Per

Sagnir
05.01.2010
Sprotin

Per Haldanson á Eiði var ættaður úr Lamba og tí vanliga nevndur Per í Lamba. Hann var húskallur á Látrinum. Lítil var hann til vakstrar, hartil ómansligur til kreftir; fátækur var hann, men sparsamligur, tá ið hann kom norður til Eiðis. Og hetta hjálpti honum væl fram umsíðir.

Tann pening, hann vann av fiskiskapinum – tað var í teirri tíðini eingin fiskiskapur uttan vanligur róðrarbátaútróður – átti hann sjálvur, og so væl dugdi hann at spara pening saman, at hann skjótt kundi leggja seg eftir at keypa upp jørð. So nógv hevði hann savnað saman av innangarðs eftir fáum árum, at hann var mentur at hava tvær kýr.

Sparsemi sítt sýndi hann í øllum. Sum eitt dømi í so máta kann nevnast, at tá ið hann bygdi, førdi hann sjálvur við báti alt byggingartilfarið heim úr Tórshavn. Sjálvur førdi hann húsini upp, og sjálvur takti hann tey. Og hóast tey á henda hátt vórðu sera bílig, tey vóru tá í tíðini stór hús at kalla.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

Deil á

Aðrar greinar

Sagnir
Tær horvnu

Katrina “úti í Stovu” í Leirvík hevði ójavnar dagar og ymist at minnast á í sínum aldurdómi. Hon átt...

Sagnir
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann ...

Sagnir
Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Ju...