Svart perspektiv –
Gomlu rómverjarnir – ráðandi stættin – sigst at hava sagt, at loysnin upp á allar trupuleikar er at geva fólkinum sjónleik. Henda áskoðanin hevur síðani breitt seg til meginpartin av vesturheiminum og hevur fingið heitið demokrati. Fyri at sjónleikurin skuldi hava best møgulig livilíkindi, hava teir, sum ráddu fyri borgum, bygt ein parlamentsbygning fyri og annan eftir.
Við síðuna av hesum almenna sjónleikinum, har fólkavaldir sjónleikarar gera sítt besta at fyrigykla fólki, at væl stendur til, hava vit eisini fingið vanlig
sjónleikarhús, har framførðslurnar hava til endamáls, partvís at mýkja láturvøddarnar, og partvís at siga nakrar sannleikar, sum – koma teir ikki fram í ljósið
í sjónleikinum – í ringasta føri kunnu elva til uppreistur.
Langt er ímillum, men tað hendir av og á, at onkur fær eitt genialt hugskot –
Ein av hesum er Retro Gunnar, sum – helst onkra nátt í andvekri – hevur sæð fyri sær møguleikan at sameina fólkavalda og fólksliga sjónleikin. Vit eiga at vera
takksom fyri at tað enn búgva fólk í hesum landinum, sum hava yvirskot til at gera síni hugskot til veruleika, og eitt av teimum er Gunnar.
Sjónleikurin “Føroyar – dýrasta land í heiminum” var settur upp í sjónleikarhúsinum nú leygarkvøldið, og við góðari hjálp frá statistum og leikstjóra eyðnaðist
at fáa tann fólkavalda høvuðsleikaran at siga tann sannleikan, sum vit øll hava gingið og borið inni við okkum sjálv, nevniliga at tað, sum ger tað møguligt at
búgva í hesum landinum, er alt tað, vit hjálpa hvørjum øðrum við, uttan at tað kemur við í almennu hagtølini – vanliga nevnt svart arbeiði.
Nú er tað so alment staðfest, at svart arbeiði og ikki tað, sum fíggjarmálaráðið fonglast við,er tað, sum heldur landinum uppi og ger, at tað ber til at vera
føroyingur. Sjálvsagda fylgjan av hesum er, at skulu vit hækka livistøðið, er bert ein vegur – meira svart arbeiði –
Hetta er Perspektiv, ið dugir, so kunnu tey á tinghúsvegnum seta skattin upp so galið tey vilja, úrslitið verður, at tey fáa 100% av ongum – sjálvsagt ikki
beinanvegin, men so við og við.
Tá ið vit hava skipað okkum eftir hesum nýggja javnaðarsannleikanum, gerst úrslitið, at tað bara verða almennar lønir, sum gjalda skatt. Sjálvsagt hevur tað
við sær, at skatturin má hækka, sum so aftur hevur við sær, at ongin tímir at arbeiða hjá tí almenna, og soleiðis sleppa vit av við almenna sektorin, og
fólkaflokkurin fær sín vilja.
Tað má sigast at vera lagnunnar speisemi, at ein javnaðarmaður í sjónleikarhúsinum skuldi gerast orsøkin til, at aðalmálið hjá fólkaflokkinum umsíðir er í
ljósmála.
Sjálvsagt skal henda umskipanin gerast soleiðis, at tað ikki gongur út yvir vælferðar-samfelagið.
Loysnin upp á tann trupulleikan er, at vit seta í verk svartan skatt. Við tað at vit nú eru komin burtur frá peningasamfelagnum, og einasti valuta, sum fólk
hevur álit á, er ræstur fiskur, grind, seyðaskinn, epli og grunningshøvd, má Toll og Skatt stovan umskipast til eina móttøkustøð fyri svartan skatt, ið fólk –
sjálvsagt av egnum vilja – halda skal koma felagsskapinum til góðar.
Verður móttøkustøðin samskipað við Rúsuna, er hugsandi at onkur leggur leiðina framvið –
t –