Sleipnir hin rádni

Bókaprát
16.02.2011
Sprotin

Enntá á Reykholti á vesturlandinum í Íslandi, á hesari oyggj í Atlantshavi, kom kríggið á gátt. Soleiðis kunnu vit skriva um næstan allar staðir í heiminum, allar dagar. Toftirnar eru arrini av tí, at menniskjuni hava verið har. At droyma hvør um annan, elska og hvør drepa annan, hoyrir til menniskjanna elstu eginleikar og fellur teimum líka lætt sum at brúka orð. Tá ið grivið verður og bustað millum leivdirnar av grundmúrinum á Reykholti í dag, kennir ein ikki bara tíðarinnar nærveru. Tað er eimurin av menniskjanum.

Tey flestu vita ikki, hvussu nógvar dagar tey hava eftir at liva í. Hann helt seg hava nógv ár framman fyri sær. Hvat hann fór at siga í avgerandi løtuni, hevði hann onkantíð skoytt ein tanka. Hann læt seg í, greiddi sær og drakk eina oysu av vatni úr byttuni, sum hann hevði standandi við seingina. Uttanfyri var eingin at síggja. Hann leit upp á luftina, hitt gamla himnahválvið, sum sól og máni rista dag og nátt á. Snorri Sturluson hevði fimm samdøgur eftir at liva í …   

Margreta tivaði ikki longur av møði. Hann fór yvir til hennara. Snorri boygdi høvur sítt niður ímóti henni. Hann kendi, hvussu heit hon var um ennið. Hann royndi at kyssa hana. Hon hevði seg undan. 

Hann skonkti fruktvín. Tey skálaðu. Snorri spurdi, um trupulleikar høvdu verið á vegnum. Hon risti við høvdinum. Hon visti, hvønn veg hon mátti fara. Hann skilti ikki, hvat hon meinti. Hevði annars nakað serligt verið? Hann royndi at leggja armarnar um hana. Hon himpraðist eitt sindur. Hann toygdi seg eftir arminum á henni. 

Jú, víst hevði nakað serligt verið. Hon hevði sætt ein svan, segði hon. Ein stóran og tríviligan svan. Hann ók aftur og fram eftir deyðavatninum, sum ein sleta, frá skýggi til skýggj. Sum hann var svangur eftir skýggjunum, sum støðugt føddust. 

Hon hugdi yvir á bilsnu eyguni í Snorra. Hon kveitti at vevinum, áðrenn hon hugdi upp aftur á hann. 

Hann segði einki. Hann var ovfarin av, at hann brádliga var komin at hugsa um konuna, Hallveig, tá ið sjúkan hevði herjað við henni í fleiri ár. Eftir hetta mátti hann leita sær til onnur konufólk, segði hon við hann, meðan Gyðja stóð og lurtaði. Hon var heldur eingin hora, hon, sum var húsfrúgv á Reykholti. Gyðja hevði nikkað og nigið. 

Snorri hevði greitt Margretu frá Hallveig eina ta fyrstu ferðina, tey bæði hittust. Hann umrøddi hana við virðing. Umrøddi hana sum eina, sum á mangan hátt var djarvari enn hann. 

Hóast Margreta hevði átt tvey børn, var tað ikki fyrr enn eftir tað, at hon hevði ligið hjá Snorra fyrstu ferð, at hon var farin at spæla við sín egna kropp. Seinni hetta sama kvøldið hevði hon lagt seg nakna undir lodna songarfeldin við manni sínum snorkandi undir liðini á sær. Tá ið hon hevði drálað eitt sindur og enn eina ferð vissað seg um, at maðurin veruliga svav, streyk hon sær um bróstini, áðrenn fingrarnir funnu niður millum lørini. Alla tíðina hevði hon hoyrt orð Snorra um, hvussu hann altíð fór at síggja hana fyri sær, hvussu hann droymdi um hana í huganum, og hvussu hann droymdi um at liva saman við henni. Men best av øllum dámdi henni eygu hansara, yvirbragdið, sum hon sá fyri sær hvørja nátt í myrkrinum í hjúnaseingini, eyguni, sum lótu hana úr. Í dagsljósinum hevði hon hvønn dag sagt við seg sjálva, at hon mátti fáa hann úr huganum. Og hvørja ferð, hon hevði sagt tað, komu teir ólógligu tankarnir um tann aldraða mannin við øktari megi. 

