Jarðarmóðirin á Eiði

Sagnir
05.01.2010
Sprotin

Ein dagin, jarðarmóðirin á Eiði sat í roykstovuni hjá sær og bant, kom ein huldumaður til hennara og bað hana koma til konu sína, hon skuldi til at eiga eitt lítið.

Hon fór við tað sama við honum. Men áðrenn tey fóru avstað, bant hann fyri eygum hennara. Tað vardi ikki leingi, áðrenn tey vóru í húsum hansara og inni hjá barnakonuni.

Tá ið hann fór heimaftur við henni, bjóðaði hann henni løn fyri stríðið.

“Nei,” segði jarðarmóðirin, “eg skal onga løn hava. Men um tygum kundu lagt mær ráð, hvussu eg skal sleppa frá at missa kúgv mína á hvørjum ári, so hevði tað verið ógviliga hent.”

“Jú,” svaraði hann, “flórurin hjá kúgv tygara er beint oman fyri hús míni, tað lekur úr honum niður. Venda tygum flórinum, so at hann verður við ta sunnaru síðuna av fjósinum, so munnu tygum fara at eiga kúnna í friði.”

Básur og flórur blivu vend, og eftir tað bilaði ikki jarðarmóðrini nakað við kúnni hjá sær.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

Deil á

Aðrar greinar

Sagnir
Tær horvnu

Katrina “úti í Stovu” í Leirvík hevði ójavnar dagar og ymist at minnast á í sínum aldurdómi. Hon átt...

Sagnir
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann ...

Sagnir
Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Ju...