Meðan vit bíða
Bert eina lítla løtu afturat, so koma teir – rúkandi og dampandi.
At kalla allir føroyingar hava bíðað í nærum eitt ár. Soleiðis var eisini í fjør og árið undan. Henda tunga innantóma bíðitíðin verður í eina lítla løtu skift út við ein ekstatiskan sinnisróm við døgurðaborðið í august ella september.
Tað er eftir hesum ljósu gráligu, sum onkursvegna hildu tað vera skilagott at ressast á rókini, men sum oftast vóru áhalsnir og duttu beint niður á bláman, vit
bíða eftir. Tá vistu teir ikki, hvat ið bíðaði teimum.Veingirnir vóru enn ov óstortligir, bulurin enn ov tungur. Hesir settu seg eisini at bíða – settu seg á
sjógv at bíða, til so nógv var runnið av teimum, at teir umsíðir funnu sítt flog. Misjavnt er tó, hvussu leingi hvør teirra bíðar.
Summi foreldur reiðrast ikki móti sjónum. Tí eru ungar teirra viðhvørt at síggja í haganum ella í onkrum skoti millum húsa. Nakrir eru so ráðaleysir at geva
seg út í ferðsluna á vegunum – men tá ið teir ikki kenna mun á teim grønu og reyðu ljósunum, kunnu teir ikki vænta annað, enn at fólk ilskast inn á ein slíkar
ferðsluørvitisknokkar. Hesir eru bert at síggja í ferðsluni í heilt stutta tíð.
Endurloysingin eftir drúgvu bíðutíðina er ikki bara við borðs. Hon er eisini millum mennirnar, ið hesar dagar hóma ein glotta millum svartskygdar
fiskifrøðingar, lágar fiskaprísir og høgar oljuprísir. Sannur dansirómur er í egningaskúrunum. Dúnið, ið svívur í kaltbláliga skyninum, hevur euforisk árin á
menninar, ið ikki lúgvast av at hagreiða í fleiri dagar upp í slag.
Fuglurin verður seldur. Hann er alt ov dýrur – tað eru øll samd um, uttan teir, ið selja. Teir verja seg við, at tað er so strevið at fáa fuglin til høldar. Og
um teir ikki taka tað fyri hann, sum teir taka, so loysir tað seg als ikki.
Tey flestu geva tó pengarnar, um enn treyðugt; tí eitt heilt ár í bíðistøðu má jú lønast. Kosta, hvat kosta vil.
Nú verður tað heilt skjótt. Ljóðið, tá ið oysan ber við pottin, boðar frá, at teinurin frá komfýrinumog yvir á døgurðaborðið, er skotin í gongd. Seinasti
teinur, ólavsøkuróðurin, the Grand Finale! Borðið er gerandis reitt – og ein hátíðarligur óhátíðardámur er yvir tí heila. Hetta er ikki jólaaftan; eingin
broderaður dúkur, eingir samanrullaðir serviettar í gløsunum, – har teir forrestin als einki hava at gera – ongar kvalir av, at pláss ikki er fyri
reyðvínsgløsunum og einki borðvers. Tallerkar, felliknívar ella dolkar og gløs. Tað er, hvat okkum tørvar til hesa máltíð. Eygnabráini í mannfólkunum tykjast
at siga: soleiðis skal tað vera!
Abbi etur ikki høsnarunga. Hann fær seg ikki til tað. Hann er frá tí tíðini, tá hvørt húskið hevði høsn. Sum øllum kunnugt vóru sanitetsumstøðurnar jú so sum
so, og reinføri hevur nokk verið relativt. Ivaleyst sá abbi ta óhumsku, ið hesir smáu fjaðraklæddu koyrdu í seg ella fingu á seg. Allarhelst fekk hann vaml,
sum vit siga í dag. Orðið “vaml” var nokk ikki so ofta nýtt tá í tíðini, tá ein frøddist um tann mat, ein fekk.
Eg vænti, at fólk vamlast meir nú, enn tey gjørdu fyrr. Tí eru fólk kræsin. Men tey kunnu jú eisini eta tann mat, júst teimum dámar – útboðið er ovurstórt.
