Ung og bøkur
Hvørt ár er spennandi bókamessa í svenska býnum Gøteborg. Havi ongantíð verið har, men droymi um at sleppa at uppliva tað einaferð. Eg meini so við, tey flestu tosa svenskt, og tað skilji eg, ólíka lættari enn at skulu navigera ígjøgnum týskt og italskt t.d.
Í dag hendi so tað fantastiska á messuni, at svenska mentamálaráðið boðaði frá, at tey hava sett eitt lesiumboð fyri ung.
Lesiumboðið er rithøvundurin Johan Unenge. Tað er ein nevnd av bókavørðum og rithøvundum, sum velja umboðið, tí tey sjálvandi vita, hvat rørir seg innan bókmentir og vónandi eisini millum ungdóm.
Fyrstu ferð, eg varnaðist navnið Unenge, var, tá eg sá teknirøðini Eva og Ádam í barnablaðnum. Síðani eru tríggjar bøkur komnar út á føroyskum, sum teir báðir Gahrton og Unenge hava skrivað. Tær ganga undir felagsheitinum Lívið hjá Rósu. Tað, sum Unenge skal gera, er at stimbera lesing og at seta ljóskastara á týdningin av bókmentum fyri ung. Hann skal í ein áhaldandi dialog við børn, lærarar, bókavørðar og eisini stuðla lesiátøkum, sum fara fram ymsa staðni í Svøríki.
Nú er tað, at eg verði øvundsjúk, tí eg hevði so gjarna viljað, at vit her í landinum eisini dugdu at síggja týdningin av, at tað verður lisið. Vit siga øgiliga ofta, at tað hevur alstóran týdning, men vit gera alt í verðini ov lítið fyri at fremja nakað sum helst, sum kann stuðla og økja um lesing millum t.d. ung.
Í Føroyum eru avtakararnir av øllum vørum ógvuliga fáir, so er eisini við bókum. Men um vit ætla okkum at meta okkum við tey stóru og klóku ella bara við hini, so mugu vit altso frá almennari síðu gera nógv meira fyri at gera hetta til veruleika, at ung fólk bæði læra seg væl at lesa, og at tey eisini tíma at lesa, og at tey fáa eitt breitt úrval av bókum, sum lýkur teirra krøv til góðar, væl skrivaðar, spennandi bøkur.
Um allan heim er kreppa, og í bókaheiminum er samsvarandi kreppa, bæði tí at fólk eru arbeiðsleys og tí ikki hava ráð at keypa bøkur, og tí at bókin missir virði og má í nógvum førum lúta fyri elektroniskum spølum og øðrum spennandi miðlum, sum eru til at fáa hendur á.
So kann man bara ímynda sær, hvussu nógv verri fyri vit eru her í Føroyum, tí vit fáa tað tvífalt so strævið, og tað merkist tvífalt so hart sum í einum stórum landi.
Sjálv arbeiði eg á einum staði, har vit geva bøkur út til bæði børn og ung, Nú gongur á øðrum ári, har vit hava verið noydd at skerja ungdómsbøkurnar, men enn havi eg ongan hoyrt, enn okkum sjálv her, sum gremja seg um standin.
Og hví man tað vera? spyrji eg so. Eru øll flintrandi líkaglað? Vónandi ikki, og í Svøríki eru tey ikki líkaglað, men hvat hjálpir tað so okkum her í landinum? Ikki ein pinn, tíanverri. Annað enn tað, at kanska lesur okkaramentanarkona mín blogg og sigur: Halgadoy, hetta má eg fara at gera okkurt við. Vit mugu hava belisnan ungdóm.
Tí, sum pápi mín plagdi at taka til: lærdómur er lættur at bera!
Livst so spyrst.