Jákup Thorsteinsson

Bókaprát
25.04.2014
Sprotin

Jákup Thorsteinsson (1943-2009) var ein av okkara dugnaligastu søgufrøðingum. Hansara Dr.Phil ritgerð, ‘Et Færø som Færø. Studier i Færøernes forfatningsmæssige stilling i forhold til Danmark 1834-1852’, frá 1990 var slóðbrótandi fyri føroyska søgugransking.

Heldur enn at
síggja føroyska søgu í einum ofta longum og trongum føroyskum sjónarhorni, so
setti hann føroyska søgu inn í eitt nógv breiðari norðurlendskt og evropeiskt
høpi. Ítøkiliga vóru tað donsk-føroysk viðurskifti í tíðarskeiðinum 1834-1852,
sum Jákup granskaði, men hansara arbeiði hevur eisini givið íblástur til
føroyskar granskarar, sum hava fingist við onnur tíðarskeið. Et Færø som Færø er høvuðsverkið um
tíðarskeiðið 1834-1852 í Føroya søgu og 
høvuðsverkið hjá Jákupi. Tað var tí sjálvsagt, at tað bleiv Jákup, sum
saman við løgfrøðinginum Sjúrði Rasmussen, ið varð biðin um at skriva partin um
Føroyar í 150-ára heiðursritið fyri donsku grundlógini frá 5. juni 1849, sum
fólkatingið tók stig til at fáa givið út í 1999. Eisini í Álit um stýrisskipanarviðurskifti Føroya, sum landsstýrið stóð fyri
at fáa givið út í 1994, hevur Jákup skrivað grein um ríkisrættarligu søgu
Føroya.

Harumframt hevur
Jákup fingist við nýggjari føroyska søgu. Eitt nú hevur hann skrivað um
føroyskan politikk undir seinna heimskríggi í 2. bindi av Løgtingið 150, heiðursrit fyri endurreisn løgtingsins, sum varð
givið út í 2002. Jákup hevur eisini arbeitt við Føroya søgu undir kalda
krígnum. Saman við Sámali Tróndi F. Johansen stóð hann fyri granskingini í
sambandi við verkætlanina Føroyar í kalda
krígnum
, sum kom út í 1999-2000.

Tá Jákup so brádliga
doyði í 2009, hevði hann í longri tíð arbeitt við at skriva søgu
Tjóðveldisfloksins. Fyrsti partur av hesum stórverki, sum skuldi verða í
tveimum bindum, var stórt sæð liðugt til at geva út. Hesin parturin, sum nú loksins
verður givin út, er ikki bert ein partur søga Tjóðveldisins, men ein týðandi
partur av nýggjari politisku søgu Føroya. Jákup var ein søgufrøðingur, sum var
sannførdur um, at tað bar til at skriva óhefta søgugransking, og tað sæst
eisini í hesum verkinum, at hann hevur hildið sær hetta málið fyri eyga.

Hóast Jákup fór
alt ov tíðliga, so hevur hann sett stórar varðar eftir seg til onnur  at fylgja og byggja víðari á.

Hans Andrias
Sølvará

Deil á

Aðrar greinar

Bókaprát
Alex Schulman – Skunda tær at elska

Sprotin gav út væl fagnaðu bókina "Brenn øll míni brøv" eftir Alex Schulman í fjør. Nú leggja vit fr...

Bókaprát
Vegghamar – út í bókling

Litfagri bóklingurin er gjørdur í samstarvi við Gallarí Havnar&aacut...

Bókaprát
Til lukku, Heðin!

Heðin M. Klein er 75 ár í dag Hann hevur givið 25 verk út við yrkingum umframt tað nýggjasta við týd...