Hon hevði roynt at staðið ímóti! Tað nyttaði bara einki. Støðugt oftari fór hon at síggja fyri sær, hvussu tað hevði verið at latið seg nakna fyri honum við eina tjørn, har eingin sá tey uttan mánin. Hon fór at stilla seg tætt við tjørnina, vatnið skuldi vera svart niðan fyri grótið, hann skuldi síggja hana krøkja skreytið, hon hevði um hálsin, og armringin burtur av sær, loysa hárspennið, áðrenn hon smoygdi seg úr síða, reyða kjólanum og vísti allan kroppin, sum steig hon burtur úr einum krúnublaði, og ganga varisliga eftir grótinum út í vatnið. Tvey ár vóru umliðin, síðan hon fyrstu ferð hevði sætt tey bæði og mánan fyri sær. 

Hon nálgaðist tætt upp at Snorra, legði hendurnar um herðarnar á honum og krøkti hann til sín. Hann kysti hana. Hon eftirlíkaði. Margreta tók høgru hond hansara og togaði hann við sær yvir at seingini. Tey kystust. Hann rendi undir eitt tálgarljós, sum sloknaði. Klæðini endaðu í einum dunga. Sum hon var vøkur. Hann royndi at fjala seg aftur undir troyggjuni. Hon skræddi hana úr hondini á honum og tveitti hana á gólvið. Hon kroysti hann fastari inn at sær. Hon legði seg fyrst. Hon toygdi hendurnar eftir honum. Hann rakti við tey ljósu líkhárini, hon hevði á arminum niðan fyri alboga. Hon lætti høvdinum upp av koddanum, smíltist og spurdi, hvørjum hann bíðaði eftir. Hann risti við høvdinum, rætti høgru hond sína eftir arminum á henni og setti høgra knæið í seingina, áðrenn allur tann stóri kroppurin kom aftaná. Hon kíndi honum eftir kjálkanum. Hann kysti hana, drýggjaði sær, helti vanga og kysti hana upp aftur heitari. 

So nakin, hon var. Hann varnaðist, hvussu grovir fingrar hansara vóru. Her er freistandi at skriva um í einstøkum lutum, hvussu hon setti seg fyri, tók um høvdið á honum og førdi tað niður millum lørini á sær og læt seg aka tættari inn til hansara, áðrenn hon kikkaði eftir ondini og eymkaði seg, meðan hon helt fast um bakið á honum við høgru hond og arminum, við vinstru hjálpti hon til at kroysta seg tættari inn til hansara. Her kann hvør sær leggja afturat og draga frá, alt eftir hvussu blygdin ørkymlar eins egna lív. Tað, sum harafturímóti er vist, er, at Margreta lyfti tað frísuta høvdið upp, kysti tað og førdi tað niður aftur millum lørini á sær og hugsaði um, hvussu nógvir menn mundu hava ligið soleiðis á búkinum í hundraðtals ár, og hvussu nógv konufólk høvdu strokið teimum eftir frísuta høvdinum, og av øllum lutum hugsað um føðingar, áðrenn hon togaði hann niður yvir seg og inn. Snorri mintist, at hann kysti síðsta tanka hennara á pannuna, áðrenn hann sovnaði. 

