Er tað nú kortini soleiðis, at náttúran avdúkar Guds veru?

Trúgv og náttúruvísindi
Luther segði: “Sola fide”. Tað er, bara við trúgv kunnu menniskju verða frelst. Hví so royna at prógva náttúruvísindaliga, at Gud er til? Hvat so við trúnni? Hvar er trúgvin, tá ið vit hava prógvað, at Gud er til? Hvør veit, kanska eru slíkar royndir at prógva Guds veru enntá gudsspottandi?

Í síðmiðøld og seinni eisini royndu summir heimspekingar við skilvísi at prógva Guds veru. Er Gud til, og hevði Gud viljað, at vit fingu ítøki­lig prógv fyri,
at hann var til, so hevði tað eyðsæð verið ógvuliga lætt hjá honum at gjørt tað.

Atheistar ivast ivaleyst eisini av og á, men tað sær ikki mætari út, enn at summi trúgvandi eisini stundum iv­ast, ella kanska er tað so, at tey stúra fyri, at
náttúruvísindini, sum frá líður, fara at hótta gudstrúgv teirra? Hví ikki framhaldandi gera skilarúm, vatntætt skott, millum trúgv og vitan? Tað er alneyð­ugt
fyri friðarliga samfelagsgongd. Hví í Guds garði skuldi Vestur­heimurin aftur farið at vaðað út hagar, hann ikki grynnir? Vit hava verið har fyrr. Tað var ikki
tespiligt. Hvat verður vunnið við ein­um teokratii?

Er Gud til, so hevur hann ivaleyst sjálvur ávísa hugsan um skapanarverkið og ávísa ætlan við skapan­ar­verkinum, men halgabók og trúgv verða tulkaðar ymiskt av
ymsum trúarfólkum og ymsum trúarsamfeløg­um. Tvinna vit gudstrúgv saman við politiska lívið, so er vandi fyri, at politiskur ruðuleiki spyrst burt­urúr. Hví?
Tí tað hevði í versta føri havt við sær, at tær sannføringar, ið ikki sam­pakka við tær, ein sjálvur hevur, verða kolldømdar sum blóðskeivar, og vit vita,
hvussu støðan er í víðgongum londum. Tað er tí skila­gott framhald­andi at skilja samfelag og gudstrúgv hvørt frá øðr­um.

Muslimar høvdu onga endurburðartíð. Teir høvdu onga verðsligering hvørki einstaklingum ella samfel­øgum sínum viðvíkjandi. Tað er ein av orsøkunum til
politisku naggatódnina í islamsku ríkjunum, og tað er eisini ein av orsøkunum til ta ótryggu støðu, vit, manna­ætt­in, eru í í løt­uni.

Sjálvur vænti eg, at tað verður seinur dagur, at náttúruvísindafólk fara at vera før fyri at prógva ella mót­prógva, at Gud er til. Summi trúgva, onnur ikki.
Hví ikki bara góðtaka, at soleiðis er tað.

Tá ið summi bera fram “náttúruvísindalig” prógv um veru Guds, haldi eg, at hin síðan eigur eisini at vera lýst. Tann trúgvandi, tykir mær, er ongantíð í vanda,
tí er Gud til, íðan, so er tann trúgv­andi frelstur og eigur ævigt lív, og hinvegin er Gud ikki til, íðan, so verður einki kjak handan deyðans gátt – har er
einki. Tey, ið ikki trúgva, sum ikki eru før fyri at trúgva, eru harafturímóti í vanda fyri at vakna upp til eitt rætt­iliga ódámligt eftirlív sambært teimum
trúgvandi, ið hvussu er. Hvør hevur hug til tað?

