihaldinum, og tú lesur og hoyrir,
at allir hesir sekstandapartarnir, ið sveima uppeftir og niðureftir sum firvaldar, mynda einglaskararnar uppi yvir tí lítla fjósinum.

Júmen, hasin krossurin er jú eitt ræðuligt torturinstrument, sigur tann ungi læknin súrliga.

Ja, nettupp! Eitt symbol upp á tortur. Píning.

Hvussu høvdu vit gjørt í dag? Høvdu vit givið honum eina eitursproytu ella spent hann fastan í elektriska stólin? Ella rætt hann við blóðtystum hundum og pínt
hann við elektriskum stoytum, sum tey enn gera í
siviliseraðum londum?

Í desember vaska tey bilar. Eg standi í bussskýlinum, meðan hundraðtals bilar rúsa framvið. Í teimum flestu situr EITT fólk. Eitt einsamalt menniskja, sum í
tankaloysi situr og brennur ta seinastu oljuna á jørðini av,
meðan miðlanir upplýsa okkum um Kyoto og CO2- útlát.

Dagurin í dag eitur “Nóa”. Kanska er amerikumaðurin Al Gore ein modernaður Nóa. Nóa, sá fyri sær eitt øðiligt glopraregn við eftirfylgjandi flóðaldu, ið breyt
fyri sær og skolaði gjøgnum øll londini niðri við Kaspiska havið. Tí tók hann stig til at smíða eitt veldugt “bingjuskip” við trimum dekkum, einans 14 metrar
stytri enn okkara “Norrøna”. (Tann seinasta ístíðin endaðifyri uml. 8500 árum síðani, høvini hækkaðu unandi, og fleiri mentanir siga frá um hetta skip, ið var
bygt eftir nútíðar prinsippum høgt uppi á einum fjalli.) Sjálvandi varð slíkur maður ikki tikin fyri fult.

Al Gore profeterar eisini og metir um møguleikan at bjarga hesi vøkru bláu gongustjørnuni undan einari katastrofu. Og sjálvandi finnast eisini í dag kreftir,
ið heldur ikki taka hendan mannin fyri fult.

Undir kalda krígnum í 1960-unum vóru tað summi, ið bygdu sær verjurúm undir jørð. Rúm, ið goymdu vatn, konserves, iltfløskur og soviposar.

Ein kendur virðisløntur danskur fysikari, ið hevðifýra børn og føroyska aupair-gentu, gjørdi í hesum sokallaðu glaðu trýssunum eitt tílíkt jarn-armerað
betongrúm undir jørð. Her skuldi øll familjan + aupairgenta vera, um atombardagin skuldi brostið á. Tá eins og nú hugsaði aupairgentan um, hvørjar tankar hesin
vísi og væl lærdi professarin gjørdi sær um tann dag, tá ið oyðingin var avhasað.

Hvussu sá út í erva? Hvussu var tann heimurin, sum hansara bjargaðu børn kundu sleppast út í? Kundu tey í heila tikið sleppast út úr “ørkini”? Mundi nakað
grønt blað vera at finna? Nøkur dúgva? Nakað vatn? Tað plágaði gentuna, at ein professari í fysikk skuldi hugsa, sum hann gjørdi.

Kvøldarroði og sólglottar. Mánin hálvur, norðanvindur og stjørnuklárt. “Norrøna” heldur avstað, meðan veðrið er gott, og flogførini sveima í fjarleikanum.
Microsoft fekk eyga á hetta lítla brimbarda landið mitt í havinum fyri tveimum árum síðan.. Bill Gates goymir sína lítlu litmynd av einum vøkrum føroyskum
fjalli við navninum Sornfelli. Her er trygt. Her er ein “ørk”, eitt helli, sum kann verja alla heimsins vitan móti yvirgangi. Her kann ein trygdardepil hjá
heimsins harðdiskum vera.

Hetta er sama hellið, har kalda kríggið í síni tíð goymdi síni køldu loyndarmál. Hellið liggur í 749 metra hædd, so her skuldi verið trygt, um so allur ísurin
á jørðini bráðnaði.

Føroyar eiga framvegis ótroyttar møguleikar í sær.