de Beauvoir
»Tú føðist ikki til kvinnu,
kvinna verður tú.«
Sum heimspekingur livdi Simone de Beauvoir í skugganum av Jean-Paul Sartre, og tað eru valla heimspekiligu tættirnir í feminismu hennara, ið nú er vorðin klassisk, sum standa eftir. Men hon metti, at heimspekiligu hugmyndir hennara, ein ógreiður variantur av ”tilverustevnuni” í Fraklandi í tíðini eftir seinna heimsbardaga, hevði havt ein leiklut fyri menning hennara.
Hennara feminisma hevur verið eyðmerkt sum ein onnur alda, eftir stríðið fyri atkvøðurætti til kvinnur tey fyrstu áratíggjuni í 20. øld. Tað kvinnustríðið var ikki líka hart í Fraklandi sum t.d. í Onglandi og Svøríki. Kvinnur, sum agiteraðu í Fraklandi í 30-árunum, fingu borgaraligar afturhaldsflokkar ímóti sær við alt sterkari pørtum av fasismu og antisemitismu. Leikluturin hjá konufólki var ”køkur, børn og kirkja” eitt frábrigdi av herrópi høgraflokkanna ”fosturland, húski og arbeiði”. Giftar konur vóru sambært klassisku Code Napoleon ogn mannfólksins, og franskar kvinnur fingu ikki atkvøðurætt fyrr enn í 1944.
Simone de Beauvoir skilti tíðliga, at her hevði hon eina uppgávu. Endurminningar hennara fylla fýra bind. Í Mémoires d’une fille rangée, (Endurminningunum hjá einari heimagentu), greiðir hon frá uppvøkstri sínum í einum konservativum borgaraligum húski. Faðirin, sum hoyrdi upp í fátæku aðalstættina, var embætismaður hjá ríkinum, og móðirin, sum hevði sett ein arv í russisk pappír, misti alt orsakað av kollveltingini. Tey høvdu ikki so mikið sum ráð at hava arbeiðskonu, og teimum eydnaðist ikki at gifta burtur báðar døtur sínar til ríkmenn.
Simone og yngra systir hennara, Hélène, tykjast hava vent sær frá móðurinnar katolisismu, longu tá ið Simone var fimtan ára gomul. Døturnar vrakaðu skjótt eisini móðurinnar borgaraliga lívshátt og stættartilvit.
Simone fekk javnan hægsta umdømi og kom sum tjúgu ára gomul inn á Sorbonne, har hon las heimspeki og hitti Jean-Paul Sartre, sum var trý og tjúgu ára gamal. Hann hevði ikki eydnuna við sær, tá ið hann í 1928 skrivaði eina heimspekiliga ritgerð, sum sambært lærarunum á hámetta École Normale Supérieure ikki innihelt nóg mikið av egnum hugsanum. Árið eftir var hann bestur, tá ið dømast skuldi, og Simone de Beauvoir átti annan sess.
Tey hildu meiri ella minni saman alt lívið, til Sartre doyði í 1980, tó við slitum og óteljandi øðrum ástarbondum. “Sáttmáli” teirra miðaði eftir einstaklingsfrælsi og barnloysi. Simone de Beauvoir hevur lýst sínar fløkjaligu ástarsøgur í einstøkum lutum, eisini lesbisk bond. Sartre tykist, sambært væl vitandi granskarum, hava verið vánaligur elskari.
Í oktober 1945 fór Sartre saman við Simone de Beauvoir og Maurice Merleau-Ponty undir at geva út tíðarritið Les temps modernes. Tað var eitt vinstratíðarrit, har Claude Lévi-Strauss og Nathalie Sarraute og, í fyrsta nummarinum Raymond Aron, vóru við. Her kundi eitt nýtt ættarlið avintellektuellum kjakast um politiskar hugmyndir og taka støðu til spurningar í tíðini.
Gudsnoktandi tilverustevnan, sum Sartre og fleiri vinfólk úr ættarliðnum mentu eftir kríggið, kann verða mett sum eitt mótmæli ímóti vanabundnari heimspekiligari hugsjónarstevnu. Tey høvdu ikki áhuga fyri gátuføru hugmyndunum hjá Henri Bergson um ”nústreymin” (nú aftur væl dámdar í ávísum høgraflokkum), heldur ikki fyri katólskum heimspekingum sum Jacques Maritain og Gabriel Marcel.