At siga, at gudloysingar eisini hava trúgv, er heilt burturvið. Sannføring teirra byggir ikki á trúgv, men á vitan, ikki á vitan, ið stendur á klettagrund, men
á alsamt øktari vitan, sum smátt um smátt gevur náttúruvís­indafólkum og okkum øðrum meira innlit í “tilverugátuna”, men sum tó ikki gevur rúm ella pláss fyri
nøkr­um alvaldandi gudi. Fólk hava og hava altið havt eitt ótal av gudum (Ra, Osiris, Baal, Zeus, Juppiter, Óðin, Gud, Jahve, Allah o.s.fr.), gudloysingar
harafturímóti hava ongan. Kirkjan (t.e. tær kristnu sam­komur­nar) hevur tíðum flørgrinið at náttúruvísindafólkum, tí tey hava alsamt verið noydd at broytt
hugs­an, men hugsið eisini um, hvussu ofta kirkjan (tær kristnu samkomurnar) hevur verið noydd at broyta støðu, tí nátt­úruvísind­ini hava prógvað, at hugsan
teirra viðvíkj­andi hesum ella hasum var skeiv.

Náttúruvísindafólk royna at lýsa alheimin partleyst/objektivt við teirri vitan, teir í løtuni hava. Vitanin flytur seg alla tíðina, og tí vil
náttúruvísindaliga vitanarstøðið eisini vera í støðugari broyting. Náttúruvísind­ini hava sjálvandi ikki funnið og fara helst ongantíð at finna
vitramannasteinarnar, men stig fyri stig fáa nátt­úruvísindafólk alsamt meira vitan um og innlit í máttirnar, lógirnar ella mek­an­ismurnar, sum stýra
al­heimin­um.

Í 2001 ella 2002 las eg forvitnisliga grein í der Spiegel um heilan og trúgv. Har stóð, at heilafrøðingar vóru komnir eftir (hildu seg, ið hvussu er, vera
vorðnar varar við), at frammarlaga í heilanum (eg haldi, at tað var í frontallappanum) er øki, sum verður virkið hjá summum fólkum, tá ið tey eru í
átrúnaðarligum høpi. Onnur, sambært somu heilafrøðingum, tykja ikki at hava henda depil, tí hjá teimum fer einki serstakt virk­semi fram í tí partinum av
heilanum í sambandi við trúgv/átrúnaðarliga uppliving. Er hetta so, so kundi okk­urt bent á, at summi hava átrúnararligar ílegur, meðan onnur hava tær ikki. Er
henda eygleiðingin hjá heila­frøðingum røtt, so kundu hugsandi kristin fólk lættliga komið til ta niðurstøðu, at Gud longu framman­undan hevur avrátt, hvør
skal fáa náðigávuna at trúgva og hvør ikki! Hvar er fríi viljin tá?

Vitborin sniðgáva mótvegis óvitbornari sniðgávu, ella sum tað eitur á enskum: “Intel­ligent design contra unintelligent design”

Hugsanin, sum varð borin fram í Sosialinum tá, er hvørki kollveltandi ella nýggj. Hugsanin hjá teimum bygdi einfalt á ta hugsan, sum serstakliga
(fundamentalistisk) kristin amerikonsk vísindafólk eru málgagn fyri. Á enskum verður hesin “vísind­aligi” tvídráttur nevndur: Intelligent contra unintelligent
design. Tað er: Vitborin sniðgáva (Gud ella gudlík vera hevur sett skapanar­verkið í gongd) mótvegis óvit­bornari sniðgávu (sum einans byggir á
náttúruvísindalig og lívfrøðilig ástøði).

Tá ið av tornar, er hetta einfalt ein spurningur um persónliga trúgv ella sannføring. Tað er, um ein trýr á gud, ella ein heldur, at náttúruvís­indaliga ber
til at hugsa sær, at alheimurin er íkomið uttan nakra guddóm­liga ávirkan, stýring ella uppílegging.

Nú átrúnaður og samkynd hava verið nógv umrødd í Føroyum, kundi tað kanska verið áhugavert hjá summum at fingið høvi at lisið grein, sum Richard Dawkins, ein
tann gitnasti og fremsti enski vísindamað­urin við støði í lívfrøði, hann er sjálvur lívfrøðingur, heldur um upprunan til alheimin. Tað snýr seg um gamla
kjakið: Trúgv og vitan.

