Spinoza

Bókaprát
02.01.2011
Sprotin

»Ein fræls menniskja hugsar um einki minni enn deyðan, og vísdómur hennara er at grundgeva fyri lívinum.«
Spinoza

Hann er ikki tann fyrsti og gjørdist ikki tann síðsti sjálvstøðugi teinkjarin, sum ymiskir valdsharrar jagstraðu. Men at Benedict Spinoza var bannlýstur úr
sýnagoguni í Amsterdam árið 1656 hoyrir óivað upp í tær mest svávulrúkandi bannlýsingar í vesturlendskari hugmyndasøgu.

Jødiska samkoman gjørdi av at “bannlýsa, reka út, fordøma og banna” Spinoza sambært “einglanna dómi”, “avgerð teirra heilagu” og “Guds vilja”. “Bannaður veri
hann á degi, bannaður á nátt, bannaður tá ið hann svevur, bannaður tá ið hann fer upp. Bannaður veri hansara útgangur og inngangur. Mátti Harrin ongantíð veitt
honum fyrigeving.”

Soleiðis varð hesin heimspekingur bannaður, hann, sum eftirtíðin kom at meta sum eitt av ediligastu stórmennunum millum teir mætu heimspekingarnar. Hetta var í
17. øld, ein trupul tíð í søgu Evropa við jagstran, ótollyndi og snævurskygni. Kortini hevði jødiska ættin hjá Spinoza leitað sær burtur undan einari uppaftur
verri jagstran frá katólska rættsóknarrættinum í Spania og Portugál til eitt friðskjól í Niðurlondum.

Jødiska samkoman hevði roynt at geva honum 1000 gyllin í mutri um árið afturfyri, at hann skuldi varðveita falslótirnar og ganga regluliga í sýnagoguna, men
hann sýtti. Hann slapp livandi undan einari morðroynd eina myrka nátt og goymdi frakkan við holinum eftir knívin.

Baruch Spinoza var føddur í 1632. Næmingurin, sum dugdi so væl í rabbinaskúlanum og dugdi halgu skriftirnar Talmud og Tora, varð lýstur sum sýnagogunnar ljós.
Men hann var eisini tíðliga farin undir at lesa støddfrøði, náttúruvísindi og heimspeki. Hann dugdi hebraiskt, hann talaði portugálskt heima og skilti eisini
spanskt, hann lærdi seg eyðvitað niðurlendskt uttanat, og hann skrivaði skjótt ritgerðir á latíni. Tvey og tjúgu ára gamal broytti hann fornavnið til tað
latínska og tilsvarandi Benedict.

Tað, vit vita, læt Spinoza ikki bannlýsingarnar á sær finna og tók tær við heimspekiligum spaklyndi, men flutti úr Amsterdam til tann friðarligari býin
Rijnsburg í nánd av Leiden, seinni til lítla býin Voorburg nærindis Haag. Orsakað av niðurstøðunum av hugsanarhátti sínum mátti hann, tað ið eftir var av
lívinum, liva einsamallur, skildur frá samkomuni, vinfólki og skyldfólki sínum. Hann livdi ógvuliga kravlítil og hjálptist so dánt við at slípa og blanka
glaslinsur við ein lítlan dreyibonk, tað handverk, hann hevði lært.

Um kvøldið og náttina, tá ið hann hevði stongt verkstaðin, skrivaði hann heimspekiligu ritgerðir sínar, men ógvuliga lítið kundi verða givið út á lívsævi
hansara. Næstu vinir hansara tykjast hava verið tey fólk, sum hann búði til leigu hjá, men eins og Descartes hevði hann nógv brævasamband við lærdar menn í
fleiri londum. Hann doyði fátækur, 45 ára gamal, av bróstsjúku.

Heimspekingar og vísindamenn í hópatali fingu tó kunnleika til hugsjónirnar hjá Spinoza. Nógv av tí, vit vita um tankar hansara og bakstøðið til greitt orðaðu
rit hansara, stavar frá brøvunum.

Spinoza fekk vitjan av Henry Oldenburg, einum umboði úr hátt metta enska vísindaliga felagnum Royal Society, sum hann hevði brævaskifti við. Í 1673 stóð honum
eitt professaraembæti í boði í Heidelberg, men hann bar seg undan við teirri grundgeving, at hann vildi bara hava frið, og at eitt alment starv fór at hava við
sær, at hugsjónir hansara fóru at verða avbronglaðar og speiriknar. Hann væntaði eisini, at í Heidelberg fór ikki at vera hugsingur um, at hann slapp at víkja
frá ráðandi átrúnaðinum.