Tíðarinnar glæsiliga franska tilverustevna (sum Karl Vennberg rópti ”nýtíðarligu pessimismuna”), snúði seg um eitt óttafult, nýtt frælsi, eftir krígsupplivingarnar og franska samstarvið við týska hersetingarvaldið undir Vichy-stýrinum. Enskir heimspekingar mettu hesa tilverustevnu fyrst og fremst sum eitt bókmentaligt fyribrigdi og mettu heimspekina sum parisiskt kaffistovuprát og fagrar bókmentir.
Fyri Sartre og de Beauvoir var ikki talan um tíðarkrevjandi heimspekilig hugsanarúrslit í kaffistovum og náttklubbum á Seines vinstru strond, har tey vissuliga eisini hildu til. Tað galt ikki bara djúphugsan, men enn meira ”gerning”. Sartre hevði í lítlu og ógvuliga víða útbreiddu bók sínari Tilverustevnan er ein hugvísindagrein, upprunaliga ein fyrilestur, lýst orðingina ”veranin fram um kjarnan”. Simone de Beauvoir talaði um kvinnunnar ”transcendens”.
Fronskum intellektuellum dámdi at kjakast um sovorðnar at vísa seg djúphugsaðar tesur, í hesum føri við uppruna bæði í miðaldarligum skolastikki og hjá Husserl og Heidegger. Í roynd og veru var tað einfalt: hjá menniskjuni finst eingin upprunaligur og óumberligur ”kjarni”, harafturímóti ein ”til-veran”, sum hon sjálv skapar við virki. Simone de Beauvoir tulkaði hetta fyrst og fremst sum at ”kvinnan” hevur ikki eina serliga ”natúr”, men mennir frítt og óivað ofta óttafull sína egnu til-veran. »Tú føðist ikki til kvinnu, kvinna verður tú« er kanska gitnasta endurgeving eftir hana, og hetta hevði týdningarmikið innihald, kanska djúpari enn Sartre skilti. Vanlig uppáhøld um, hvat ið sambært náttúruni er ”kvinnuligt” ella ”mannligt” uttan fyri tað burturav lívvirkisliga, vóru henni fremmand. Hon fevndi ikki um tað, sum seinni hevur verið rópt lívmóðurloynd ella serslagsfeminisma.
Hon segði ofta, at Sartre var hennara yvirmaður sum heimspekingur, og at hon sjálv bara gjørdi hugmyndir hansara einfaldari og lættari at skilja, sum tó er ivasamt. Ein munur er, ið hvussu er, at Simone de Beauvoir setur færri ástøðiligar hugsanir fram og leggur støðugt dent á einstaklingsbundnu sannroyndir hins einstaka í ávísum ítøkiligum støðum. Hon endurgevur ógvuliga ofta ein av tilverustevnunnar klassisku undangongumonnum, Søren Kierkegaard. Harumframt greiðir hon frá sínum egnu privatu sannroyndum og nevnir menniskju, tíðir, støð og mót við onnur, trætur, sorgarleikir og deyða. Eitt tema leikar støðugt á hjá henni: sambond millum kynini, gransking í ymiskum og sannkenning um tað, sum nú verður rópt ”gender”, ”genus”, kyn. Katólska moralsiðvenjan var sterk: fyribyrgingarevni vóru ikki lóglig í Fraklandi fyrr enn í 1967 og fosturtøka í 1975.
Hon ger grein á og prógvar ”tilveruligar” sannroyndir og úrslit teirra og hevur minni áhuga fyri at fremja ástøðiligar greiningar, sum hon ivaleyst metti vera alt ov akademiskt. Harvið kemur hon ofta inn á umstøður uttan fyri einstaklingsins óttafulla frælsi og viðger søguligar, sosialar, fíggjarligar og politiskar umstøður.
Í 40-árunum skrivaði Simone de Beauvoir heimspekiligar ritroyndir, t.d. Pour une morale de l’ambiguité, (á svenskum: För en mångtydighetens moral). Eftir tilveruligum bólkamáli, ið torført er at melta, kemur hon fram til siðsemispurningar við dømum frá fronskum sannroyndum undir hersetingini.
