Myrdarstova

Sagnir
05.01.2010
Sprotin

Enn tann dag í dag nevnast eini hús á Eiði Myrdarstova (Myrnarstova).  Upprunin til hetta navn er, sum skiljast kann av tí, heldur dapur.

Gamal siður var, at ein fastsettan dag á hvørjum ári komu fólk frá flestum bygdum í oynnum saman at halda bóltkappleik á Eiði. Tá í tiðini var tað tó ikki fótbólt, fólk leikaðu; tað var eitt slag av handbólti: Við eini kúllu slógu menn bóltin, so hann fór gjøgnum luftina.

Eitt árið, hesin leikur fór fram, sýndi ein av manningini á mykinesbátinum, ið komin var til Eiðis, seg at vera sera ferman í hesari bóltítrótt. Eingin kundi meta seg við hann, og vóru tað tí summir, sum øvundaðust.

Náttina aftan á leikin varð hann myrdur av verti sínum, meðan hann lá og svav í eini koyggjurekkju í roykstovuni, og grivin undir gólvinum, ið, sum vanligt tá, var moldgólv. Aftan á hetta var, hóast nógv mold var koyrd á gólvið, altíð ein kulla eftir, har tann myrdi mykinesdrongurin lá.

Felagar hansara saknaðu tann farna unga mannin, tá ið teir skuldu heim aftur. Tað varð leitað og spurt. Men hann var ikki at finna. So fóru teir.

Gott tjúgu ár aftaná kom hann, ið dripið hevði, fram við misgerð síni. Hann reypaði av, at hann hevði gjørt til skammar orðið, sum segði, at manndráp ikki kundi dyljast í tjúgu ár; nú vóru meira enn tjúgu ár, síðani hann drap Kolbein, og enn hevði eingin uppdagað, hvør drápsmaðurin hevði verið.

Sorinskrivarin, sum tá búði í Lamba, var til staðar, tá ið hetta varð sagt, og hann gjørdi tí sakarmál. Drápsmaðurin varð dømdur. Og dómurin var tann, at um drápsmaðurin kundi koma kring um oynna eftir strondini í 24 tímar og fyri hvørs mans dyr, t. e. kirkjurnar, rópa: “Eg eri drápsmaðurin”, skuldi hann vera fríur og frælsur. Kundi hann ikki hetta, skuldi hann verða gjørdur hálsleysur.

Drápsmaðurin fór so við hundi sínum avstað. Fyrst legði hann ferðina norður og eystur um oynna, og tá ið hann fór fram eftir Gøtusandi, fall hundur hansara frá og doyði av møði.

Júst 24 tímar vóru gingnir, tá ið hann kom fram at bøgarðinum á Eiði. Hann var tá so lúgvaður, at hann ikki var mentur at koma longur.

Ivasamt tyktist, um hann hevði fylt upp treytirnar fyri at bjarga lívinum, av tí at hann ikki var komin inn um bøgarðin. – Bygdarmenn hansara komu saman at samráðast um hetta, og úrslitið av samráðingini var, at teir fóru til sorinskrivaran at biðja fyri honum. Bøn teirra varð játtað, og drápsmaðurin bjargaði lívinum.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

Deil á

Aðrar greinar

Sagnir
Tær horvnu

Katrina “úti í Stovu” í Leirvík hevði ójavnar dagar og ymist at minnast á í sínum aldurdómi. Hon átt...

Sagnir
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann ...

Sagnir
Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Ju...