Titil-Táta

Sagnir
08.01.2010
Sprotin

Laðangarðsbóndin í Sumba hevði eina ferð tikið eina trøllagentu til sín, ið var undan einum steini á Skankafløtti.

Hann setti hana til at veva bæði nátt og dag og loyvdi henni onga hvílu. Viðlagt var, at eingin skuldi nevna hana við navn; annars hvarv hon burtur aftur. Titil-táta æt hon. Til eina jólahøgtíð var hon deyðlúgvað av veving og tók so til at kvøða: »Titil-táta eiti eg, Titil-táta eiti eg!« (til at fáa einhvønn til at nevna seg).

Eingin lætst um vón at svara til. So letur í einari arbeiðskonu: »Nakað situr hatta og tátar og tátar! Vita okur ikki, at tú eitur Titil-táta?« So var hon horvin úr vevinum við tað sama og sást ikki aftur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: “Sagnir og ævintýr” , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Árni Dahl hevur hevur staðið fyri at gera sagnirnar til talgildan tekst.

Kelda: www.snar.fo

Deil á

Aðrar greinar

Sagnir
Tær horvnu

Katrina “úti í Stovu” í Leirvík hevði ójavnar dagar og ymist at minnast á í sínum aldurdómi. Hon átt...

Sagnir
Marmennil og Anfinnur bóndi í Elduvík

Marmennil er líkur fólki, men er góðan mun minni í vakstralagi; fingrarnir á honum eru langir. Hann ...

Sagnir
Judasarheyggjur

Ímillum Hagagjáar og Sandfellis nakað sunnan fyri Elduvík í Eysturoy er ein heyggjur, sum kallast Ju...