Pedro Páramo
-Brot úr skaldsøguni hjá Juan Rulfo (México 1955) (byrjanin)
1.
Eg kom til Comala tí tey søgdu mær, at har búði pápi mín, ein ávísur Pedro Páramo. Mamma mín segði mær tað. Og eg lovaði henni, at eg skuldi fara at vitja hann
so skjótt sum hon var deyð. Eg kroysti hendur
hennara sum tekin um at eg fór at gera tað, tí hon lá til at doyggja, og eg var til reiðar at lova alt. “Tú noyðist at fara og vitja hann – bað hon. Hann eitur
soleiðis og soleiðis. Eg eri vís í, at hann fegin vil kenna teg.” Og so kundi eg ikki annað enn at siga, at eg fór at gera sum hon bað meg, og av tí at eg
hevði endurtikið tað so ofta, helt eg á at endurtaka tað, sjálvt aftaná at eg við makt hevði skrykt hendur mínar leysar úr hennara deyðu hondum.
Longu áðrenn tað hevði hon sagt við meg:
– Tú skalt ikki biðja hann um nakað. Bara krevja okkara rætt. Tað, sum hann átti at givið mær og ongantíð gav mær… Lat hann gjalda dýrt fyri at hann læt
okkum liva í gloymsku, sonur mín.
-Tað skal eg gera, mamma.
Men eg ætlaði ikki at halda mítt lyfti. Til eg nú brádliga byrjaði at fyllast av dreymum, at gykla mær ymist fyri. Og á henda hátt varð ein heimur av vónum
bygdur upp uttanum hendan mannin, sum nevndist Pedro Páramo, maðurin hjá mammu míni. Tí kom eg til Comala.
2.
Tað var um hundadagamundið, tá ið augustvindurin blæsur heitt, eitraður av rotna deyminum av sápuurt. Gøtan gekk oman og niðan: Oman ella niðan alt eftir um
ein kemur ella fer. Fyri hann sum fer, niðan; fyri hann, sum kemur, oman.”
-Hvussu siga tygum, at bygdin eitur, sum sæst har niðri?
-Comala, señor.
-Eru tygum vísur í, at tað longu er Comala?
-Púra vísur, señor.
-Men hví sær hon so tóm og oyðin út?
-Tað eru tíðirnar, señor.
Eg hevði ímyndað mær, at eg fór at síggja bygdina gjøgnum minnini hjá mammu míni, gjøgnum hennara sakn og longsul. Alla sína tíð longdist hon eftir Comala,
eftir at venda aftur. Men hon kom ongantíð
aftur. Nú komi eg í hennara stað. Eg beri við mær eyguni, sum hon sá alt hetta við, tí hon gav mær síni eygu at síggja við: “Har, beint tá ið tú kemur um
Los Colimotes-skarðið, er eitt vakurt útsýni út yvir eina grøna fløtu, eitt sindur gul er hon av tí búna maisinum. Haðani sært tú Comala, ein hvítur blettur í
landslagnum, lýsandi um náttina.” Og røddin var hulin, næstan ljóðleys, sum tosaði hon við seg sjálva… Mamma mín.
-Og hví fara tygum til Comala, um tað ber til at spyrja? – hoyrdi eg hann siga.
-Eg fari at vitja pápa mín – svaraði eg.
-Áh so! – segði hann.
So var aftur tøgn.
Vit gingu oman brekkuna við ljóðinum av asnahógvum fyri oyrunum. Eyguni hovin av náttarvøku,í kvalandi augusthitanum
-Hann fer at gera okkurt burturúr, nú tygum koma – hoyrdi eg aftur røddina á honum,
sum gekk undir liðini á mær. – Hann verður óivað glaður at síggja onkran aftaná
so nógv ár, har eingin er komin higar.
Síðani legði hann afturat:
-Hvør tygum so eru, verður hann glaður fyri at síggja tygum.
Í afturskininum frá sólini sá fløtan út sum glært vatn, upployst í guvu, og gjøgnum guvuna hómaðist ein gráur sjónarringur. Og longri burturi, ein fjallarøð.
Og uppaftur longri burturi, hitt fjarasta fjara.
– Og hvussu sær pápi tygara út, um tað ber til at spyrja?
– Eg kenni hann ikki – segði eg. Eg veit bara, at hann eitur Pedro Páramo.
– Nú so! Hygga síggj.
– Ja, soleiðis søgdu tey, at hann æt.
Eg hoyrdi aftur hetta “nú, so” hjá asnaføraranum.
Eg hevði rent meg inn í hann í Los Encuentros, har fleiri gøtur umskaraðust. Eg stóð og bíðaði har, til hesin maðurin kom.