Summi eta bara vistfrøðiligt – tað skal vera betri fyri náttúruna. Summi eta ikki djór, tí tað er synd. “Tað ræður um at hava reina samvitsku eftir tú hevur
svølgt,” siga tey. Í gjár var ein dani, ið var sera tilvitaður um umhvørvið, spurdur í DR1, um hann át kjøt. “Jo, er du helt vild, jeg elsker kød! Men jeg har
dog som princip, at dyrene skal have haft et godt liv, før jeg kan spise dem. Jeg spiser for eksempel kun frilandshøns. Det der med bure og fodring, det er
ikke lige mig.” Hetta átti at verið góð tíðindi fyri føroyingar. Vit hava ov mikið til av hesum fríu djórum. Um vit høvdu dugað at gjørt okkum dalt av hesum,
kundu vit útflutt fyri rættiliga nógvan pening, ímyndi eg mær.
Eg sigldi einaferð við línuskipið. Tey, ið ikki kennast við slíkt, hava kanska ilt við at skilja tað, men tá ið tú ert til fiskiskap, er altíð hópur av fugli
hjástaddur. Hesin fuglur verður allarhelst mettur at vera “frilandsdyr”. Hvaðan hann kemur, veit eg ikki, men skjótur er hann at finna. Tá ið tú roynir undir
Føroyum, er tað sum oftast havhestur, ið flokkast um skipið. Fyri teimum, ið ikki kennast við henda fuglin, kann sigast, at hann er serstakliga átufrekur
fuglur. Tað finst nærum ikki tað, ið hann ikki etur: garnar, matleivdir, sigarettstubbar, agn o.s.fr. Alt tað, ið vit ikki skoyta um, etur hann.
Einaferð var so ómetaliga nógvur havhestur í bakborð, har tað rann út. Havhesturin lá og gapaði upp í loft við vón um, at okkurt rann beint niður í hann. Eg
vildi míga. Umborð á einum línuskipið líkist hvør dagur meir ella minni, so tú skemtar tær við tí sindri, tú kanst. At míga á havhestar var stuttligt fyri ein
ungan drong á frívakt. Havhesturin lætst ikki um vón.
Eg roykti eisini, tá ið eg var til skips. Tað var meir ella minni siðvenja at festa sær í, áðrenn ein stillaði seg við rulluna. Tá ið tú vart liðugur við
sigarettina, tveitti tú stubban fyri borð, harkaði og spýtti. Sum eg segði, er havhesturin serstakliga átufrekur, og einki spor var at síggja eftir sigarettina
ella tað, ið eftir kom.
Eg veit ikki heilt at siga, hvussu kloakviðurskiftini eru umborð á einum slíkum skipi, men eg hoyrdi ongantíð um rottangar ella rottangabilar, ta tíð, eg var
til sjós.
Tá – júst sum abbi – át eg ikki havhest. Ei heldur náta.
—
“Snaps?” Onkur hyggur at skeinkjaranum heldur spyrjandi: (snaps eitt mikukvøld?). “Fyri at halda feittinum niðri, veitst tú,” letur skjótt úr honum – sum um
ósagdi spurningurin verður settur hvørt ár.
“Drýl?” Tað er ikki gerandis at fáa drýl aftur við døgurðanum, men til henda døgurðan hoyrir drýlur til. “So tað ikki rennur uppaftur, veitst tú.”
“Mjólk?” Onkur hevði kanska hildið tað verið meir hóskiligt at drukkið eina kalda bjór afturvið, nú snapsur var bjóðaður. “Betri fyri magan, veitst tú.”
Har liggja teir so. Guvandi gulgráir. Kanska ikki júst liturin, ið michelin-matstovunum dámar best, men viðgangast má, at hann hóskar sera væl til ljósabrúnu
eplini og myrkabrúna drýlin.
Tá ið gaffilin verður settur í holdið á fuglinum, spríkja nakrir fitidropar upp í loft og tað vætir rundan um tenninar á gaflinum. Frægast man nú vera at
bretta um ermar og lata sinnisrómin taka yvir.