Tvær yrkingar
Nátturði
Í blokkinum
yvir av mær
situr hon
tjóðin
og etur frikadellur…
Nátturði
Í blokkinum
yvir av mær
situr hon
tjóðin
og etur frikadellur
til nátturða
frikadellur við
remoladu
og eplum
onkur á fyrsta ári
onkur á tí síðsta
øll samd um
at maturin
kundi
smakkað betur
At skriva
At skriva
er at hvørva
inn í løtuna
gjøgnum fláir
skræða
lata upp
og aftur
fyrsta lagið
tunt
sum ein skón
síðan ivin
og tómleikin
til einki
er eftir