Tractatus Theologico-Politicus eftir Spinoza er ein av hugsanarfrælsisins klassisku ritum, framvegis tíðarbært. Hann gav tað út undir dulnevni á latíni
og sá til, at ritið ikki kom út á niðurlendskum. Men tað kom skjótt upp, hvør ið rithøvundurin var, og bæði ríkið og protestaniska og katólska kirkjan fordømdu
beinan vegin ritgerðina.

Fullkomiligt frælsi til at hugsa og skriva var sambært tí unga Spinoza ein treyt fyri sunnari intellektuellari menning. Ríkið átti tvørtur ímóti ráðandi
siðvenjuni at veitt trygd fyri tílíkum frælsi, og eingi umboð fyri kirkjurnar áttu at havt nakað sum helst vald innan fyri ríkið.

Spinoza fór í holt við bíbliusøgurnar og granskaði tær við støði í tí, sum vit í dag høvdu kallað háttalag liberalu gudfrøðinnar ella vanliga hugvísindaliga
gransking. Tað var ikki Guds orð, upprunin var ofta ógreiður, og nógv var burtur úr vón og viti, mótsagnarfult og rætt og slætt ósømiligt. Hann himpraðist ikki
staðiliga at reka aftur allar hugsanir um, at jødarnir ella onnur fólkasløg vóru serstakliga úrvald av Gudi. Hann viðurkendi eingi undur og einki slag av
pátrúgv.

Kortini kunnu vit siga, at Spinoza var djúpt trúgvandi. Hann, sum varð kallaður “hin andstyggiligi ranglærarin” og “hin stóri falsarin” verður í
heimspekisøguni umrøddur sum “panteistur”: alt veruligt er guddómligt, náttúran, menniskjan, alt, og Gud er í øllum. Men tað er einki undarligt í, at hann fekk
ilt í almennu oddamenninar innan fyri kirkjurnar, tí hann vildi gera mun á gudfrøði og átrúnaði. At hann harumframt helt uppá, at okkara fatan av Gudi skuldi
reinskast fyri okkara egnu áhugamál og fordómar, kom teimum uppaftur verri við.

Í einum føri er Spinoza umboðandi fyri lærda heimin í 17. øld: hansara hugsanir hava støði í støddfrøðini, teirri vísindagrein, sum við neyvleika og yndi sínum
hugtók heimspekingarnar so ómetaliga, at teir ofta róptu hana guddómliga. Spinoza vildi nýta tað, sum hann rópti “hitt mátingarfrøðiliga háttalagið” ikki bara
til okkara kunnleika um náttúruna og lógir hennara, men eisini til tað, sum hann rópti “sinnisrørslurnar”, tey sálarligu fyribrigdini.

Øll sannkenning mátti kunna verða avleidd frá allýsingum og axiomum við endareglum til hjálpar, sum førdu til álítandi niðurstøður. Sum fyrimynd fyri øllum
hugsanarvirksemi sá hann skipanina, sum Euklides hevði evnað til, klassiski lærarin í mátingarfrøði frá 300-árunum fyri føðing Krists, sum varðveitti støðu
sína í vesturheimsins skúlum so dyggiliga, at sjálvt navnið “Euklides” kom at merkja tað sama sum “geometri”.

Mátingarfrøðiligar skipanir, ella ið hvussu er skilvís samanheingi av tílíkum slagi, halda sambært Spinoza saman bæði sálarliga og natúrliga veruleikanum og
sannkenning okkara um henda veruleika. Vit kunnu skilja alt hetta við skilvíst vatntættari próvførslu, frá axiom til teorem, og tað var soleiðis, hann
skrivaði.

Afturímóti empiristunum, sum tóku støði í tí empiriska, sansingarroyndunum, verða Spinoza, undanmaðurin Descartes og hin heldur yngri Leibniz lýstir sum
rationalistar. Teir vildu vera við, at rationelli hugsanarhátturin við støði í háttaløgum, sum líkjast teimum í støddfrøðini, gevur okkum ta einastu og
fullgildu sannkenningina. Tann veruleiki, sum verður lýstur á henda hátt, tann andaligi og tann materielli, er tann sanni veruleikin og svarar til Gud. Hetta
hevur verið rópt samleikaheimspeki, og gudfrøðingar kunnu málbera seg soleiðis um hesa læru, at Gud er “immanentur” í náttúruni. “Gud ella náttúran” var
Spinoza vanur at skriva. Hann helt, í stríð við alla galdandi gudfrøði, at Gud er ópersónligur, og at persónligur ódeyðiligleiki er ógjørligur.

