Rót Tripp
Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum nervatræðrirnar, sum ikki lata seg beinka.
At vaksa og búnast sum menniskja er mangan torgreitt. Nógv hava kortini ein lagdan veg fyri sær, tá ið trinið verður inn á lívspallin. Eina leið at ganga, sum onkur hevur slóðað fyri og ruddað. Eisini eru reglur fyri, hvussu eigur at verða gingið.
Inn fyri málaðu hvítu strikurnar skulu vit halda okkum. Í myrkrinum lýsa prestarnir gongdu leiðina. Nógv síggja tað, ið er báðumegin vegin, men fara ikki av vegnum, tí rætta farleiðin er løgd. Kanska er best at halda seg innanfyri. Onnur gera tað kanska av ótta, tí tað er ikki lukkuligt at fáa eitt slank útav.
Robert Frost yrkti á sinni meistaraverkiðThe Road Not Taken. Í yrkingini kemur onkur til ein skógarjaðara, og gøtan, hann gongur, greinir seg í tvey.
Hann er vísur í, at aftur kemur hann ikki, hann fær ikki iðrað seg um avgerðina og byrjað av nýggjum, tí ein gøta tekur aðra við sær. Aftur slepst ikki.
Seinasta ørindi kann vera nøkulunda soleiðis á okkara máli:
tvær gøtur skiltust í einum skógi og eg —
eg fór eftir teirri, har tey fæstu høvdu gingið
Og tað hevur gjørt allan munin
Kanska er tað so álvarsligt val, ið Marjun hevur staðið andlit til andlits við. Leiðin at ganga. Tí víðkaði myndburðurin er vegurin, ferðin eftir vegnum, ferðin út í ymsar loynikrókar, út í eymar nervatræðrir …
Eg vaksi hvønn tíma
Marjun: Tað tekur langa tíð at vaksa til, eg dugi illa at hugleiða um mín egna uppvøkstur, eg vaksi enn, eg toyggi meg úteftir, uppeftir enn, men eisini niðureftir, inneftir. At liva er ein áhaldandi umskapan. (, eins og alt í heiminum er tað). Eg, eins og øll menniskju, eins og alt í heiminum, fari gjøgnum broytingar og smærri kollveltingar gjøgnum eina lívstíð, eitt ár, ein dag, ein tíma.
At avluta tað avgjørda hevur verið tað, ið hevur gjørt allan munin fyri meg.
Men mær dámar at eygleiða, hyggja hvussu fólk hvítta sær tilveruna upp. Eg kann gera tað nú, tí eg eri komin hagar, eg havi útsýni, har eg fái hugt.Børn hava ikki henda møguleikan. Tey kunnu einans skilja heimin eftir teimum fortreytum, sum tey vaksnu rundan um tey geva teimum. Tað tekur langa tíð at vaksa til. Hvussu langt ber tað til at toyggja seg? Má eg spyrja eg meg sjálva, og ber tað nakrantíð til at slíta seg leysa? Tilvitanin er jú bæði tann, ið fær meg at toyggja meg, og tann, ið hevur fest meg í tilveruna.
Eg dugi illa at hugleiða um trúgv.Eg havi sæð ótrúligan næstrakærleika spretta úr tí, tey kalla trúgv, men úr sama gróðrarbotni eina ræðandi arrogansu, hvørt um annað, eins og fyrigeving og fordøming. Tað fløkist hvørt upp í annað.
Ein vallari sum sól og stormur
ríva í samstundis. Ikki eftir tørni ella skipað.
Ísakalt í skugganum, glóðheitt í sólini
Sálarinnar apríl
Ja, eg havi helst ein veikleika fyri gomlum skeggapum. Fernando Pessoa t.d. var ein sum setti spurnartekin til alt – Alt – og er onkuntíð á markinum til at gerast troyttandi at lesa, og so er hann knappliga ein sólblóma og proklamerar at menniskjasálin er ein trappa. At lesa Shakespeare er sum at vera í einum ódnarveðri av orðum og við William Heinesen er sum at sita og pakka smáar glitrandi pakkar upp osfr. Skeggapur.
Í Januar 2009 fóru vit avstað, vit høvdu bara keypt ferðaseðil vestur um hav og høvdu lítið annað við okkum enn ein dreym um at royna at ferðast upp á tann frælsa mátan. Vit vóru tríggjar mánaðir burtur og løgdu ongantíð ætlanir meira enn ein ella tveir dagar fram. Eg skrivaði dagbók so hvørt, brotpettir frá eini bilferð úr statunum á eysturstrondini við Atlanshavið og allan vegin yvir um til Kyrrahavið.