Áðrenn kvøldið kom, fóru tey upp. Hetta var síðstu ferð, tey skuldu fara upp saman. Hon hugdi út á dvørgabjørkina, sum hvønn dag stóð løgd við gulli í fyrstu og síðstu sólarglæmuni. Hann brúkti eitt orð, sum hann ongantíð hevði brúkt áður. Hann segði, at hann var lukkuligur. Tey drukku reyðvín. Hann spurdi, hví hon brádliga gjørdist so kvirr. Hon hvepti seg við at svara. Tað sá hann. Hann spurdi upp aftur. Hon segði, at hon stúrdi fyri børnunum og fyri, hvat ið honum kundi fara at bera á. 

– Góði, hoyr meg! tók hon upp aftur. 

– Stúr ikki fyri mær, eg kann verja meg. Veitst tú ikki tað? Hann legði armin um hana. Hon legði høvur sítt inn at hansara. Hann streyk hondina eftir hári hennara, kysti hann á kjálkan, reisti seg og tók hornið niður av bróstinum. Tað var skreytað av einslistum við metali um tromina. Tað var ein gáva frá Jóni Loptssoni, sum hann hevði fingið á fimtanáradegnum. Oksahornið var fult av øli. Hann spurdi, um hon nakrantíð hevði drukkið øl av horni. Hon risti við høvdinum. 

– Vilt tú ikki smakka á tað fyri mína skyld? 

Hon ætlaði sær at spyrja hann, um hann ikki hevði skilt álvaran í tí, hon hevði sagt. Hon segði, at hon vildi fegin royna at drekka av horninum. 

– Eisini tað er eitt kynstur, sum má lærast, segði hann og flenti við. Hann hevði ikki leskað øl í fleiri vikur. Nú vildi hann endiliga drekka, halda dagin og gleða seg um, at hon umsíðir var hon komin. Ja, tað var ikki bara tað. Hann ætlaði sær at spyrja hana, um hon ikki kundi hugsað sær at flutt higar á Reykholt. Hon bað hann sleppa sær at vita, hvussu tungt hornið var. Beit hon hann av? Tey áttu eitt heima eisini, men hetta sá tyngri út, var tað bara innbilningur? Hann fekk henni tað. Hon risti við høvdinum. Snorri segði, at skifti hon støðu, skuldi hon bara minnast til, at teir fyrstu droparnir verða skjótt til brotasjógv. Kanska kundi hann sleppa at vísa henni tað? Ein annar trupulleiki var, at tað var torført at seta tað frá sær, uttan at tað var tómt. Hann flenti. Hon segði ikki, at hann kundi heingja tað upp aftur, tá ið hann hevði fingið sær nakrar munnar. Hon hevði ongantíð sætt hann so blíðan og kátan. Hon fegnaðist um hansara smádreingjaliga ídni. Hon drakk av horninum, stoytti niður og flenti saman við honum, áðrenn hann tók við og drakk, til hornið var tómt. Tá ið hann skuldi rætta tað yvirum aðru ferð, snávaði hann og misti tað á gólvið. Hon froysti útúr. Hann flenti og legði armarnar um hana, lyfti hana upp og bar hana inn aftur í seingina. Tey hugdu hvørt upp á annað. Kærleiki er tíðin, sum støðgar og stendur still í eygunum. 

Tey sovnaðu við einum skinnfeldi oman yvir sær. Klæðini lógu saman við sloknaða tálgarljósinum og horninum á gólvinum. Gløður glógvaðu framvegis í langeldinum. Margreta hevði lagt grýtuna niður í taskuna, sum lá við seingina. Hon hugsaði um Egil. Mestur tosaði hann við børnini um hana og Snorra. Óivað legði hann teimum eina við at kasta hatur á hana. Snorri svav fast. Dvørgabjørkin gav seg eitt lítið sindur. Ein lítil ond kom við myrkrinum. Greinarnar rørdu seg. Tey ytstu bløðini teskaðu sínámillum.  

Thorvald Steen: Sleipnir hin rádni

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...