Eitt sindur um royk
Roykur, luktur og angi hava altíð ávirkað okkum bæði í skaldskapi, í átrúna, í list og í dagligari tilveru. Vit syngja í sanginum: Land mítt har grasið í líðum grør…. og roykur upp yvir tekju fer. Klókir menn hava sagt um roykin, at ikki ber til at gera eina støddfrøðisliga loysn – ein frymil, sum tulkar royk, ið fer upp frá t.d. ein góðvegursdag.
Hjá Hans Andriasi er roykurin vorðin ein skaldamynd, eitt bygdalag, har torvroykur vesar so heimliga úr skorsteinum. Hesa mynd ynda vit, og okkum dámar væl at
fara aftur til ta tíðina, tá ið torvið neistaði í komfýrum og brimaði á eldstøðum. Roykurin fer allar vegir, tí er kanska ógjørligt at ímynda sær, at roykur
kann latast í eitt støddfrøðisligt skap.
Roykur kann eisini merkja luktur. Í sanginum hjá Chr. Matras: Nú ferðast fólk fyri nesini stendur skrivað í øðrum ørindi: Ymiskur er tann húsroykur, ið hongur
uppi við fólk. Ikki er so langt frá monnum, at hetta er kanska galdandi enn tann dag í dag. Simon Spies segði einaferð, – Kvinder skal lugte af sig selv, so
óivað hava Chr. Matras og Simon Spies verið samdir. Onkuntíð verður sagt, at hvørt mansbarn hevur sín likamsroyk. Henda royk – lukt, royna vit at doyva við
alskins luktilsi, og tá ið tú ert t.d. í brúdleypi, kennist hesin angi standa í næsarnar. Tað rýkur av ymiskari parfumu, hóast títt egna hold hevur sín lukt,
sum dampar og setir seg í klæðini, men sum vit royna at køva, doyva av heimskendum “kamfuranga”.
Óli Reinert, Frank Jæger og mjørki
Í bíbilskari talu er menniskjalívið líknað saman við roykin, sum er til sjóndar eina skamma stund. Óli Reinert brúkar roykin í einum sálmi (Songbók Guds fólk
nr.263) við íblástri úr Halgubók sum dømi um menniskjalívið. Jákupsbræv 4. kap. 14. ørindi
Sum ein roykur
Sum ein roykur, í stilli man standa,
so er menniskjalívið á fold;
Vinur, skilir tú ikki tín vanda?
Tínir vinir leggjast í mold
Niðurlag:
Sum ein roykur, ið burtur man tynnast,
eru menniskjans stokkutu ár;
brátt her eingin oss longur skal kenna,
sum ein skuggi er ungdómsins vár.
o.s.fr.
Frank Jæger hevur eina yrking, sum eitur Skorstensrøg (Frank Jæger: Udvalgte digte síða 65). Havi týtt nøkur ørindi av hesi frægu yrking:
Húsaskýggi
Yndisligur er mín húsaskýggi
røkkur so víða.
Bylgist um tún og ong
í vetrartíma.
Vesast í novemburlagií klárari luft,
vátroykur av bjørkagreinum
angar í hvørji kluft.
Seintungur fuglaflokkur
við flúgvandi fer,
flagsar í skorsteinroyki,
ið móti himni ber.
Her kann eg standa og eygleiða
roykveldið mítt.
Settan í skýglopur
við litstrokum frítt.
Svartan royk ella hvítan royk
úr bjørkasneisum vinni,
so skjórut er børkin
huld í royki á grúgvuni inni.
Rennur úr eygum av
sótbitlum beiskum og søtum,
av heitari hirðing í eimi
mót summarins løtum
o.s.fr.
Hyggja vit upp í loft onkran dag, síggja vit, hvussu skýggini hátta sær, hvussu skýbøklanir fara um tindarnar, hvussu skúlvurin hongur niður yvir
fjallatopparnar, myrkur og hóttandi, men næstu løtu kann alt hvørva sum døgg fyri sól. Sagt verður um mjørkan, at hann er ikki árligur fyrr enn á Mariumessu á
várið (25. mars). Tað er eitt sindur ódámligt við mjørka á hávetri, men tað kemur meira enn so fyri, ofta upp undir kulda. Einki er so frískligt sumum
summarið, tá ið hann hevur ligið við mjørka í fleiri dagar og knappliga lættir í við brennandi sól. Skaddan fer so líðandi um fjallagreinar, dettur um skørð og
eið og hvørvur sum eitt mannalív, ella tá ið stormur er, og tað rýkur um hamrar og gjáir – himmal og hav stendur í einum, men so tá ið veðrið blíðkar aftur, og
hesin vatnroykur hevur lagt seg, er hann farin sum eitt mannalív undir heilt. Ja, ja, myndirnar eru nógvar.
