Føroyskt móðurmálsár
Árið 2008 var ikki meir enn dottið inn um gáttina á núverandi ári, so hevði landsstýrismaðurin í heilsumálum lýst árið 2009 fyri føroyskt rørsluár. Nú skuldi Guð og hvør maður røra seg so ikki føroyingurin stirðnaði í kongunum ella gjørdist so mikið feitur, at útreiðslurnar hjá Hans Paula Strøm bólgnaðu samsvarandi vektina. Hetta er ein avleiðing av tí heilsupolitikki, sum hann og aðrir nú í skjótt eitt ár hava roynt at fingið fólk at tikið undir við. Føroyingurin hevur nú runnið seg tunnan – runnið undan sær sjálvum við einum Ipodalurti við rennitónleiki í oyrunum.
Aðrir landsstýrismenn hava sjálvandi ikki so nemt við at skíra eitt heilt ár at verða uppkallað eftir sínum málsøki. Føroyskt vinnuár, tað kundi við einum
góðum vilja borið til. Føroyskt fíggjarár, hevði neyvan latið seg gjørt ella rættari sagt, tað átti at verið føroyskt fíggjarár hvørt ár. Føroyskt tilfeingisár
hevði bara komið teimum útvaldu til góðar. Føroyskt innlendisár – nei, eg haldi ikki. Føroyskt almannaár – neyvan. Føroyskt uttanríkisár (uttan ríkið) ber illa
til. Føroyskt mentannarár … bíða nú! Kanska tað hevði borið til. V.U. Hammersheimb hevði fylt 190 ár í 2009 og 60 ár eru liðin síðani Victor Danielsen týddi
Bíbliuna. Hvat er so felagsnevnarin fyri hesar báðar, jú málið – føroyska málið hava teir báðir til felags. Tí haldi eg tað vera eitt frálíkt hugskot um 2010
varð føroyskt móðurmálsár. Vit hava stórliga brúk fyri, at føroyskt verður sett á dagsskrá, soleiðis, at vit kunnu fáa eitt uppbyggjandi kjak um evnið. Í hesum
høpi vil eg loyva mær (við reinari samvitsku) at vera eitt sindur boysin og spyrja, um vit yvirhøvur hava eitt móðurmál? Ja, sjálvandi hava vit tað, vildu tey
flestu svarað. Nei, er mítt harðmælta svar. Vit hava ikki eitt algilt móðurmál. Vit samskifta (so nøkulunda) á føroyskum. Tað er rætt, men her steðgar
móðurmálið.
Á floksfundi í Skálavík segði formaðurin í Tjóðveldinum, at vit hava brúk fyri einum nýggjum jólafundi – eini tjóðskaparrørslu, men um teir høvdu kent søguna,
so áttu teir at vita, at tað tænir ongum, at politikarar siga føroyingum, um fólkið skal skipa seg í hesa ella hasa rørsluna. Tað er ein søgulig uppskrift til
hetta. Fyrst spírar ein tjóðskaparkensla í fólkinum, henda kenslan ger, at fólk skipa seg í eina tjóðskaparrørslu og henda rørslan eigur at lyftast upp á
politiskt støði, so vit fáa tjóðskaparpolitikk. Tá ið politikkara siga fólkinum, at vit hava brúk fyri einari rørslu, kann tað í ringasta føri birta undir eina
andstygd fyri øllum, sum hevur okkurt við tjóðskap at gera. Teir eiga heldur at arbeiða soleiðis, at føroyska málið gerst ein líka natúrligur partur av lívinum
sum tað er at anda.