Hon viðger seinni meiri ítøkiligar hugmyndir um ymiskar vegir til tess at gera økt frælsi til veruleika. Ein er at virka ímóti tabu-evnum, t.d. torførum ella viðbreknum evnum sum lesbiskum kærleika, deyðiligum krabbameini og brekum á høgum aldri. Ein annar vegur til størri frælsi og opinleika viðvíkur gudsnoktan, næstan ógjørligur at viðurkenna í tíðarinnar vanabundna borgaraliga samfelag uttan fyri intellektuelt kjak og á studentakaffistovum. Eitt triðja tema, har hon var nógv ávirkað av Heidegger, galt sonevndu fyribrigdafrøðiligu lýsingina av óttafullu menniskjuni sum kastað út í ein høpisleysan heim. Afturímóti Heidegger kom Simone de Beauvoir seinni í lívinum at halga seg sosialari rættvísi og vinstrapolitikki.
Hon skrivaði nógv, men stórverk hennara er Le Deuxième sexe, (á svenskum: Det andra könet), sum hon arbeiddi við árini 1945–1949. Henda bókin hevur seinni verið umrødd sum feminismunnar bíblia. Men tá var eingin feminisma, Simone de Beauvoir tók ikki lut í nøkrum tílíkum átaki, og hon hugsaði ikki á dagsins feministiska, agitatoriska máli. Harafturímóti greiddi hon frá granskingarúrslitum og egnum royndum.
Bókin er í tveimum pørtum og fevnir í fullkomnu svensku týðingini um yvir 800 síður. Í fyrra partinum, ”myter”, viðger hon hugmyndirnar hjá heimspekingum, gudfrøðingum, søgufrøðingum, sálarfrøðingum, læknafrøðingum og búskaparfrøðingum um konufólk, flestir teirra menn. Í seinna partinum, ”den levda erfarenheten”, greiðir hon frá royndunum hjá kvinnum í øldir í vesturlendskari søgu við ótali av dømum úr gerandislívi og føgrum bókmentum.
“Mýturnar” hjá Simone de Beauvoir, sum mong nú høvdu kallað fordómar, taka støði í teirri áskoðan, at maðurin er subjektið, Hitt Absolutta, tað essentiella. Kvinnan, sum hon kallar ”Hin”, verður skilmarkað í mun til mannin. Hon finst í formælinum at siðvísiheimspekiligu tesunum hjá Emmanuel Levina, har hann læt kvinnuna fáa leiklutin sum Hin.
Hon heldur ikki bara, at ”maðurin” altíð hevur kúgað ”kvinnuna”, men eisini, at kvinnur hava góðtikið tað. Kvinnurnar mega fara frá hesari støðuni og gerast subjekt. Feminisma, heldur hon, ber í sær, at kvinnur taka seg burtur úr hesari getto-støðu og ogna sær eitt gudsnoktandi, tilverustevnu-tilvit.
Tað er kanska ikki so løgið, sum tað kann ljóða, í franskari heimspeki. Simone de Beauvoir er nógv ávirkað og væl kunnað viðvíkjandi tveimum av týdningarmestu hugrákunum í hennara tíð, marxismu og sálargreining. Hvørgin teirra hevði nakra fatan fyri tilverustevnuni, ið hvussu er ikki marxisman. Lesarin fær ta mynd, at lítið stendur eftir av tilverustevnuligu mótaheimspekini, tá ið Simone de Beauvoir greiðir ítøkiliga frá um kvinnukúgan. Bókin gjørdi gølu í Fraklandi og endaði á Indexi pávans, vanvird og útspilt millum katolikkar.
Eingin franskur upplýsingarheimspekingur uttan Condorcet og í ein ávísan mun Diderot skilti støðuna hjá kvinnuni, vil hon vera við, sjálvt ikki Voltaire og Montesquieu. Ringastur var Rousseau, sum skrivaði: “Í allari konufólkauppaling eigur at verða miðað eftir, at uppalingin fer fram við mannfólkinum í huga. /…/ Kvinnan er skapað at geva eftir fyri manninum og tola órættvísi hansara.” Franska kollveltingin, sum hon fatar sum borgaraliga, varð næstan burturav framd av mannfólki og broytti ikki nógv viðvíkjandi hesum.