Summi, tað eru serstakliga kristnir fundamentalistar, eru framvegis sannførd um, at Gud skapaði jørðina fyri stív­liga 6.000 árum síðan, onnur, teirra millum
eyðsæð flestøll náttúruvísindafólk, vita hinvegin, at jørð­in er í minsta lagi 5 mia. ára gomul, og nógv teirra eru eisini sannførdir um, at eingin gudur hevur
havt nakr­an leik­lut í framkomu alheimsins. Tvídrátturin snýr seg snøgt sagt um: Skapaði Gud alheimin og lív, ella kann al­heim­urin og lív vera komið í av
máttum, sum kunnu skiljast náttúrufrøðiliga?

Nú er flestøllum skúlaðum fólkum, bæði trúgvandi og ikkitrúgvandi, greitt, at jørðin er elligomul, og at alheimurin er uppaftur nógv eldri. Vísindafólk meta í
løtuni, at alheimurin er uml. 13,6 mia. ára gamal. Summi skúlað og kristin fólk halda/trúgva, eru sannnførd um, at alheimurin er so ófatiligur, at
skap­anarmátt­ur, kanska ein gudur, má neyðturviliga hava sett alheimin í gongd.

Nýggja “religiøst vísindaliga” áskoðanin hevur sjálvsagt elvt til kjak. Tey sum halda, at gudsmáttur má hava skapað alheimin, hava ta fatan, ta trúgv, at uttan
mun til hvussu gamal alheimurin er, so má tað vera vit­borin sniðgáva, sum er atvoldin til framkomu hansara. Nógv náttúruvísindafólk harafturímóti kveistra
hugs­anina um ein gud burtur. Tey siga, at alheimurin kann lýsast og skilj­ast náttúrufrøðiliga – ið hvussu er, eins væl og hugsanin um,at ein gudur stendur
aftan fyri uppruna alheimsins. Tey byggja í fyrra lagi á­støðið um upphav al­heimsins á alisfrøðina, og í seinna lagi viðvíkjandi lívi á jørðini á lívfrøðiligu
hugsan Charles Darwins og menningar­læru (nátt­úr­ligu úrveljing) hansara. Tey siga, og nógv bendir á tað, at upprunin til al­heimin byrjaði knappliga við
‘brest­inum mikla’ (‘big bang’), og at tilgongin á jørð­ini frá ólívrunnari til lív­runna lívfrøði hevur tikið milliardir av árum. Tá ið so lív smátt um smátt
tók seg upp, hevur tað smátt um smátt við nógvum bakkøst­um ment seg til tað, tað nú er. Menningartilgongdin er við øðrum orðum hend líð­andi í evarska smáum
lop­um eftir ómetaliga longum tíðarskeiðum. Menningin er farin fram við óvitbornari snið­gávu, ella á enskum: Unintelligent de­sign. Stríðið stend­ur við øðrum
orðum um vit­borna mótvegis óvit­born­ari sniðgávu (intelligent//unintelligent design).

Eitt annað mál, sum tó ikki beinleiðis kemur hesum málinum við, men sum tó hevur verið nógv frammi fyri stuttum, er, og tað kann vera áhugavert at nevna í
hesum høpi, at sum fyribrigdi er samkynd higartil eyg­leitt og skrásett millum fleiri enn 170 ymisk dýrasløg. Náttúruvísindaliga ber so til at staðfesta, at
náttúr­an tykir ikki at vera órógv­að av samkynd. Hon tykir ikki at síggja nakran vanda í samkynd – Gud so helst heldur ikki – um vit hugsa okk­um, at Gud
hevur skapað alheimin.

Sjálvur eri eg ikki náttúruvísindamaður, men lesið greinina, sum Richard Dawkins professari skrivaði í Newsweek. Hann er flogvitigur vísindamaður. Hann er eins
sannførdur um, at sniðgávan er óvitbor­in, sum Richard Schwartson er um, at hon er vitborin.