Altíð hjá tær

Bókaprát
13.07.2011
Sprotin

“Altíð hjá tær” er skaldsøga eftir Mariu Ernestam. Jákup í Skemmuni týðir í løtuni, og Sprotin gevur út í vetur. Her er ein brellbiti.

FORLJÓР 

När månen vandrar på fästet blå, sang pápin fyri mær. Nú síggi eg mánaklingruna í gardinugloppinum, men hann er givin at reika og lítur í staðin at mær og sigur frá, at nú er nátt. Eg hoyri málið í pápanum innan í mær og kenni hondina á honum í mínari. 

Tankar mínir reika víða, og eg veit ikki longur, hvat ið er veruleiki, og hvat ið er dreymur. 

Men mánin dregur sjógvin at sær, og eg síggi innan í mær, hvussu havið flytur seg aftur og fram, hvussu tað kínir klettinum, soleiðis sum kvinnan kínir manninum og maðurin kvinnuni. Alt í einum er hann har, hann, sum bíðar, og sum eg aldri gloymdi, hóast eg lætst. Eg kenni ylin í kroppi mínum, tí kroppinum, sum eina ferð var eg, so ófatiligt, tá ið eg síggi tað, sum varð eftir. 

Eg óri hendur hansara um miðjuna á mær, og har er tónleikurin aftur og ein dans, hóast eg ikki sleppi. Nú førir hann meg runt, eitt, tvey, trý, og tað snurrar, og eg missi ondina og fótafestið, og hann kyssir meg … 

Vatn. Eg má hava vatn. 

Eg mali í einum meldri millum minnini. Nú eri eg í kamarinum, har eg fyrstu ferð møtti henni. Henni, sum er átøk mær, men hevur eitt merki, sum hevur náttúran vunnið henni eina neis. Skjótt kemur hon, eg veit, at hon kemur, og hon skal halda í hondina á mær, soleiðis sum eg helt í hondina á pápanum, tá ið ljósið varð sløkt. 

Eg eri køld, og tað verkir, má venda mær, balli dýnuna betur um meg. So hoyri eg látur, og eygu míni fyllast við tárum. 

Eg elskaði. Tað fær eingin tikið frá mær. 

Sjálvt ikki havið, sum goymdi og legði tað upp, sum menniskju høvdu týnt, hesar aldurnar, sum tóku ímóti tí, eg elskaði mest. Eg føli, hvussu aldurnar leggja seg saman um meg, og eg vil og vil ikki, men skilji, at skjótt er alt av. 

Løtan er komin. Misgerðir fedranna skulu vitja aftur á teg, verður sagt, men eg trúgvi tí ikki. 

Eru nakrar misgerðir, ið vitja aftur á teg, so eru tað tínar egnu.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...