Fólkatøl og útbúgving

Etikkur og politikkur
19.09.2010
Sprotin

Serliga tvinni viðurskifti fara at avgera framtíð samfelagsins. Um vit vilja hava menning og vøkstur, mugu hesi virðismetast hægri enn í dag. Tað kann gerast ein spurningur um lív og deyða fyri oyggjasamfelagið í útnorði. Í grundini er spurningurin sera einfaldur, tó hvørvur hann javnan í mjørkanum í samfelagskjakinum.

Tað snýr seg um fólkatøl og útbúgving.

Hvussu varðveita vit fólkið? Hvussu útbúgva vit fólkið? Uttan fólk ongin vøkstur – uttan vitan ongin menning. Hetta er fortreytin fyri at fáa samfelagshjólini
at mala uttan at slingra. Hetta er undirstøðukervið, ið mangan verður tikið fyri givið, tá ið samfelagskipanin í síni heild er til umrøðu.

Føroyingar upplivdu eitt búskaparligt eldgos fyri tjúgu árum síðani, ið elvdi til flóðaldu, sum sendi fólk í túsundatali av landinum… Flestu teirra komu
ongantíð heimaftur. Hetta kann saktans endurtaka seg, um vit ikki taka fólkatølini og útbúgvingina í størri álvara.

Fólkatøl hoyra vit um í landalæru í skúlanum. Onkur minnist kanska pyramidurnar. Tær avdúka aldurs- og kynsbýtið í samfelagnum. Norður og suður hava
ymiskar pyramidur; rík og gomul á einari síðu, ung og fátøk á hinari. Men fólkatøl snúgva seg eyðsæð ikki einans um uppteljing. Tað er eisini ein spurningur um
at lýsa familjumynstur. Og um at lýsa – innanlands og uttanlands – fólkaflytingar. Hví flyta fólk burtur? Hvør flytur og hvør verður verandi? Eitt samfelag,
sum tekur fólkið og framtíðina í álvara, hyggur bæði tíggju og tjúgu og fimti ár fram í tíð…

Tá ið búskaparkreppan herjaði um landið, vóru fleiri røddir frammi, ið royndu at rættvísgera flýggjanina av landinum við at siga: –Landið kann einans bera
fimtan til tjúgu túsund borgarar
. Syndarliga lítið hugsaðu hesir falsku profetar um ómissandi menniskjaliga tilfeingið, sum brádliga hvarv og framvegis
skapar djúp hol í undirstøðukervi samfelagsins.

Í sonevndu globaliseringsøldini, tá ið samfeløg standa í beinleiðis kapping á næstan øllum økjum, kann einans hin gløggi, samstarvshugaði og framsøkni vænta
sær nevniverda samfelagsliga eydnu. Sostatt gerst alneyðugt at eiga fólk við tíðarhóskandi útbúgving og viðkomandi førleikum. Og ongastaðni tykist stríðið
harðari og meira náðileyst enn júst her: -Hvør megnar at lokka fólkið við vitanini til sín? Hetta sæst til dømis týðiliga á atljóða hægri lærustovnum, ið nýta
øll snildarráð at fanga áhuga umsøkjarans.

Tá ið hugt verður nærri at gongdini, ið kann sigast at umboða eitt alheimsrák í dag, so kemur slóð til sjóndar, ið knýtir fólkatøl og útbúgving saman. Málið
er, við øðrum orðum, at hava eitt fólk við góðari útbúgving, ið trívist og megnar at loysa tær tungu og samansettu samfelagsuppgávunar, sum framtíðin býður.
Tað snýr seg um at finna eina javnvág. Tað nyttar lítið at raðfesta útbúgving, tá ið unga fólkið er flutt burtur – ella øvugt, at royna at
lokka fólk heim á klettarnar, tá ið samfelagið ikki virðir útbúgving og vitan…

Læring og útbúgving kunnu ongantíð virðast ov høgt. Tá ið Suður Korea flutti seg frá at vera eitt blóðfátækt menningarland til at verða eitt framkomið
ídnaðarland, var almenna skúlaútbúgving barnanna grundarsteinurin í tjóðarverkætlanini. Øll orka varð løgd í at geva børnum best hugsandi skúlaútbúgvingina
yvirhøvur. Hetta skuldi gera børnini sterkari,
sjálvstøðugari og før fyri at endurreisa landið. Hugur barnsins at læra og mennast, at vita og granska, skuldi vekjast. Barnaskúlalærarar hava í dag
hægri tign enn nakar annar fakbólkur í Suður Korea. Teir eru hetjur og fyrimyndir. Kappingin um lærarastørvini er beinhørð, og sjáldan fer lærari sjálvboðin úr
starvi.

Henda lýsing er helst trupul at fata úr einum føroyskum sjónarhorni. Útbúgving og læring hava tíverri als ikki somu tign her heima, men vit kunnu, fyrr ella
seinni, noyðast at taka støðu til tað sama sum Suður Korea: -Hvussu skulu vit yvirliva sum samfelag og tjóð? Ongin ynskir eina nýggja flóðaldu, ið styggir
túsundtals ungar virkisfúsar føroyingar burtur í fremmand lond.

Deil á

Aðrar greinar

Etikkur og politikkur
Tak knæið av hálsinum!

Her er ein brotpartur av tí, ið varð sagt í sambandi við mótmælistiltakið Black Lives Matter 7. juni...

Etikkur og politikkur
Sannleikin so sannur, at eingin samröða longur er neyðug – síðst av öllum við fólkið

Smíl at okkum, sæta, læt hánt um okkum, ja, alt í senn Men vita skalt tú, vit eru tað enska fólkið, ...

Etikkur og politikkur
Einaræði minnilutans

Fólkaræði, siga vit so bragdliga, spyr onkur, óviti ella útlendingur, hvat stýrislag vit hava í Føro...