Kærkomnar bøkur

Bókaprát
20.06.2012
Sprotin

Í dag koma tvær bøkur út á forlagnum Sprotanum, sum bæði eru kærkomnar, men sum ein við einum hjartasuffi eisini hevði viljað verið fyri uttan, tí tær snúgva seg um harðskap og kynsligan ágang á børn og ung. Onnur bókin er vaksnamannabók “… sig frá …”, sum við dømum lýsir viðkvæma evnið á fjøltáttaðan hátt og týðiliga skynir millum, hvussu rættarsamfelagið hoyrir og dømir, og hvussu vanliga samfelagið – tú og eg – lurta, virða og lata tey sleppa at siga frá. Hin bókin, Eg eri eg! Mín eg, er samrøðubók ætlað børnum at læra tey at gera vart við seg og sínar kenslur, at geva teimum dirvi at seta mørk og at koma til ein vaksnan við sínum loyndarmálum, um tey hava tað fyri neyðini.

Í hesum sambandi verður almenn bókaútgáva kl. 10 og fyrilestur kl. 11. Tiltøkini verða í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.

Hesar siga nøkur orð:
Margrethe W. Aasland, rithøvundur
Oddbjørg Balle, Barnaverndarstova Føroya
Elin W. Poulsen, verkætlanin “Harðskapur í parlagi og nærsambondum”

Ímorgin kl. 9.00-15.30 verður Dagsskeið við Margrethu W. Aasland.  Skeiðið verður eisini í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Bøkurnar eru eitt amboð hjá teimum vaksnu, leikum og lærdum, at gera sína skyldu og røkja sína ábyrgd, tá ið tað snýr seg um mannarættindi, ikki minst barnarættindi.

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...