Vit hava upplivað eitt ávíst málfrøðiligt stríð í seinastuni, ið er vorðið til ein politisk runukaka av teimum óvurstóru. Politikarin og skemtarin Sjúður
Skaale hevur lagt fram uppskot á Ting, at vit skulu leggja afturat vanliga føroyska stavraðnum, bókstavirnar z,x,w og c. Í Føroyum er ofta ilt at skilja millum
skemt og politikk, men her ber av, tí at málið er alt ov álvarsligt. Her blandar ein politikari seg í økið hjá málfrøðingum. Ein politikari eigur at fáast við
játtanir og ikki innihaldið í málfrøðini, tí at tað er ikki hansara arbeiði, óansæð hvussu hann eitur og hvat hansara útbúgving er. At koma við slíkum
uppskotum svarar til, at politikarar siga hvør tyrla er best at brúka hjá Atlantsflog ella hvørjar káplar SEV skal brúka. Hetta er uppgávan hjá teimum, ið hava
skil fyri slíkum. Tað, sum politikarar eiga at gera, er at skipa soleiðis fyri, at játtaninar til málsligar førleikar føroyska málinum at frama, eru so mikið
høgar, at móðurmálið er ein gjøgnumsúrgaður partur av samfelagnum – at móðurmálið er tað einasta vit møta, óansæð hvar vit ferðast í samfelagnum.
Hetta førir meg fram til spurningin um móðurmálið. Hava vit eitt móðurmál? Nei, tað hava vit tíanverri ikki. Vit hava eitt pseudomóðurmál, ið vit hava at taka
til, tá ið eitt annað mál ikki er har. Eg kann koma við fleiri dømum, har politikarar fyri langari tíð síðani áttu at havt sett síni spor. Eg kann byrja við tí
smáa. Tá ið eg koyri við summum bussum í Tórshavnar kommunu, so stendur “Nødbremse” og “Pas på trinet” og nógv onnur boð á donskum ella norksum, alt eftir
hvaðani bussurin er keyptur. Fari eg til handils og keypi eina útlendska vøru, so eru allar vørulýsingarnar á donskum, tó er Svanamjølið undantíkið. Spyr meg
ikki hví, men har stendur skrivað á føroyskum (og við bókstavinum C). Skelti, ið sipa til vørur eru á føroyskum, men har eru nógvur skemtiliga útgávur, ið ikki
altíð eru so rættar. Verður hugsað um, hvussu stendur til landspolitiskt, so er standurin syndarligur. Grátiligur, enntá. Vit hava ikki tekstað sjónvarp. Vit
hava ikki teknifilmar við føroyskari talu, við tí úrsliti, at børn, ið verða ávirkað av filmum spæla á einum øðrum máli enn føroyskum. Føroyski ungdómurin
brúkar samskiftismiðlar, sum allir eru á einum øðrum máli, bara ikki føroyskum. Telduforrit eru ikki á føroyskum, fartelefonir eru ikki á føroyskum, filmar
hava ikki føroyskan undirtekst og bróta hesir somu ungdómar landsins lógir, so verða teir ikki dømdir á føroyskum, men á donskum.
Tá ið føroyski ungdómurin bara hevur nakrar fáar tímar í fólkaskúlanum, har teir veruliga hava samband við føroyska málið, so kann ongin vænta av teimum, at
teir skulu duga føroyskt. Høvdu áðurnevndu politikkarar og allir aðrir við teimum sett sær fyri at fáa málpolitiska álitið, Málmørk, at virka, so kemur
virðingin fyri okkara vakra máli (og harvið ein tjóðskaparkensla) av sær sjálvum. Politikkarar skulu arbeiða fyri, at móðurmálið hevur ein grundvøll at standa
á, at alt tilfar, tøknfrøðiligt og annað, er á móðurmálinum. Móðurmálið eigur at vera undirstøðið í samleika okkara og tí er onki meira natúrligt, enn at øll
royna vanda sær um málið.
Eg fari at enda við at endurgeva George Orwell. Hann segði nøkurlunda soleiðis: Tey, ið við vilja manipulera eitt samfelag, mugu fyrst manipulera málið í einum
samfelag, fyri at førka málgongdina yvir í meiningsloysi. Tá ið politikkarar í Føroyum onki gera fyri móðurmálið, so forða teir eisini málgongdini, og vit hava
sostatt bara eit pseudomóðurmál, sum niðurlagar heldur hann byggir ein føroyskan samleika.