Claude Monét og Janus Djurhuus
Nú rann mær til hugs myndina av Claude Monet, sum hann málaði av jarnbreytarstøðini í Saint-Lazare í 1877, har tættur tjúkkur roykurkemur frá dampdrivnum
lokomotivum. Roykur og dampur leita upp undir bitarnar á jarnabreytarstøðini. Hetta erein verulig mynd av eini løtu, sum er nú. Monét ger ikki tað í sínum
málningum at mála tað, sum hann sær, og hvussu lutirnir eru og síggja út í sjálvum sær, hóast myndin er rættiliga verulig, men hann ger tað, sum er eyðkennið
fyri impressionistarnar, at mála tað, sum snøkt sagt, eygað festir seg við eina skamma stund. Mong mundu halda, at ein sótsvørt jarnbreytarstøð var ikki nakað,
sum var at avmynda, men gamli Monét segði: – Nej, støðin er als ikki andskræmilig, hon er full av ljósi og endurskini, sum fer í allar ættir í speglingum,
glærlýsi og skuggaspæli, sumer merkt av øðrum kalligum litum mótsat tí ljósi, sum ber ein ávísan hita við sær. Hetta er í roykinum. Hetta sæst í teimum
einkultu penslastrokunum, sum vóru skriftteknini hjá impressionistunum, ið lyftu alt upp frá jarðiskum trongdum og lótum. Strokini er ogn Monéts, ið fer inn í
ta tjúkku skadduna í einum djúpum andadrátti á jarnbreytini í Saint-Lazare. Hetta er hansara hondskrift!
Impressionistarnar høvdu ongan sosialan ella samfelgsligan boðskap í myndunum, men vildu bert lata eyguni upp á fólki og sýna hvussu vøkur, ið verðin var.
Myndin, ið eg havi umrøtt her, er so frágera vøkur. Tað er, sum roykurin i myndini sýgur alt til sín, og ikki er tað frítt, at atdráttarmegin dregur eisini
sjálvan teg inn í myndina og roykin. At standa ovast uppi á fjallatindunum ein summardag, tá ið pollamjørkin fevnir sundum, firðum og kínir tindum, er eitt
strok av loyndardómum. Mjørkin er allastaðni og róper til tín: – Legg teg her á eitt impressionistiskt dúnteppi, eg skal balla teg. Ja, vit kundu hugsað okkum
at lagt okkum her og fingið okkum ein søtan blund.
Hvat heldur tú um yrkingina hjá Janusi: Á Halgum náttartíma, tá ið Volmar kongur er á ferð til Tovi? Fuglarnir syngja, klárar keldur ringja, sum klokkuspæl;
eitt tokuslør, dúnlætt av álvum vovið, seg sveipar eymt um skógv og ong og Volmar kong og sælu, sælu Tovi. Hetta dúnlætta teppi hevði verið ein fragd hjá
Claude Monét at skoða. Hann hevði verið rørdur, tá ið hann hevði lisið hesa føgru yrking, og ikki at tala um, hevði hann staðið ovast uppi á einum føroyskum
tindi og skoða pollamjørkan, hevði hann fest hesa sjón á løriftið.