Í materiella heiminum verður tað, sum hendir, stýrt av óbroytiligum atvoldarlógum. Spinoza vildi ikki hoyra talan um sokallaðar endamálsatvoldir, sum
Aristoteles og skolastikararnir hava við, og sum skulu hava við sær, at okkurt kann vera vorðið til fyri at tæna einum framtíðarendamáli.

Klassiski trupulleikan um sál og likam vildi hann loysa við støði í hesari skipanini. Har eru ikki tvey sløg av fyribrigdum í skiftivirknaði sum hjá Descartes,
men sami veruleiki, ein og sami “kjarni”, sæddur úr tveimum ymiskumsjónarhornum, andi og evnistilfar, grundan og alisligir lutir, “hugsjónir” og “vídd í
rúmdini”. Heimspeki hansara verður næstan ein duldarfullur samruni av hugsjónarstevnu og materialismu.

Vit kunnu hava ilt við at skilja sovorðnan hugsanarhátt. Tað er løgið at hugsa sær, at allar hendingar í alheiminum, sálarligar og kropsligar, skuldu hingið
saman skilvíst-støddfrøðiliga, víst seg sum niðurstøður av axiomum, og ikki fylgja náttúrulógum ella eru liðir í regluligum sambondum, sum vit koma fram til
við støði í eygleiðingum.

Men Spinoza helt, at allir tilburðir í náttúruni, tá ið vit hava skilt teir til fulnar, bera líka so ósvikaliga á, sum til dømis at hvør hugsandi radius í
einum kringi má hava somu longd. “Lutirnir høvdu ikki kunnað verið skaptir av Gudi á nakran annan hátt og undir nøkrum øðrum viðurskiftum, enn soleiðis sum
teir nú veruliga eru vorðnir skaptir.” Einki er vorðið til av berari tilvild.

Avleiðingarnar av háspekiligu tesunum hjá Spinoza eru margháttligar og at vísa seg tvørsagnarligar: alt, sum hendir, er alneyðugt, menniskjaligi viljin hevur
einki sum helst frælsi. Kortini er Spinoza eisini viðgitin sum siðregluheimspekingur, og týdningarmesta rit hansara eitur Siðfrøðin, sum skuldi bent á,
at vit í lívinum kunnu standa og skulu gera siðreglulig val. Tey brot, sum eru vorðin mest viðgitin í hesum klassiska riti, hava yvirskriftirnar “Um
menniskjaligan trældóm” og “Um menniskjaligt frælsi”.

Tá ið vit í besta føri koma fram til kunnleikans hægsta stig, skoða vit tilveruna í sínari heild við sínum neyðugu lógum og ásanna, at einki kundi verið
øðrvísi, enn tað er.

Óætlað er, nær vit kunnu røkka hesum høga stigi. Í gerandisdegnum harafturímóti síggja vit tilveruna bara úr okkara egna avmarkaða sjónarhorni og lata okkum
freista av øllum okkara fordómum, ófullkomnum innliti, leysum sannlíkindum og siðboðan, kærleika og hatri, ynskihugsan og vanligari ørkymlan. Vit eiga ikki at
gerast trælir undir kenslum okkara, og verri enn alt annað er at liva í ótta, eitt nú ótta fyri deyðanum.

Serliga gjølla kannaði Spinoza tað, sum hann rópti “passiónirnar”, kenslur okkara, og hevði ikki minst áhuga fyri, hvussu tær ávirka ektaðu leitan okkara eftir
sannleika. Vit áttu at hugsað óheft og skilvíst til tess at kannað, hvørji uppáhøld eru sonn, men í staðin hava vit lyndi til at velja hugsjónir, sum eru
høgligar og smikra fyri sjálvsvirðing okkara. Eitt nú huga vit okkum til, at menniskjan er skapt í Guds mynd, og at alheimurin er skaptur fyri okkara skyld,
hóast einki bendir á tað. Spinoza hevur eisini áhuga fyri nógv gerandisligari dømum um sama lyndi.

Hóast Spinoza greinir passiónir okkara sambært mátingarfrøðiliga háttalagi sínum, vísir hann í hesum tulkingum dømi um stóra sálarfrøðiliga kenslusemi. Hann
vísir eisini innlit í bólkasálarfrøði og tekur spurningin til viðgerðar, um hvussu vit gerast eitt við næstingar okkara, samfelagsstætt okkara, tjóð okkara og
so framvegis, og hvørjar góðar ella vánaligar avleiðingar hetta kann fáa. Hann hevði vissuliga royndir á økinum.

