Plátumeistarin

Bókaprát
05.12.2010
Sprotin

Fyri 20 árum síðani fall mær í lut at skipa fyri eini røð av konsertum fyri Norrøna Felagið uppi í Norðurlandahúsinum. Konsertirnar vóru við Hanusi Johansen, Kára P. og Martini Joensen. 

Hvør var betri enn onnur, tá eg sjálvur skal siga tað. Útselt var til allar konsertirnar og tað gava at býta við Hanusi. Sjálvan konsertdagin, ið var
føðingardagur Pól F’s, gjørdi Hanus av, at konsertin skuldi vera ókeypis. – Føðingardagur Pól F’s skuldi ikki verða eitt sirkus, segði hann.

Og so varð. Ongar billettir, einki gjald. Bara konsert, fyri øll og í besta flower power anda.

Tá dyrnar lótu upp, gekk upp fyri okkum, sum skipaðu fyri, at nú visti eingin, hvussu nógv vóru inni. Táverandi stjóri, Karin Flodström, var ikki blíð, nú fólk
tustu inn og settu seg omaná hvørt annað, á stólar, á gólvið, á svalan og í millum stólarekkjurnar, har pláss var.

Glæsiligasta høllin í landinum var fullsett og vit høvdu eingi atgongumerki at stýra við. Tá sansaði at. Og helst hava ikki fleiri fólk verið inni í stóru
høllini í Norðurlanahúsinum enn júst tá.

Meðan Hanus sang Pól F, vóru hinir báðir, kári p og Martin Joensen, singer/songwriters. Undan hvørjari konsert skuldu teir lýsast í teksti og myndum, sum
Norrøna Felagið sendi til bløðini. Minnist, at Martin varð kallaður hin føroyski McCartney. Og tað standi eg við enn. Martin er føroyski plátumeistarin,
ið dugir hatta við at siga eina søgu í tríggjar minuttir, sum er kargi karmurin um ein tílíkan sang. Ikki bara ein yrking, ikki bara ein sangur, men bæði tvey,
og so løgd niður í tað bráðpannu, sum er ein singlepláta.

Útgávudagin, fríggjadagin 26. november, kom plátumeistarin framvið. Eg var ikki heima, so hann legði boðini í postkassan. Ein fløga við heilsan. Kvøld á
plátufelagnum Tutl. Reyður húsi, gulir stavir og tólv sangir.

Byrjar við einum varisligum og ikki sørt vanligum Martin Joensen-sangi, Brotið bil. Orðið stjørnufjøld fellir røddina. Niðurlagið Spyr meg
bara
hevur eina góða hook line og ljómborðið klingar væl við framdrívandi trummu og bassi, meðan steel gittarin pyntar væl. Spurningurin er longu,
um røddin megnar at bera gjøgnum alla fløguna.

Ávegis hevur lag eftir Eyðun Mohr Hansen. Fólksligt, lætt, men tó spælandi kryptiskt. Sum ein rebus í bø og haga.

Ettesabrúgv eru sorgblíð minni úr heimbygdini. Hóast staðbundin, gerast tey almenn, sorgblíðu minnini. Brúgvin er vekk, men yrkjarin sær hana í
himmalskari sælu, har hann skal lenda við brúnna. Sindur tjúkt, men inniligt og sigandi um smádrongin, sum veksir upp á bygd og við fjørð. Her er sangrøddin
meiri strongd, enn eg brýggi meg um. So góður teksturin er, vildi eg straks skotið upp at deilt mikrofonina við ein ella fleiri onnur. Og tó, hinvegin er altíð
gott at hoyra yrkjaran sjálvan syngja. Sum til dømis at hoyra Townes van Zandt, ella Billy Joe Shaver syngja egnar sangir, heilt til teir geva upp andan og
ikki orka meir. Autentisiteturin tekur yvir og ber – hóast tað er ímóti øllum bel canto-fornufti. Og tað gerst teimum ikki eftir, hvussu veik røddin so
er. So eg skifti millum tað dragandi og tað øvuta. Men undir øllum liggur undurið, sum er sangurin sjálvur. Ikki røddin, men sangurin.

Spor í sandi er aftur ein so sjáldsama poetiskur sangur við sjóvarmálan í náttini, har tvey eru saman og seta spor í sandin, sum flóðin vituliga
strikar. Ein spennandi yrking, ið skrivar seg inn í bestu norðurlendsku songhevd við sangarum sum Peter LeMarc, men sum tó aftur ber mær eina ov strongda rødd
inn í stovuna. Fyrigev mær Martin, men sangurin er alt ov góður til røddina. Men aftur kann eg siga sum omanfyri, hetta er upphavsmaðurin, ið ber fram. So I
will rest my case.

Og klokkan slær er ein óluksáliga stuttligur sangur um drongin og tíðina, sum bara slar, sjálvt um drongurin einki hevur gjørt. Stuttlig orð og stuttlig
útseting, serliga í endanum. Góður sangur til Martin’sa rødd.

Millum sker er gjørdur til klaver hjá Godtfred Joensen, sum er hann live á matstovu ella barr, eins og tá Svante longdist, kanska til Svøríkis, kanska
eftir kára p, ella bara eftir einum opnum glugga – so luftin aftur er næstan blá. Her er Martin á góðum heimavølli.

Kærasta Kvinna er ein klingandi fín framførsla av enn einum góðum sangi, serliga tí hann er duett við Stanley Samuelsen. Gott hugskot, at deila ein
góðan sang við einum góðum sangara, sum eisini er ein super gittarleikari við twang. Felagssangurin er rough og tað hóvar mær væl.

Kvøld er titulsangurin við orðamyndum, sum bara Martin dugur meðan dagsins tungur tagna og Harvest hjá Neil Young snurrar á spælaranum. Vildi
ynskt mær stórt gentukór. Men hvat, hetta er yrkjarin sjálvur, eg havi fyri mær. Respekt.

Blikalogn er aftur ein av góðu yrkingunum hjá Martini um iva og náttina, ið rópar títt navn, eins og Bob Dylan, sum í Tomorrow is a long time
lurtar, men ikki minnist ljóðið av sínum egna navni. Stórbart, men eisini sárbart.

Veitslan endað er beint fram, sum heitið sigur, nývaknaður úr rúsi og ov seinur til veitsluna. Alt er farið og fyri honum stendur blindur maður – við
líggja.

Øll míni tár flytir okkum aftur inn í fremstu vísuhevd í Norðanlondum, umhvørvið hjá Svante. Harmonikan hjá Niels Olsen setir melankolska prikkin yvir
i’ið.

Uttan teg er tólvta skering í tólvta tíma. Hetta er sálmur, ið flytir hesa náttarfløgu í annað ljós. Ólavur Højgaard fær mikrofonina, meðan Godtfred
situr við klaverið. Kann vera, at tey, sum hava lært at reisa seg eftir loknan skúladag, og við tasku í hond syngja Faðir fylg mær henda dag og nøkur ár
seinni hoyra The Beatles á egnum plátuspælara við Let it be, hava ein serligan klangbotn. Veit ikki, men tá eg hoyri ein sang, sum vágar sær at spæla
upp til hesar báðar sangir, Let it be og Faðir fylg mær henda dag, tá hvessi eg oyruni. Higartil havi eg bara hoyrt Paul Weller gera tað í
“Wings of Speed”. Og nú ger Martin Joensen tað sama. Hann prikar hol á eina djúpa og góða frumkenslu, sum bara Jung veit um.

Djúpt rørdur má eg sanna, at meistarin var her. Plátumeistarin.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...