-Hvar fara tygum? – spurdi eg.
-Eg fari omaneftir, señor.
-Kenna tygum eitt stað, sum kallast Comala?
-Júst hagar fari eg.
Og eg fór aftaná honum. Eg gekk aftaná honum og royndi at tillaga míni fótafet eftir hansara, til hann tyktist geva sær far um at eg fylgdi aftaná honum og
setti ferðina niður. Síðani gingu vit so tætt saman, at akslar okkara næstan bóru hvør við annan.
– Eg eri eisini sonur Pedro Páramo – segði hann.
Ein flokkur av ravnum fleyg framvið tvørturum tóma himmalin. Tað ljóðaði krá, krá, krá.
Tá ið vit vóru komnir upp um fjallið gekk gøtan bara omaneftir. Vit fóru úr tí køldu luftini í erva niður í kvalandi hitan, har næstan ongin luft var. Alt
tyktist at bíða eftir onkrum.
-Her er heitt, segði eg.
-Ja, og hetta er einki at tosa um, svaraði hin. Tað er púra vist, at tað fer at kennast heitari, tá ið vit koma til Comala. Handan bygdin liggur omaná gløðandi
koli, í kjaftinum á sjálvum Helviti. Tey siga, at tey sum doyggja har koma aftur úr Helviti eftir sínum teppi.
-Kenna tygum Pedro Páramo, spurdi eg.
Eg tordi at gera tað, tí eg í eygum hansara sá eitt vet av áliti.
-Hvør er hann? spurdi eg uppaftur.
-Hann er hin versti sjálvur.
Og hann gav asnunum eitt slag við koyrlinum, heilt óneyðugt, tí asnarnir gingu longu væl framman fyri okkum, í eini røð omaneftir.
Eg føldi myndina av mammu míni í skjúrtulummanum, so heita móti hjartanum, sum sveittaði eisini hon. Tað var ein gomul mynd, skrødd í kantunum. Men hon var
tann einasta, eg átti av henni. Eg hevði funnið hana í skápinum í køkinum, niðri í eini krukku, sum var full í ymsum urtum. Eg hevði borið hana uppi á mær
síðani tað. Hon var tann einasta, sum fanst. Mammu míni dámdi ongantíð at lata seg avmynda. Hon segði, at gandur var í myndunum. Og tað sýntist at vera so, tí
myndin av henni var full av smáum holum, sum av nálum, og har sum hjartað átti at vera, var eitt stórt hol, sum ein fingur væl passaði ígjøgnum.
Tað er hendan myndin, eg havi við mær, tí eg hugsaði, at hon kundi koma væl við, um pápi mín skuldi kennast við meg.
-Hyggið har, tygum, sigur asnaførarin við meg í tí hann steðgar. Síggja tygum handan heyggin, ið líkist eini svínabløðru? Beint aftan fyri liggur garðurin
Media Luna. Vendið tygum nú handan vegin. Síggja tygum fjallaryggin har uppi? Hyggið at honum. Og vendið tygum nú hin vegin. Síggja tygum hasa fjallarøðina,
sum
næstan ikki sæst, tí hon er so langt burturi? Hetta er Media Luna, alt sum tað er. Sum tey siga: øll jørðin, so langt eygað røkkur. Og hann eigur alla hesa
jørðina. Men sannleikin er tann, at mammur okkara bóru okkum í heim á einum hoysoppi, hóast vit vóru synir Pedro Páramo. Og tað stuttligasta er, at hann
sjálvur bar okkum til dópin. Tað hevur ivaleyst verið tað sama við tygum, ikki sannheit?
-Eg minnist ikki.
-Farið tygum til helvitis.
-Hvat siga tygum?
-At nú eru vit har, señor.
-Ja, eg síggi tað. Men hvat er hetta?
-Ein lerkur, señor. Soleiðis kalla tey hendan fuglin.
-Nei, eg meinti við bygdina, hon sær so oyðin út. Tað tykist sum eingin býr her.
-Tað tykist ikki bara so. Tað er so. Her býr eingin.
-Og Pedro Páramo?
-Pedro Páramo doyði fyri fleiri árum síðani.
Mexicanski rithøvundurin Juan Rulfo varð føddur 1917 og doyði í 1986. Skaldsøgan Pedro Páramo kom út í 1955. Hann skrivaði bara hesa einu
skaldsøguna, og so eitt savn av stuttsøgum, sum kallaðist “El Llano en llamas”.Men við sínum avmarkaða ritverki hevur hann havt avgerandi týdning fyri
heimsbókmentirnar, ikki minst fyri latínamerikanskan skaldskap í 20. øld.