Franski heimspekingurin August Comte, róptur ”positivistur”, kundi í sínari tíð metast sum nýtíðarligur. Men hann helt uppá og vísti til dýrini, at kvennsemin er ein ”longdur barndómur”, sum ger, at kvinnan víkur frá ”rasunnar idealtýpu”. Lívfrøðiligi óvitaskapur hennara vísir seg í intellektuellum veikleika. Nógvar og stórar vóru mýturnar og fordómarnir í tátíðar samfelagnum, og tilfarið hjá de Beauvoir er ómetaliga ríkt. Mangur, t.d. Victor Hugo, royndi kurteisliga at hevja kvinnuna til skýggja, men endaði í fordómsfullu, men ikki óvanligu støðuni, at kvinnur høvdu hugskygni og kenslu, men ikki vit. Soleiðis hildu teir á, og eyðvitað hevði Simone de Beauvoir kunnað skrivað uppaftur meir enn 800 síður.
Hon góðtók ikki stættagreining marxismunnar og fanst at Engels. Hann royndi at minka mótsetningarnar kynjanna millum til eina stættatrætu, men tað er at blanda hugtøkini saman, heldur de Beauvoir. Ein stættagreining vísir undirlutastøðu fæloysingastættarinnar, trælanna, men tað er nakað annað enn mótsetningurin millum kynini. Hon mælti ikki til kollvelting, og hon væntaði við góðum grundum, at kvinnukúgan kundi eisini fara fram eftir eina kollvelting.
Hon hevði upplivað fasismuna í sínari egnu samfelagsstætt og endurgevur Hitler, sum segði um ríkisdagin, har nasistarnir høvdu valdið: ”At havt eina kvinnu her hevði vanærað ríkisdagin.”
Til endans kemur hon til tesuna, at yrkisarbeiði til somu treytir er ein fortreyt fyri frígering kvinnunnar. Men samansetingin atkvøðurættur og yrkisarbeiði er ikki nóg mikið, og móti endanum skrivar hon: ”Tað er bara í einum sosialistiskum heimi, at kvinnan við at fáa annað tryggjar sær hitt.” – ”Meirilutin av øllum verkafólki er í dag eyðrændur.” Men verkastættin verður ikki umrødd nógv meira enn í hesari stuttu stættagreining og tykist í verki vera henni fremmand, uttan tá ið tað snýr seg um arbeiðskonurnar úr borgarastættini.
Ein endaviðmerking er: ”Stríðið kemur at halda fram, so leingi menn og kvinnur ikki viðurkenna hvørt annað sum javnlíkar, tað er at siga so leingi kvennsemin sum slík er til.” Vissuliga eru framvegis nógvir fordómar, ”mýtur”, eftir, eisini í mest upplýstu londunum.
”Hitt kynið” er ein stór bók, fylt við hundraðtals dømum, málslýsingum sum hjá Freud og Jung, viðmerkingar til eitt meingi av klassiskum skaldsøgum, siðvísiheimspekilig rit og gudfrøðiligar lærusetningar. Hóast alt er nógv avoldað nú, og tú fært ein varhuga av, at hon livdi ósvitaliga í umhvørvinum hjá franska borgaraskapinum henda partin á 20. øld. Spurningar um fosturtøku, hjúnaskilnað, samkynd, hjúnalagslógir, útbúgvingarspurningar, enntá gudfrøði eru broyttir síðan tá, í summum londum í Vesturevropa ógvuliga nógv. Tað krevur eitt ávíst tol at lesa síðu upp og síðu niður um snævurskygdar, absurdar, fávitskutar og óvísindaligar áskoðanir. Bókin er ikki lættlisin: hon melur dúgliga, treyst, rísin, sør fyri gamansemi.
Var Simone de Beauvoir heimspekingur? Hin sonevnda ateistiska tilverustevnan, sum hon hevði granskað saman Sartre, kámaðist alt meira, og tað tykist, sum at henda stevnan ógvuliga skjótt als ongan týdning hevði fyri hana. Hon hevði innlit í marxismuna, men søgumaterialisma og stættagreining reka so hissini framvið. Sálargreiningin hevði óivað størri týdning, men sálargreining er ikki heimspeki. Simone de Beauvoir stendur nú fyrst og fremst sum empirikari og hugmyndasøgufrøðingur.
