Tign og virðing
Seinastu restirnar av tign fóru, tá ið Fríðrikur kongur legði beinini, og Magga, dóttirin – gott í skinnið – tók við eftir hann. Og var nakað eftir av tign,
fór tað fyri hund og ravn, tá ið amtmaðurin legði hatt og korðu frá sær.
Síðani tá er tað nærmasta, vit eru komin tign, flaggberin á rossabaki á ólavsøku.
Vit kunnu takka Javnaðarflokkinum fyri, at skilið er, sum tað er. Teir hava, so leingi nakar kann minnast, sjengrað um, at øll skulu vera líka. Summi meira
líka enn onnur, men vit hava enn ikki funnið vitramannasteinin, so at vit á skilagóðan hátt fáa skilt summi frá øðrum, og úrslitið er, at øll eru endað í
stórapotti – líka líka.
Góða gamla orðið “tygum” er eisini útdeytt og verður nú mestsum bara brúkt, tá ið vit tosa við onkran, sum er ein mansaldur ella báðar tveir eldri enn vit
sjálv, ella tá ið vit skulu sleikja okkum til onkran fyrimun.
At virðingin fyri okkara fólkavaldu ikki er tað, hon var, síggja vit eisini, tá ið fólk fara á val. Tað var tann tíð, tá ið gomul hjún, sum annars livdu sum
hundur og ketta, funnu sær altarsklæðini fram og fóru so andbrá hond í hond á val. Nú fer meginparturin rivið og skrætt á val, antin tað so er av arbeiði,
armóð ella móta.
Havandi amtmannin og hesi gomlu í huga, ber illa til at koma til aðra niðurstøðu enn, at klæði skapa tign. Skal tign koma aftur á ting er sostatt bert ein
loysn – klæðir.
Tingmenn skulu í uniform, um teir vilja ella ikki.
Frægasta staðið at leita eftir einari fyrimynd er sjálvandi hjá hervaldinum, men av tí at vit – helst tíbetur – ikki hava nakað hervald, vera vit noydd at
hjálpast við tað næstbesta: Frelsunarherin.
Fyri líkasum at venja tingmenn við nýggju leiðreglurnar og eisini fyri at venja tinghúsið við, at nú kemur skil á, er best, at tingmenn flyta yvir í Herbergi í
praktikk, og at Frelsunarherurin samtíðis flytur inn í tinghúsið.
Hetta hevði givið fleiri fyrimunir. Tingmennirnir høvdu lært at tikið sær av teimum veiku í samfelagnum. Formanskapurin kundi lært seg at blása í horn ella
buka stóru trummu og soleiðis fingið eitt gott amboð til at halda skil á fólkavalda herliðinum.
Í staðin fyri nevndarformenn, floksformenn, løgtingsformenn, landstýrismenn og løgmenn høvdu vit fingið sersjantar, korporálar, loytnantar, kapteynar og
generalar við strípum, hattum, medaljum og korðum, sum hoyra til, og samsvarandi tign.
Frelsunarherurin hevði eisini fingið munandi betri arbeiðsumstøður. Tey høvdu helst skjótt funnið útav at brúka gamla telefonhúsið til okkurt vælgerandi
endamál, kanska eldraíbúðir ella sambýli. Tinghúsið hevði, tá ið ein tíð var frá liðin, vant seg við, at arbeiðið í húsinum gekk fyri seg í sátt og semju, og
tað kundi, um væl gekst í hond, havt við sær, at vit einaferð í framtíðini fingu eitt skilagott lógarverk, sum miðalhampamaðurin hevði virðing fyri og rættaði
seg eftir.
Alternativið er sjálvandi, at vit onki gera og bara lata standa til, men so mugu vit eisini góðtaka, at endin verður tann, at tingsalurin verður, sum kári p.
tekur til, tignarliga tómur.