Men tað er natúrligt hjá menniskjuni, helt Spinoza, at stremba eftir alt fullkomnari sannkenning, nakað sum hann lýsir sum, at vit vilja gera okkara sanna
eg til veruleika, mennast upp til alt víðfevndari sannkenning um veruleikan, liva okkum inn í Guds intellekt og tann vegin røkka sannari eydnu. Tað er
tað, hann kallar “andborna kærleikan til Gud”.

Øll tilveran, øll fyribrigdi, sálarlig og kropslig, hava í roynd og veru í sær eina trá ella megi, ið stavar frá “Guds ævigu áneyðum”, at fremja seg sjálvan í
verki. Hesa alfevnandi stremban nevndi hann við einum latínskum heiti, conatus, sum satt at siga hevur víst seg aftur á okkara døgum í umhvørviskjakinum
sum heiti fyri natúrligar ringrásir, sum ikki eiga at verða órógvaðar.

Vit vinna okkum frælsi, um vit eru før fyri at loysa okkum frá falskari sannkenning og villandi kenslum. Tá røkka vit fullkomnari fatan av veruleikanum, einum
innliti í áneyðirnar hjá øllum lutum. Á einum einfaldari, lívsheimspekiligum støði kunnu vit kanska siga, at vit sambært Spinoza røkka vísdómi, um vit til
dømis stødd í djúpari sorg koma til ta niðurstøðu, at vit noyðast at góðtaka tað, sum ikki kemst undan.

Meira jarðbundið kunnu vit muta ímóti Spinoza, at heitið “áneyðir” missir sítt rímiliga høpi, ið tað kann hava, um alt, sum hendir, verður mett sum líka
neyðugt. Okkum tørvar hóast alt eitt mál, har gott høpi er í at gera mun á sovorðnum, sum vit kunnu sleppa undan, og sovorðnum, sum ikki slepst undan.

Spinoza hugsar um trý støði av sannkenningum. Tann veikasta av teimum er tann svikaliga sansasannkenningin. So kemur tann væl skipaða vísindaliga sannkenningin
við náttúrulógum og øðrum samanheingjum. Hægst kemur tað, sum hann við einari fyri okkum misvísandi málisku kallar hugskygni, “intuitión”, sum ikki er nakað
torlýst, men eitt yvirlit yvir heildina “úr ævinleikans sjónarhorni”, sub specie aeternitatis.

Líta vit at stjørnumyndunum og síggja tær sum Stóru Bjørn og tílíkt, eru vit stødd á tí fyrsta, góðvarna støðinum. Lesa vit stjørnufrøði, skilja vit, at tær
stjørnur, sum úr okkara sjónarhorni eru á at líta sum myndir, í roynd og veru eru liðir í heilt øðrum stjørnumerkjum og høvdu sæð øðrvísi út úr einum øðrum
sjónarhorni, sum er vísindanna sjónarmið.

Men hægst røkka vit, helt Spinoza, um vit eru før fyri at skoða alt úr ævinleikans sjónarhorni. Spinoza nýtir enntá átrúnaðarliga orðið “dýrdarsælu” um hesa
støðu, sum vert er at stremba eftir. Um so er, kunnu vit kanska eisini doyggja í friði og náðum, sum Spinoza eisini tykist hava gjørt.

Frælsa menniskjan, sum skilur áneyðirnar hjá øllum lutum, er sambært Spinoza glað og eydnurík. Siðfrøði hansara endar heilt einfalt við ráðum um, at vit skulu
liva tað góða lívið í stillum og sinniliga, við ongum hatri, ikki stunda fjáltrað eftir onkrum, ið ber av øllum, millum góðar vinir við góðum mati og drekka,
og fram um alt ikki óttast deyðan. “Hin vísa menniskjan hugsar ikki djúpt um deyðan, men um lívið.”

Spinoza hevur verið tulkaður ymiskt. Onkur hevur mett hann sum ein strangan, enntá víðgongdan intellektuellan, við strongu støddfrøðiligu sannkenningini sum
fyrimynd og menniskjunnar stremban eftir sannkenning sum fremstu keldu til lukku og sælu.

Men onkur hevur eisini í pertna, støddfrøðiliga væl brýnda teksti hansara funnið hugsanir um, at sál er løgd í náttúruna, uppfylt av Guds náði, eitt nú ein
vanlig tulking, tá ið romantikkin var í hæddini.

Á okkara døgum er onkur, sum á ein líkan hátt heftir seg við ta fatan, at alt í náttúruni hongur saman í einari ævigari ringrás, andi og materia, sál og likam,
menniskja og náttúra. So statt kann hesin gamli heimspekingurin frá 17. øld metast sum talsmaður fyri eina heildaráskoðan í umhvørvispolitikkinum.

Úr bókini 26 heimspekingar, ið Sprotin gav út í 2010.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...