Innbjóðing – klubbalimir

Bókaprát
05.09.2012
Sprotin

Nú er heystið á okkum aftur. Stillu kvøldini eru spakuliga farin at leingjast, gerandisdagurin hevur funnið stevið aftur og eisini á Sprotanum.

Í ár hava vit sett okkum fyri at skipa fyri onkrum hugnakvøldum í sambandi við útgávurnar, ið liggja fyri framman. Fyrsta kvøldið verður í Hornahúsinum í Havn mikukvøldið 5. september kl. 20, og verður tað um bókina Kristin Lavransdóttir 1, sum klubbalimir júst hava fingið.

  • Jonhard Mikkelsen, forlagsstjóri, leggur fyri.
  • Hanne Jacobsen, studentaskúlalærari, sum hevur norðurlendska miðøld sum sítt serøki, fer at greiða frá átrúnaði, áskoðanum og siðum, sum eru flættað inn í skaldsøguna.
  • Týðarin – Edvard Olsen – fer at greiða frá arbeiðinum at týða eina stilistiskt so gjøgnumhugsaða skaldsøgu.
  • Martin Joensen syngur og spælir undir til ein felagssang.
  • Ein drekkamuður við heimabakaðum verður afturvið.
  • Allir bókaklubbalimir eru hjartaliga væl komnir til løtuna og væl komnir at taka sær ein gest við.

    Gleða okkum at síggja teg.

    Deil á

    Aðrar greinar

    Bókaprát
    Alex Schulman – Skunda tær at elska

    Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

    Bókaprát
    Vegghamar – út í bókling

    Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

    Bókaprát
    Til lukku, Heðin!

    Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...