Triðja leikritið

Bókaprát
10.08.2011
Sprotin

Forlagið FANNIR hevur sett sær fyri at prenta aftur nakrar av elstu upprunasjónleikunum og nakrar týddar leikir, sum hava verið nógv spældir í Føroyum. 

Viðmerkingar eru skrivaðar til leikirnar, og eru greinir skrivaðar um teir, eru tær prentaðar við.

Fyrsti leikurin í røðini var “GUNNAR HAVREKI”, sum Rasmus C. Effersøe skrivaði.

Annar var “JÁKUP Á MØN”, sum Sigrid Niclassen skrivaði.

Og nú kemur triðja leikritið:

Jens Christian Hostrup: “HJÁ DALABÓNDUM”, sum Rasmus C. Effersøe týddi. Í hesari útgávuni er grein hjá Povl Skaarup, sum víkur at leikinum, og Marianna Debes
hevur týtt brot úr stuttsøgu hjá Williami Heinesen, har hann skemtiliga sigur frá fyrstu ferð, hann sá leikin framførdan í Havn. Aftast í ritinum eru nótar til
sangir, ið verða sungnir í leikinum. Zacharias Sørensen ritstjórnaði hesum partinum.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu – skreytmynd: William Heinesen.

Bókin er komin í bókabúðirnar.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...