Káinsyndromið og ein nývaskað gomul føroysk kirkja
Guði líkaði betur tað, sum Ábal offraði enn tað, sum Káin offraði, tí síggjast ofta myndir, ið eru málaðar av brennioffur brøðranna, at roykurin frá offur
Káins fara fram eftir jørðini, meðan roykurin frá offur Ábals stíga beint upp í loft. Í roykinum er kanska eisini “Káin-syndromið”. Hvar skal eg flýggja frá
ásjón tíni? Tey gomlu plagdu at taka til á donskum, tá ið ikki væl gekst í hond: Hvor skal jeg fly fra dit åsyn (ansigt)? Í roykinum er kanska eisini rødd
Ábals, sum er í blóðinum. – Hvat hevur tú gjørt? Hoyr, blóð bróðir tíns rópar til mín frá jørðini! Her er blóð og roykur í einum. Hugsi um templini, har dýr
vórðu offrað. Mong kenna hvussu heskin deymurin frá rotnum blóði kann vera, men so høvdu jødarnir í templunum roykilsi, sum jú angaði væl at køva rotroykin
við, og í heidningatíðini skuldi roykurin blíðka gudarnar. Í kirkjunum í dag er roykurin symbol upp áreinskan.
Einki er sum ein nývaskað gomul føroysk kirkja, ið er vaskað við grønsápu. Tá ið tú ert setstur í einari slíkari kirkju, stendur roykurin í næsarnar av reinum
anga úr sápu og viði. Ikki nýtist okkum roykilsi í so máta, tá lukturin av hesum fjalum fær okkum at kenna okkum væl til sálar og likams. Tankarnir leita
uppeftir og ikki fram eftir jørðini. Eingin ivi um tað.
Glaðing og grindaboð
Vit kenna esini orðini: Her er roykur og eingin grind. Hetta verður sagt, tá ið nógv hóvasták er av ongum, men sjálvan roykin kenna vit frá glaðingarstøðunum í
Føroyum. Í Fuglafirði var einki glaðingarstað. Hetta skrivar Robert Joensen um í bók síni, Glaðingarstøð í Føroyum. Tá ið glaðað varð, vórðu jú grindaboð borin
frá bygd til bygd. Har, sum einki glaðingarstað var, fóru grindaboðarar av stað við grindaboðunum. Ì Fuglafirði, sigur Robert, ateystangrindirnar vórðu boðaðar
við grindaboðara úr Leirvík, sunnangrindir úr Gøtu og norðangrindir úr Oyndarfirði ella av Hellunum. Gøtumenn og leirvíkingar komu inn á Árnanes (niðanvert
Kambsdal) at rópa grindaboð, og oyndfirðingar ella hellumen komu oman á Rossarygg (niðan fyri Skarðið) at rópa. Somuleiðis høvdu fuglfirðingar skyldu at boða
hinum frá grind. Skuldu leirvíkingar fáa grindaboðini, rópti grindaboðari, tá ið hann kom á Leirvíksboðan, og gøtumenn hoyrdu grindaboðini, tá ið komið varð á
Leitið, sum er um hálvan Gøtudalin. Grindaboðari, ið fór um Skarðið, rópti, tá ið hann var komin á Klivuna og á Rættarhamar. Hetta er beint oman fyr Hellurnar.
Lættari hevur tað verið í teimum bygdunum, har glaðingarstøð vóru. Í Oyndarfirði og Gøtu vóru eingi glaðingarstøð, men í Leirvíkog somuleiðis í Elduvík.
Elduvík var eisini stað Heimi á bø, har messuboð vórðu glaðað til Funnings, tá prestur kom sunnaneftir; fyri at funningsmenn kundu fáa stundir til at bera
messuboð til Gjáar. Vit kundu lagt longri út á vatnið í hesi gongd um royk og grindaboð, men lat hetta liggja.
Upp undir jól
Tá ið angin av kókaðum kleynumog reyttkáli upp undir jól fer um gólvið, setir seg í klæðini, hárið, holdið og gardinur, eru jólini komin at gørðunum. Hetta er
eitt sindur skaldakent, men upprunaliga varð hetta sagt, tá ið jólini vórðu ringd inn jólaaftan.
Roykur reinsar, so er at seta seg í kurvastólin við einari feitari serutt, so hesin roykur rennur saman við reyttkálsroykinum og kleynuroykinum. Hesin “angin”
ger teg kláran at taka ímóti jólunum, sum nú pikka uppá. Hann reinsar sinnið og ikki at tala um, situr tú við einari góðari bók frá Sprotanum, so er reinskanin
fullkomin, og so er best at fara at snáka sær eitt sindur… og kanska fært túbarberspritt við góðum anga í jólagávu. Hvør veit? Rætt er tað, eftir bakidagar
koma snákidagar.