Týdningarmesti lutur Simone de Beauvoirs var stríðið móti fordómum, gandi, ”loynispeki”. Ein fordómur er ein áskoðan, sum eingin grund er til, og verða grundir givnar, eru tær eisini fordómar. Sovorðnar hugmyndir og siðvenjur eru ofta treystar og konservativar, og valdsharrarnir gera sær dælt av teimum. Simone de Beauvoir leitaði upp, greinaði, metti um og var greið, hon nýtti ikki krákumál, sum var so vanligt millum tilverustevnufólk í lestrarárum hennara. Hon legði hvassliga eftir teimum, ið royndu at gera kynini til gátuførar spurningar, gekk harðliga ímóti átrúnaðarligum miskunnarloysi og mismuni og greiddi frá royndum hjá menniskjum. Hon vildi gera alt minni gátuført og bøta um. Hon var í roynd og veru upplýsingarheimspekingur.
Ástarsøga Simone de Beauvoirs við Jean-Paul Sartre tykist hava verið stutt, og Sartre dámdi einki, at nakar hevði fríggið á orði.
Viðgitið er ástarband Simone de Beauvoirs við amerikanska rithøvundin Nelson Algren, sum hon hitti á einari fyrilestrarundferð í USA í 1947. Tey hildu saman meiri ella minni í 17 ár. Sambandið er væl skjalfest við sleygi og øllum í skaldsøgu hennara, sum á svenskum eitur Mandarinerna, frá 1954, og loypti øði í Algren. Seinni varð eisini brævaskifti teirra givið út. Algren ætlaði, at tey skuldu gifta seg og fáa børn og búgva í Chicago. Men hon valdi, eftir høvuðbrot, at verða búgvandi í París, og tann viðmerking liggur nær, at hon sjálv stóð í einari kvinnuligari tvístøðu. Hon hoyrdi upp í intellektuella, kvinnuliga umhvørvið við máli, heimspeki og vinum, og hon ætlaði at halda fram at skriva. Ástarbandið við Nelson Algren verður lýst sum hennara stóri kærleiki.
Í 50-árunum búði Simone de Beauvoir í nøkur ár saman við tíðindamanninum og filmaranum Claude Lanzmann. Hann var sum átjan ára gamal farin upp í fronsku mótstøðurørsluna og var við í bardøgum móti týskarunum, tá ið departementið Auvergne aftur gjørdist frælst. Í 1952 gjørdi hann sína fyrstu ferð til Ísraels. Hann hitti sama ár Sartre og de Beauvoir, tey gjørdust vinfólk fyri lívið, og Lanzmann var í mong ár ein av ritstjórunum á ”Les temps modernes”. Hann verður lýstur sum anti-kolonialistur og hoyrdi upp í argastu mótstøðufólkini ímóti franska krígnum í Algeria.
Lanzmann granskaði ósemjuna í Ísrael og Palestina og var ein tann fyrsti, sum vísti á, at palestinar høvdu rætt til eitt sjálvstøðugt ríki eins og Ísrael. Eyðvitað varð hann fløktur upp í óendaligt klandur um hesar spurningar. Navnframastur er hann vorðin fyri filmin ”Shoah”, sum hann arbeiddi við frá 1974 í ellivu ár, og sum varð stórliga fagnaður um allan heim. Filmurin er eindømisligur við tað, at mong, ið komu livandi úr nasistisku týningarlegunum og enntá gamlir píningarbøðlar, vóru við.
Simone de Beauvoir fekk eitt óteljandi tal av fjepparum og eltarum í mongum londum. Felagsskapir vórðu stovnaðir við tí endamáli at gera hugmyndir hennara til veruleika. Hon hevði eisini stóran týdning fyri nýggju fronsku skaldsøguna og filmin. Upp í fylgdarkonur hennara í Fraklandi hoyra sosialistiski politikarin Simone Veil, feministiskt virkna Gisèle Halimin og ein heimspekingur og bókmentafrøðingur sum Julia Kristeva. Tað ber til serstakliga at nevna rithøvundin Marguerite Duras, sum hevur greitt frá einari serfranskari sannroynd, tí koloniala umhvørvinum í Vietnam, og hvussu lívið hevur lagað seg hjá borgaraligum húskjum og ikki minst hjá kvinnunum.
Simone de Beauvoir andaðist í 1986. Hon varð grivin undir liðini á Sartre og – sambært upplýsingum – við ringinum frá Nelson Algren á fingrinum, og mett varð, at fimm túsund konufólk fylgdu henni.
Úr bókini: 26 heimspekingar (Sprotin 2010)