Null hugsjón
Vit hava nú í nøkur ár havt null hugsjón, snøgt sagt hugsjónarloysi. Jóannes helt í síni tíð, at okkurt skuldi gerast, tí honum vantaði mál og mið, og bílegði eina hugsjón, sum skuldi gera alt betri. Tað, sum spurdist burturúr, var ein sápubløðra, sum skuldi halda til 2015, men helst er hon longu brostin, tí ongin hevur hoyrt orðið grett um hana í langa tíð. Nú hendir einki – nú er null hugsjón.
Men tað gongur framá við hinari null hugsjónini, sum sigst miða eftir, at onki skal henda í ferðsluni. Fyribils gongur hetta einamest út yvir bóndastættina, nú
løgtingið hevur viðtikið, at tað ikki er loyvt at koyra fjallmenn sum fyrr, og at ein veðrur aftur við nátturðanum er komin á listan yvir tað, sum lóglýdnir
borgarar skulu halda seg frá.
Altjóða granskarar, sum í tíggjutals ár hava kannað ferðslu og ferðsluóhapp, hava í seinastuni gjørt ta slóðbrótandi viðraking, at ferð er tað fyribrigdi, sum
oftast gongur aftur í ferðsluóhappum, og teir eru komnir til ta niðurstøðu, at sleppa vit av við ferðina, er málið mestsum rokkið.
Ásannandi trekleikan í okkara lóggávuvaldi mugu vit ásanna, at tað gerst ikki eftir einum degi.
Men hinvegin vísir tað seg at bera til at fáa løgtingið at minka eitt hámark við 60 prosentum, til dømis alkohol úr 0,5 niður til 0,2, tí átti tað at verið
gjørligt at minkað hámarksferðina við somu 60 prosentum, frá 80/50 niður á 32/20. Ber tað til einaferð, kann tað ivaleyst endurtakast, og so eru vit niðri á
12,8/8. Trý er gandatal. Vit endurtaka tað triðju ferð og so eru vit niðri á 5,12 km/t millum bygdir og 3,2 km/t innanbíggjar.
Umframt at ferðsluóhappini við hesum minka niður til, at onkur dettur á súkkluni, ella at onkur trillubøra koppar skeiva vegin – hevur hetta fleiri aðrar
eyðsýndar fyrimunir við sær.
Umhvørvisdálkingin minkar munandi, innflutningurin av brennievni fer niður í næstan onki, innflutningurin av bilum steðgar, tørvurin á trillubørum ger, at ein
nýggjur trillubøruíðnaður tekur seg upp fyri at nøkta heimamarknaðin. Tørvurin á nýggjum vegum og bergholum fellur burtur, so Annfinn og Gerhard mugu finna
okkurt annað at klandrast um, og viðlíkahaldið av vegakervinum minkar niður í nærum onki.
Av tí at fólk ikki fara at tíma at koyra millum bygdir, krevst okkurt annað til at fáa tíðina at ganga, og tað fer at økja um burðaravlopið. Og av tí at tað
tekur upp í fleiri dagar at koma til Havnar, verða fleiri fólk verandi í útjaðaranum, og soleiðis verður honum lív lagað.
Ferðminkingin er sjálvandi eisini galdandi fyri sjóvegis ferðslu og við einum hámarki upp á 2 til 3 míl kann Jóhanna røkja farleiðina um Suðuroyarfjørð og
Norðlýsið og Westward Ho ávikavist Nólsoy og Sandoynna.
Smyril, Teistin og Ritan kunnu seljast, tað gevur eitt sindur í tann annars soltna landskassan, og vit kunnu vóna, at vit – sum eykavinning – sleppa undan at
leggja oyra til æviga niðurlagið av Oyri um at tiðna og frysta blokk eina tíð.
Við hesum er tað vistfrøðiliga burðardygga samfelagið so nær, at vit verða eitt fyridømi ikki bara fyri Norðurlond, men allan heim, og Annika og Bjørt kunnu
fara heim at leggja seg við sínum 20 og 35 prosentum í CO² niðurskurði.
Sjálvandi ber ikki til at fremja hesa ætlanina, uttan at promillumarkið fylgir við niðureftir og endar niðri á 0,0128. Tá ber ikki til at koyra, um tú hevur
etið eitt súrepli seinastu 14 dagarnar, og seinasti bilurin verður settur.
So kunnu vit avtaka Ráðið fyri ferðslutrygd og stovna Ráðið fyri ferðslu fyri at fáa alt í gongd aftur.